Henda skipan er serføroysk og skal miða eftir at vera liðiligari og hóskiligari til føroysk viðurskifti.
Innihaldið er grundað á egin viðurskifti. Aðrar norðurlendskar lesiætlanir og –skipanir hava verið fyrimyndir, og burtur úr teimum fáa vit so okkara egnu. Men hvør nytta er, og hvørji virðir eru í einari slíkari skipan, um próvtøkurnar ikki hóska innihaldinum? Tað er ongin meining í, at føroyskur ungdómur skal hava danskar próvtøkuuppgávur.
Vit mugu og skulu gera okkara egnu, bæði so tær hóska okkum, ungdómi okkara og skipan okkara. Er ætlanin at lata hetta skapandi arbeiði, sum mennir og ger okkum før fyri at fylgja við gongdini uttan um okkum, upp í hendurnar á øðrum, so er alt arbeiðið við skipanini farið fyri skeyti.
Miðnámsskúlaskipanin hevur eina góða eftirmeting við próvdøming millum lond. Hon virkar rættiliga væl, og hvørt ár síggja vit, hvussu støðið okkara er í mun til onnur. Hetta samstarvið eiga vit at byggja út til at umfata tey Norðurlond, har skipanirnar eru sambæriligar.
Tjóðveldi fer at arbeiða fyri, at vit hvørki kopiera ella týða danskar próvtøkuuppgávur, tí vit bæði duga og hava royndirnar. Vit skulu samstarva við londini uttan um okkum, men ungdómur okkara skal til próvtøku við egnum brillum, ikki brillum hjá øðrum.'