Føroyar í dag - LANDIÐ uttan LEIÐSLU

12 April 2012
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Røða hjá Kristinu Háfoss – 1. viðgerð av játtanarkarmum landins

Hugsa tær eina leiðslu, sum mitt í eini av heimsins størstu fíggjarkreppum, og við søguliga stórum halli á egnari fíggjarlóg, velur at minka landsskattainntøkur landins við yvir 300 mió. kr. svarandi til, at landsskattainntøkur landins í 2011 vóru 27% størri enn í 2012 (tá sama upphædd umvegis a-skattaskipan verður samanborin) – fyri síðan at kalla hetta ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk !

Hugsa tær eina leiðslu, ið valdi at nýta henda lutfalsliga heimsins størsta skattalætta, fyri at lætta um hjá tí helvtini av fólkinum, sum í forvegin hevði best umstøður, meðan hin helvtin bert fekk eina skattarokning umvegis pensjónsskattin. Ein flyting av virðum á yvir 300 mió. kr. árliga frá øllum til tann partin av fólkinum, sum í forvegin hevði mest. Hetta svarar til yvir 1,2 mia. kr. yvir eitt valskeið.

Hetta eru Føroyar í dag.

”Onki kemur av ongum” og kostnaðurin fyri førda politikkin seinastu árini og ikki minst fyri flatskattalættan á yvir 300 mió. kr. skal nú rindast.

Hetta verður tíverri gjørt við átøkum, sum í stóran mun koma at:


- styrkja høvuðssamfelagstrupulleikarnir,


- økja arbeiðsloysið,


- gera okkara altjóða trúðvirði og rating verri,


- minka fólkatalið enn meira, og


- skapa enn størri sosiala ójavna.

Ivasamar upplýsingar
Yvirskipað kann sigast, at vit hava fingið karmar fyri 2013 og komandi árini, ið eru grundað á ivasamt grundarlag.
Sambært seinastu upplýsingunum verður staðfest, at hallið í 2011 í veruleikanum var 258 mió. kr. – tá staðfesta veruliga nýtslan og virksemið er við – og ikki 400 mió. kr. sum upplýst er í tilfarinum. Staðfestu inntøkurnar eru eisini væl hægri í 2011 enn í kørmunum fyri 2012, samstundis sum landsstýrið boðar frá, at væntað verður at inntøkurnar økjast í 2012.


Hartil kemur, at staðfestu tølini fyri 1. ársfjóðring vísa, at kostnaðurin fyri flatskattalættan í mistum a-skattainntøkum í 2012 verður í veruleikanum heldur yvir 300 mió. kr. í mistum skattakrónum – og ikki uml. 260 mió. kr. sum landsstýrismaðurin hevur upplýst í tilfarinum. Og tá er ætlaða prístalsreguleringin av skattastiganum IKKI tikin við. Henda kemur at kosta mangt slíkt í minni inntøkum.

Eisini eru fleiri aðrir trupulleikar við fyritreytum o.ø. í játtanarkarmunum. Bert 10 min. í hesum umfari, so komið verður nærri inn á hesar í næstu røðuni. Men allir hesir trupulleikar høvdu ikki verið so avgerandi um tað bar til at fáa eyga á eina greiða visjón – eitt greitt mál í hesum játtanarkørmunum.

Tí vit mugu fáa svar uppá:


Hvørjar Føroyar skulu vit føroyingar hava um 5 ár, og eisini 10 ár og 20 ár ?

Svarið uppá hendan spurning má vera grundleggjandi fyri fíggjarkarmarnar komandi árini.
Havi leitað – men uttan úrslit. Finni tíverri ikki nakað, ið bendir á nakað yvirskipað mál.

At fara frá undirskoti til yvirskot er eitt fíggjarpolitiskt mál, men hetta kann røkkast á 100 ymsar hættir, alt eftir, hvørjar Føroyar tú ynskir at røkka. Tí má spurningurin svarast. Eisini:

Hvønn vinnupolitikk og vakstrarpolitikk ?
Her sæst ongin kós í játtanarkarmunum. Ongin fiskivinnunýskipan í eygsjón, ið kann fremja stóran inntøkuvøkstur og framgongd í vinnuni. Ongin vakstrarætlan fyri ferðavinnuna ella aðrar vinnugreinir. Hinvegin niðurskurður av gransking í Føroyum.

