Føroyska spískamarið

21 August 2015
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð, og høvuðs­dent­ur eigur at liggja á at góðska og at fáa meira burtur úr okkara náttúrugivna tilfeingi. Rávøru- og matvøru­menn­ing eru greið mál, so framleiðsla til útf­lutn­ings av hádygdarvørum veksur. Langtíðarætlanin má vera, at vit alsamt gerast dugnaligari, og at vit styrkja útbúgving í náttúrutilfeingi, gransk­ing og førleikamenning atknýtt vinnuni.

Nýroyttar høsnarungar, takk!

Ein øgiliga stórur og bráðfeingis tørvurin er tó at fremja tað føroyska spískamarið. Kølidiskarnir eru á tremur við útlendskum kjøti og pylsum, skornum og óskornum, og hvørja viku fyllast teir við øðrum enn føroyskt virkaðum matvørum. Ung sum gomul eta vit dagliga hópin av ósunnum mati heilframleiddur í útlandinum klárar at eta. Hví duga vit ikki at gera okkum sjálvum mat? Hví eru okkara egnu vørur ikki í kølidiskunum kring landið?

Tað er neyðugt, at vit fara miðvíst undir at hugsa egna matframleiðslu, skapa okkara egnu rávøru. Vit mugu sleppa okkum av við hesar sjúku høsnarungarnar og hetta sproytuviðgjørda grønmeti -burtur við tí! Og inn við føroyskum livurpostei, agurkum og føroyskum kjøti!

Vit eiga at bjóða okkum sjálvum nýflett kjøt og nýroyttar høsnarungar, nýupptikin epli og grønmeti hvønn einasta dag. Hugsið tykkum at børnini høvdu heimagjørt livurpostei og ymsar nýgjørdar pylsur í matpakkunum? At vit kundu keypt heimagjørdar skundverðir uttan at stúra fyri ókendum tilsetingarevnum av øllum handa slagi, sum tey kunnu í Íslandi og í Grønlandi, har tvíflísar o.a. við egnum rávørum úr fiski ella kjøti fáast bæði í handlum og í skúlakantinuni. Ja, hvussu leskiligt hevði tað ikki verið at sett dunnuegg og føroyska sild á nátturðaborðinum til gerandis?

Smidligar skipanir

Alt hatta ber til, vilja vit hava haldgóða framleiðslu til heimamarknaðin, og tað er ikki tann ófatuliga langi vegurin, tvørturímóti. Smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu og styrkja skipanir við set- og íløgu­kapitali. Eisini búnaðarvinnuni tørvar íverksetarastuðul.

Vit duga at framleiða matin, vit hava vitanina á øllum økjum. Vit duga at fletta kálvin, men trupulleikin er, at hann heldur verður blakaður á bláman, enn hann kemur í kølidiskin, verður sagt. Og tá er okkurt spinnandi galið.

Góðskingarmyndugleikin skal verða smidligari. Er hugurin ikki til sláturmiðstøðir, so má góðskast úti um, har virksemi er. Tað kemst um alt landið eftir einum degi, so vit mugu hava góðskingar út um landið alt, so vinnan kann virka á smáplássunum. Í Danmark slepst undan standarkrøvum, er talan um “traditionellan rætt” t.d. rátt kjøt og rá egg. Hetta skal fáast at virka hjá okkum, so forðingar fyri at selja føroyska matvøru vera burtur. Og føroyskar vørur mugu út í handlarnar hvønn dag, so eg og mínir líkar ikki noyðast á netið at fáa hendur á føroyskum eggum og rabarbum.

Vit eru kanska ikki kappingarfør á øllum økjum við stóru framleiðararnar á flata meginlandinum við kilometralongum veltum og akrum og við teimum stóru framleiðslutólunum, ið seta niður og heysta við nærum ongari arbeiðsmegi. Men vit kunnu kappast í dygd og góðsku -og ofta kunnu vit eisini í prísi. Og tað er dýrt at flyta millum lond, bæði í prísi og við dálking.

Dygd úr egnum køki
Matvøruframleiðslan í útlondunum er ikki serliga umhvørvisvinarlig, og av tí at okkara landbúnaður ikki er so nógv mentur enn, hava vit nú ein gyltan møguleika at skipa hann á so umhvørvisvinarligan hátt sum møguligt. Brúk er fyri visjonerum politikarum í hesum landi, ið hugsa annað enn mjólkarframleiðslu og hópframleidda matvøru.

Eg ynski mær einar Føroyar, har vit bjóða okkum sjálvum dygd úr egnum køki. Við avgjaldspolitikki skal nýtslan av føroyskum rávørum stimbrast. Vit skulu skapa einfaldari matvørulóggávu og landbúnaðarlóggávu, sum fremur tryggar matvørur og stimbrar føroyska køkin kring landið. Tá koma vit tí óneyðuga stóra innflutninginum til lívs, vit skapa arbeiðspláss kring landið, og handilsjavnin verður munandi styrktur.

Óluva Klettskarð. Tjóðveldi