Hetta vekir góð minnir. Minnist tað so týðiliga.
Stóra spenningin tá dagurin upprann. Dagurin tá FM í svimjing var. Hetta var dagurin.
Dagurin, har prógvast skuldi, at alt tað harða arbeiðið, veruliga gav úrslit.
At eg megnaði at røkka mínum málum. Onki uttanumtos. Ongar umberingar.
Í dag skuldi úrslitini vísa seg.
Aftaná fleiri 1.000 kilometrar og fleiri 1.000 tímar av harðari og miðvísari venjing. Og aftaná ótalligar morgnar har eg um hálvgunn fimm tíðina um morgunin gekk – ofta í regni – leiðina av Argjum og niðan í Gundadal, og aftaná venjing í skúla við móðum, tungum ørmum og beinum, vátum hári – og ikki minst stórum matpakkum – fyri síðan aftur at leggja leiðina niðan í svimjihøllina aftaná skúla – ja, so var tað til FM í svimjing at úrslitini skulu vísa seg.
So var tá, og so er eisini í dag.
Málrættað venjing gevur úrslit
Tað liggur eitt ófatiliga stórt arbeiði aftanfyri tey úrslit, ið fara at vísa seg í dag og komandi dagarnar. Serliga tit svimjarar hava lagt ómetaliga nógva tíð, orku og tykkara hjarta í, at røkka góðum úrslitum.
Men tit standa ikki einsamøll. Við tykkara lið standa venjarar, foreldur og avvarandi, ið somuleiðis gera alt fyri at stuðla tykkum í, at røkka teimum málum, ið tit hava sett tykkum. Hetta er serstakt og týðandi – tí saman standa tit sjálvandi sterkari.
Fyri onkur tykkara verður hetta tað FM, ið tit fara minnast restina av lívinum, tí tað er nú tit fara at røkka júst teimum málum, ið tit hava sett tykkum – fyri onnur verður hetta FM ikki tað besta, men tá er bara at halda áfram móti málinum, tí hetta verður rokkið um tit bert arbeiða nóg væl og miðvíst fram ímóti hesum. Tað eru bert 12 mánaðar til næsta FM.
Svimjing er meira enn ein ítrótt
Tað sum ger svimjing til nakað serstakt er, at svimjing er meira enn ein ítrótt – hetta er ein lívsstílur og gerst ein partur av tær.Tí tú brúkar so ómetaliga stóran part av tíni tíð og frítíð saman svimjarunum og venjarum, og tí gerst samanhaldið gott og vinskapurin sterkur. Ein vinskapur, ið kann røkka langt inn í framtíðina. Enn tann dag í dag, møtast vit við jøvnum millumbilum – teir svimjarar, ið eg svam saman við – fyri meira enn 20 árum síðan.
Ófatiliga stór framstig
Tað hevur verið ein stór fragd at fylgja rúkandi menningini í svimjingini seinastu mongu árini. Í dag er tað ikki bert FM, men somuleiðis EM, HM og OL, ið eru kappingar har tit svimjarar kunnu luttaka og standa tykkum væl millum umboð frá øðrum tjóðum.
Hvør skuldi trúð hesum fyri bert fáum árum síðan?
Pál Joensen er ímyndin av framstigunum, men hava vit hartil eina røð av øðrum svimjarum, ið standa seg ómetaliga væl. Hetta er einastandandi !
Hetta er ikki orsakað av serliga góðum umstøðum – tvørturímóti.
Svimjingin skal uppraðfestast
Nú FM í svimjing í ár hevur 40 ára føðingardag – skal hetta vera føðingardagsynskið:
Svimjingin hevur stórliga tørv á uppraðfesting frá politiskari síðu. Ongin veruliga nýggj íløga er gjørd í føroyska svimjing í yvir 30 ár.
Tí hava eldsálir í Suðuroynni tikið stig til, at byggja fyrstu 50 metra svimjihøllina í Føroyum – Pálshøll. Tit eru undangongufólk. Eisini innan føroyska svimjing ganga Vágur og suðuroyggin av sonnum undan.
Men hvat hendir kring landið og her í høvuðsstaðnum ? Alt, alt ov lítið. Hetta hóast sera stórur tørvur er á betri umstøðum til svimjing eitt nú í Eysturoynni, og hetta hóast svimjihøllin her í Gundadali er júst tann sama sum fyri 32 árum síðan. Hon var longu alt ov lítil tá eg svam fyrst í 90’unum.
Nú er nokk tosað og lovað – neyðugt er, at síggja ítøkilig framstig til frama fyri føroyska svimjingini – kring allar Føroyar !
Føroyskur OL-limaskapur sjálvandi
Eisini eiga Føroyar sjálvandi at fáa sjálvstøðugan limaskap í Olymiska felagsskapinum, so okkara bestu svimjarar kunnu umboða Føroyar – heldur enn Danmark – til komandi OL. Eisini hetta hevði verið ein avbera góð føðingardagsgáva til føroyska svimjing, til føroyska ítrótt og til føroyingar allar.
Svimjingin gongur undan
SSF hevur aftur í ár gjørt eitt megnar arbeiði at fyrireika hetta FM í svimjing. Stóra takk fyri.
Flott skrýdda høllin og ikki minst heiðursmerkjapallurin her vekir góð minnir.
FM-heiðursmerkið um hálsin. Persónliga metið sligið. Ávegis málið rokkið. Ein avbera góð kensla.
Ein kensla, ið fleiri av tykkum, ið eru her í dag, fara at hava til hetta FM í svimjing.
Koyrið á!
Fyri tykkum sjálvi.
Fyri felagið og venjarar.
Fyri Føroyar.
Tit eru fyrimyndarlig.
Við hesum orðum er FM í svimjing 2014 sett!
Í svimjihøllini í Gundadali, 17. mai 2014
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi