Skulu útlendsk móðurskip aftur sleppa at taka ímóti fiski undir Føroyum, skulu tey eisini virka eftir teimum sáttmálum, sum partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava samrátt seg til.
Tað kann vera, at vit ikki kunnu seta slík krøv, tá skipini liggja uttanfyri 12 fjórðingar, men krøvini kunnu so í staðin setast okkara egnu skipum, ið landa til móðurskipini. Tað ber væl til at krevja av okkara skipum, at tey bert landa til móðurskip, ið kunnu prógva, at føroysku sáttmálarnir verða fylgdir.
Í ár var undantaksstøða í føroyskum sjógvi, tá táverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tillutaði okkum 150.000 tons av makreli. Góð 27.000 tons vórðu tó latin russum og íslendingum í býti við annan fisk.
Restina, 123.000 tons, skuldu vit sjálvi fiska.
Makrelsemjan, sum Tjóðveldi eisini er partur av, snúið seg bert um, hvussu kvotan skuldi býtast og fiskast, og ikki um, hvør skuldi sleppa at keypa tann fiskaða makrelin.
Avbjóðingin at fiska hesa stóru nøgd av makreli ta avmarkaðu tíðina, hann er í føroyskum sjógvi, var í sær sjálvum sera stór, men ræðandi trupulleikin var tó, at vit als ikki høvdu orku á landi at taka ímóti.
Tí var tað í lagi, at landsstýrið loyvdi móðurskipum henda vegin. Annars hevði makrelurin ikki verið fiskaður og fingin til høldar.
Men tað er ikki í lagi, um tað eisini fram eftir verður gongdin, at móðurskip, mannað við fólki, ið fáa ein brotpart av føroysku lønunum, sleppa at liggja í føroyskum sjógvi og keypa okkara rávøru í kapping við føroysk virki.
Tá er ikki talan um kapping, men um avlaging.
Ingolf S. Olsen, valevni fyri Tjóðveldi