Dagurin ímorgin er nú ongin lagnudagur. Tað er val til fólkavalda tingið í einum fremmandum landi. Av lagnutungum orsøkum eiga vit tveir sessir í hesum danska parlamenti. Fyri hesar krakkar hava vit sett okkara frælsi í veð og fyri tað veðskuldarbrævið fáa vit 615 milliónir krónur um árið. Hetta svarar til áleið 5% av allari virðisskapan í Føroyum.
Tað ber til at vera umboðaður í tveimum nationalum parlamentum. Tað havi eg sjálvur roynt. Men orsøkin til, at tað ber til, er hon, at føroyingar ikki hava givið sínum egna tingi alt tað vald, sum tilkemur tí í fólkaræðisins navni, og sum samstundis hevði gjørt umboðanina á Danatingi tarvleysa.
Tjóðskaparrørslan er meginæðrin í øllum tí, sum hent er í Føroyum, hesi seinastu stórt hundrað árini. Aftanfyri politiska geiran í henni stendur meira enn helmingurin av fólkinum. Tað kann henda, at sambandsflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, fáa bæði tey føroysku umboðini á Danating í annaðkvøld.
Hendir tann ólukkan, at meira enn helmingurin av føroyska fólkinum ikki sleppur at siga fram síni sjónarmið, fyri kolonikallunum í Keypmannahavn, so læsist søgan av nýggjum, og vit standa aftur sum dinosaururin í mýrulendinum, og smokka mjúkliga, til avlátið rennur inn ígjøgnum næsagluggarnar, og alt gerst svart. Ella sum Jóannes Bóndi sigur tað so væl:
“Um vit sjálvi verða stolin, vit eru líka tolin, og siga bara skitt, lat gá”
Sessurin á Danatingi er paradoksalur, ein harramental krypilsloysn, men hann kann brúkast í tjóðskaparstríðnum, sum allir aðrir tøkir pallar. Norðuratlantsbólkurin hevur sum føroyskt nýbrot prógvað, at hetta er ein sera skilagóður háttur, at reka frælsisstríðið í egnum flokki á Fólkatingi. Tí ræður um góðu føroyingar, at tann góða sakin vinnur, eisini ímorgin.
Eysturoyingar
Fólkatingsvalið ímorgin er sjálvandi fyri allar Føroyar. Hugsi tó um mínar oyggjabúgvar, nú eg siti í einum kliva, á einum gistingarhúsi, í høvuðsborg USA – Washington DC, og ikki fái rikið valstríð á sama hátt sum onnur á klettunum. Eysturoyingar hava meira enn nakar annar skilt, hvat politiska stríðið snýr seg um í Føroyum. Tað snýr seg um ognarrættin yvir tjóðini. Frá fyrsta degi hevur stórur partur av fólkinum í oynni tikið undir við stevnuskrá Tjóðveldisfloksins og nú Tjóðveldisins.
Hyggja vit eftir tølunum fyri tey seinastu fýra fólkatingsvalini í Eysturoy, so fekk flokkurin 886 atkvøður í 1998, 1.322 atkvøður í 2001, 1.321 atkvøður í 2005 og 1.078 atkvøður í 2007. Tað skal vera mín vón, at vit í oynni aftur hesaferð aksla okkara skinn við frælsissøkina og velja Tjóðveldi ella eitt av teimum 19 valevnunum, sum vilja lata seg brúka, sum amboð, í tí ediligasta stríði, sum eitt fólk nakrantíð kann fara ígjøgnum og vera ein partur av.
Gott val øll somul.
Washington DC, 14. september 2011 (65 ár eftir Fólkatkvøðuna, tá føroyingar valdu loysing frá dønum.)