Hvønn økismenningarpolitikk ?
Síggi ongi orð ella ætlan á hesum øki. Tvørturímóti. Heldur enn at betra um samferðslukervið til stóru útjaðaraøkini fyri sunnan, verður ferðasambandið skert við færri túrum til Sands og Suðuroyar í næstum.

Hvønn útbúgvingar-, mentanar- og granskingarpolitikk ?


Heldur ikki her sæst nøkur kós í játtanarkarmunum.


Útbúgving, mentan og gransking skal skerjast við 56 mió. kr. komandi árini.


Hetta er júst umvent av tí, ið eigur at verða gjørt.

Vórðu politisku lyftini um raðfesting av útbúgving í Føroyum, og lyftini um, at gera alt fyri at fáa fólkavøkstur aftur í Føroyum – vóru hesi bert orð uttan innihald og meining ? Hetta er í hvørtfall viðkomandi spurningur at seta sær, tá hugt verður at raðfestingunum hjá samgonguni har:


- Fróðskaparsetur Føroya verður skert.


- ES-granskingar luttøka verður beind burtur.


- Havrannsóknarskipið verður ikki bygt.


- Tjóðleikhúsið verður ikki til veruleika.


- Mentanarøkið sum heild verður skert.


- Marknagilsdepilin skal útsetast til 2016.


- Lestrarstuðulin verður skerdur.

Vit vita øll, at skulu Føroyar framá er alneyðugt við munandi raðfesting av okkara útbúgving og mentan. Hetta er lykilin til, at fáa okkara ungu at velja Føroyar sum teirra framtíðar heim og lykilin til trivnað, vinnuvøkstur og fólkavøkstur.

Tykist sum samgongan hevur valt at stongja hurðina, heldur enn at nýta røttu lyklarnar at lata hurðina til framgongd upp.

Tann glottin sum er at hóma er, at ætlanin nú er at skapa færri og sterkari eindir skúlaeindir í fólkaskúlanum. Hetta skal tó gerast í samráð við avvarandi partar og grundað á ynskið um at hækka fakliga og sosiala støðið í skúlunum kring landið.

Hvønn politikk á almanna- og heilsuøkinum ?
Heldur ikki her er nøkur kós. Síggja, at almanna- og heilsuøkið nú skal skerjast við 170 mió. kr.

Hetta verður gjørt, eitt nú við at fastfrysta (og harvið í veruleikanum minka) játtanina til Børn og Ung, ið hava serligar avbjóðingar – tann bólkurin, ið er mest útsettur í Føroyum – og at økja – tann í forvegin heimsins hægsta pensjónsaldurin – úr 67 upp í 68 ár í 2013 og 69 ár longu í 2016 – og sum skilst uppí 70 ár stutt eftir.

Ætlanin er í hvørtfall at fremja 2 ára hækking av pensjónsaldri eftir 3 árum. Hetta tykist sum enn ein hovsa-loysn, nærum barnagtigt og enn ein total niðurgerðing av øllum føroyingum og ikki minst pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, ið einaferð enn – eins og við pensjónsskattingini - verða hildnir totalt uttanfyri alt, ið viðvíkir hesum týðandi økinum fyri okkum øll.

Hevur landsins leiðsla yvirhøvur umhugsað avleiðingarnar av hesi so bráðligu hækking í hesum døgum ? Hevur samgongan umhugsað, at:

1) 500 færri fara av arbeiðsmarknaðinum í 2013 og 500 færri afturat í 2016.
Hetta vil elva til munandi færri størv til okkara ungu, og væntandi væl størri ungdómsarbeiðsloysi. Í hvørtfall munandi verri hjá ungum at venda aftur til Føroya.


Ynskja vit minni tilflyting og størri arbeiðsloysi ?

2) Munurin millum pensjónsaldurin í grannalondum okkara og hjá okkum gerst metstórur. Við øktum pensjónsaldri gerst tað sera áhugavert hjá nógvum føroyingum at flyta til Danmarkar. Har kunnu føroyingar fáa fólkapensjón sum 65 ára gomul. Nógv vilja helst nýta henda møguleika, at gerast pensjónistar 4 ár áðrenn í Føroyum.


