Føroyskt mál og mentan eru okkara grundsúlur

9 August 2015
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Familja okkara úr Hebridunum, hevur verið her á vitjan nakrar ferðir.

Tey undrast stórliga, tá ið tey hoyra um styrkina í føroyska málinum. Og eru so bergtikin av tí samskifti, sum tey hoyra, at eisini okkara ungu hava sínamillum. Ikki nóg mikið við tí, - men so hava vit eisini radio og sjónvarp og tíðindabløð á okkara egna máli. Og hópin av mentanarstovum, sum siga frá okkara mentan og siðsøgu.

Málsøga teirra er í stuttum, at keltiskt varð tosað og verður framvegis tosað millum tey, sum eru javngomul við meg og eldri. Men børnini har og tey ungu duga illa keltiskt. Tey tosa øll enskt sínaímillum. Meðan keltiskt sum tað talaða málið er á veg út úr dagligdegnum.

Hetta dømi kundi eisini verið úr Hebridunum ella Orknoyggjum. Men ikki Føroyum! Tó má støða okkara ikki gerast ein koddi, sum vit leggja okkum afturá, og halda at her stendur so sera væl til.

Skal mál og mentan yvirliva í einum samfelag við lutfalsliga fáum íbúgvum, skal tað styrkjast javnt og samt.

Fjølmiðlar og skúli hava sum er høvuðsábyrgdina av málrøktini og stóra ávirkan á málsligu gongdina í samfelagnum. Tað er tí neyðugt at tey, sum manna hesar stovnar fáa tað neyðugu útbúgving og eftirútbúgving sum tryggjar tey fakliga og málsliga.

Eisini eiga vit at tryggja okkum, at teir mentanarstovnar sum Nám og Søvn Landsins og Listasavnið sum gera eitt miðvíst arbeiði hava tey kor og karmar, sum er neyðugt fyri at geva málinum og mentanini neyðugu styrkina.

Miðvísa arbeiði hjá bókasavns-, skjalasavns- og musealum virksemi sæst aftur í vitanini og tilvitanini hjá okkum føroyingum. Hetta endurspeglar okkara vitan um, hvar vit eru sum tjóð og hvaðan rótin rann. Hetta styrkir okkara mótstøðuføri og móttøkuføri í tí alheimsgerð, sum vit ynskja og skulu verða partur av.

Tí eiga vit at menna og styrkja hesar stovnar og skúlar og harvið okkum sum tjóð.

Hesum eigur ein komandi samgonga at leggja seg miðvíst eftir.

Annita á Fríðriksmørk

Valevni Tjóðveldis til løgtingsvalið