Sera nógv mál hava staðið í bíðistøðu í alt ov nógv ár.
Kommununýskipan. Fiskivinnunýskipan. Pensjónsnýskipan. Skattanýskipan. Útbúgvingarnýskipan. Bústaðarpakki og hildið kundi verið áfram. Øll eru dømi um mál, ið skuldu verið framd fyri árum síðan, men - sum vit í dag síggja - ikki vórðu framd. Hetta kostar okkum vøkstur og vælferð hvønn dag.
Sjáldan hevur verið so stórur tørvur á at fáa fólk á Løgting, ið kunnu taka røttu avgerðirnar og skapa munandi úrslit skjótast tilber.
Ríkt land, ið vit ikki hava innrættað rætt
Vit hava eitt sera ríkt land. Stórt náttúrutilfeingi, skipað samfelag og fólk við bæði vitan og førleikum.
Vit hava allar teir neyðugu byggisteinarnar til at byggja tað hús, ið vit ynskja okkum – og hóast hetta so bíða vit enn við at reisa og innrætta húsið soleiðis, at vit fáa eitt framkomið og sjálvbjargið samfelag, har øll eru við.
Greið mál, samstarv og nýskipanir fáa Føroyar framá
Tað eru vit, sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av at skipa okkara samfelag best møguligt.
Hetta kunnu vit gera við at seta greið mál, fremja samstarv – bæði tvørturum politiskar flokkar og samfelagið annars – og taka ítøkilig stig til at fremja málini í verki.
Hetta hendir ikki av sær sjálvum.
Um tú ynskir nakað nýtt í føroyskum politikki – so mást tú velja nýtt.
Velja soleiðis, at vit fáa eina politiska leiðslu í okkara landi, sum megnar at taka neyðugu tøkini og fáa Føroyar framá – nú.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi
Les meira um hjartamál, meiningar og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo