Føroyingar skrásettir við donskum CPR

2 November 2009
Skrivað hevur

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í lógarmálum, um hví løgreglan skrásetir føroyskar borgarar við donskum CPR-nummari.


- Hví verða føroyingar spurdir eftir donskum persónstali (CPR-nummari), tá teir verða steðgaðir av løgregluni?

- Til hvat verður skrásetingin av føroyskum borgarum við donskum CPR-nummari nýtt?

- Heldur landsstýriskvinnan tað vera í lagi at borgarar, sum liva og búgva í Føroyum, skulu nýta danskt persóntal í sínum sambandi við løgregluna?

- Ætlar landsstýriskvinnan at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi?


Viðmerkingar

Herfyri varð ein føroyingur steðgaður av løgregluni og fekk bót í sambandi við at hava tosað í fartelefon, ímeðan koyrt varð. Løgreglumaðurin, sum skrivaði bótina, spurdi um viðkomandi hevði búð í Danmark og um viðkomandi mintist sítt CPR-nummar. Frágreiðingin frá løgreglumanninum var at: “Tað brúka vit nú”. Hetta ljóðaði sostatt sum ein føst mannagongd løgreglan varð biðin at fylgja.

Spyrjarin hevur eftirfylgjandi skilt, at hetta hevur verið gjørt leingi, hóast mannagongdin møguliga ikki hevur verið hin sama allastaðni kring landið.

At spyrja hvar viðkomandi hevur búð áður virkar í sjálvum sær margháttligt, tí tað hevur einki við málið at gera, og átti tí at verið óviðkomandi fyri løgregluna. Og at føroyskir borgarar sum føst mannagongd verða bidnir at upplýsa danskt CPR-nummar er púrasta burturvið.

Føroyingar hava, tá teir búgva í Danmark, eitt danskt CPR-nummar, men verða skrásett sum “udvandret” tá tey flyta aftur til Føroyar. Kortini verða tey skrásett og viðgjørd sum danir í sambandi við mál, sum løgreglan her á landi tekur sær av. Fyri tey, sum ikki hava eitt danskt CPR-nummar, verður so upprættað eitt, sum skilst.

Tað vekir ikki trygdarkenslu, at føroyskir borgarar soleiðis verða skrásettir við donskum persóntali í útlendskum dátugrunni, í sambandi við brot á ferðslulógina.

Allir føroyingar hava eitt føroyskt persónstal, og sjálvandi má tað vera hetta, sum er galdandi og verður nýtt í øllum viðurskiftum millum borgarar og myndugleikar í Føroyum.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.