Nøkur sokallaði føroysk vinnulívsfólk eru byrjað at selja føroyska ogn av landinum fyri løtuvinning, sum er við til at avmontera framtíðina hjá føroysku ali- og fiskivinnuni. Vit mugu beinanvegin steðga hesi gongdini við at lóggeva soleiðis, at tað ikki ber til at selja føroyska ogn; tað verið seg brúksrætt av okkara firðum og okkara ríkidømi í havinum annars. Saman við Tjóðveldi vil eg arbeiða fyri einum góðum og sunnun vinnulívið, har spekulasjón ikki skal hava lív lagað. Fiskidagar, fiskiloyvi, aliloyvi o.t. skal ikki vera ogn og kunna seljast víðari, tí tá verða vinnulívsfólk til spekulantar, sum er til ampa fyri vinnulívið, vanliga fiskimannin og samfelagið sum heild.
Undirgrundin
Eisini mugu vit endurskoða okkara ognarrætt til undirgrundina og fáa staðfest okkara treytaleysa og ófrávíkiliga rætt til hana. Vit høvdu jú eitt løgting í 1946, sum varð sent til hús, tá ið Tingið gjørdu ímóti politisku hugsjónini og ætlanum hjá dønum. Hóast hetta er eldri søga og fólk troyttast av at hoyra árstalið “1946”, so er hetta enn ein trupuleiki, altso tað, at danir í veruleikanum kunnu gera tað, teimum lystir í Føroyum, tí alt okkara vald og avgerðarrættur er bert galdandi so leingi danir siga, at tað er í lagi. Hvat munnu danir fara at siga, um olja verður funnin, ið hevur eitt virði á 100 mia. kr ella meira? Neyvan fara teir at sita hendur í favn í Fólkatinginum og siga “ej, hvor er I heldige”. Teir fara at krevja sín “rætt”.
Saman við Tjóðveldi fari eg at syrgja fyri, at okkara ognarrættur í firðum, á havi og í undirgrundini verður verandi okkara. Og hetta kann ikki forhandlast um; tað er eitt treytaleyst krav, tí tað er ein ófrávíkiligur rættur. Missa vit okkara ognir, missa vit okkara framtíð. Tað er so einfalt.
Dávid Isfeld
Valevni hjá Tjóðveldi
Dávid Isfeld