Føroyskt sushi - væl gagnist!

16 October 2011
Skrivað hevur

Sushi vinnur fram kring allan heim, og nakað av føroyskum laksi fer, sum er, til kræsnar gómar í USA. Vit eru, sum matútflytandi tjóð, í einari lyklastøðu, sum vit skulu duga nógv betri at brúka!

Hitti av og á ein reiðara á Áarvegnum, ella rættari á Etika, sushimatstovu í Havn. Vit eru ikki heilt samd bæði, tá vit práta um fiskivinnupolitikk. Men, vit eru samd um, at sushi gagnast okkum nærum eins væl og ræstur fiskur. Og, at nógv meira kann fáast fyri føroyskan fisk, verður rætt atborið.


Ørandi virðisøking
Í hvørjum stykki av sushi eru bert nøkur fá gramm av fiski ella sjómati. Frá tí at fiskurin verður seldur sum rávøra, til hann liggur í einum sushibakka á Áarvegnum, Vága Floghavn, New York ella Keypmannahavn, virðisøkist hann úr kanska 20 kr til fleiri hundrað krónur fyri kilo.

Sushi-matstovur eru vorðnar meira vanligar enn pylsuvognar, og kundaskarin veksur fyri hvønn dag, sum gongur.

Sushi er bara eitt dømi um, hvørji potentiali liggja í meirvirking av fiski, og í tí at finna røttu marknaðirnar. Tað finnast mangar aðrar hágóðsumatvørur, ið kunnu framleiðast av livur, rogn og fiskaslógvi. Og vit hava nærum fría atgongd til bestu rávøruna.

Komandi fýra árini mugu vit seta fokus á møguleikarnar at fáa munandi meira fyri okkara dýrmæta tilfeingi!


Bjørt Samuelsen
www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.