Ynskja vit hesa fráflyting ?

3) ALS fer væntandi at minka munandi um útgjald og/ella økja inngjaldið.
Ynskja vit hetta ?

4) Tað vera einaferð enn tey, ið eru ringast fyri, ið koma at verða harðast rakt.

Tí bert um tú ikki hevur ráð at spara upp sjálvur, og bert hevur fólkapensjón, kemur tú at verða raktur av hækkaða pensjónsaldrinum.


Verður ynskt at gera enn fleiri átøk fyri at víðka gjónna millum láglønt og hálønt í Føroyum ?

Hartil kemur, at ongin ivi er um, at við hesi munandi hækking av pensjónsaldrinum – 2 ár yvir 3 ár – tekur samgongan, eins og við pensjónsskattingini, grundarlagið undan tí langtíðarætlan og breiðu undirtøku, ið ætlandi skuldi vera fyri pensjónsnýskipanina í okkara landi. Óbúgvið og ómetaliga harmiligt.

Broyting í pensjónsaldri skal ikki nýtast sum konjukturjavnandi átak. Hetta má vera liður í eini langsigtaðari pensjónsætlan, ið fólk kenna seg trygg við. T.d. 1 mánað hækking pr. ár, og harvið 3 ára hækking av pensjónsaldri yvir 36 ár. Hetta hevði givið øllum góða tíð at fyrireika seg, og í størri mun tengt hækkingina av aldrinum til hækkaðan livialdur.

Tann lítli glottin, ið er á heilsuøkinum er ein ætlað samansjóving av sjúkrahúsunum. Tað er gott, og vóni at hetta verður til veruleika. Eisini gott at nýggir bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum verða tøkir í næstum – hóast seinkingar - og at ætlanin er at veita nýggj tilboð. Men verður hugt at játtanini til Børn og Ung, so er ætlanin at henda verður óbroytt í 5 ár. Hetta er í veruleikanum ein niðurgongd, samstundis sum átroðkandi tørvur er á fleiri tilboðum. Undarlig niðurraðfesting samstundis sum onnur fáa munandi skattalættar.

Hvønn sjálvbjargnispolitikk ?
Á hesum øki er ein greið kós sett. Ein kós, ið greitt hevur til endamáls at fáa Føroyar burtur av sjálvbjargniskósini.Fyrstu stigini hava verið blokkhækking, niðurlegging av arbeiðinum við stjórnarskipan og føroyskari rættarskipan, og niðurlegging av sendistovum, verður nú farið undir næsta stigið.


Hetta er, at niðurleggja avgerandi óheftir landsstovnar. Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya.

Frá ”Danmarks Nationalbank” til ”Tælle” ?
Hugsa tær um danski fíggjarmálaráðharrin ein morgun sendið ein teldupost til danska Nationalbankan og Danmarks Statistik við boðum um, at nú verða stovnarnir niðurlagdir.


Øll gjaldførisumsiting, lántøka o.a. verður løgd til almennu lønarumsitingina beint undir ráðharranum.


Øll hagtøl og greining løgd í nýggjan stovn kallaðan ”Tælle”.


Út við Danmarks Nationalbank og Danmarks Statistik. Inn við Tælle.

Helst høvdu tey flestu hugt í kalendaran fyri at vita um 1. apríl var.


Hetta var í hvørtfall kenslan eg fekk, tá eg hugdi ígjøgnum uppskotið til játtanarkarmar komandi 5 árini.

Men talan var tíverri ikki um apríl-snar, men um veruleikan í Føroyum í dag.


Tí í Føroyum varð teldupostur sendur Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya har fráboðað varð, at Landsbanki Føroya verður avtikin og somuleiðis Hagstova Føroya. Í staðin fyri Hagstovu Føroya verður settur á stovn stovnur við heitinum ”Telja”. Tú álvaratos !


Kennir Fíggjarmálaráðið ikki til týdningin av hesum landsstovnum okkara ?


Og er Fíggjarmálaráðið nú vorið samskiftisfyritøka við sergrein innan samleikaskifti ?

Hetta má vera skemt. Hugsi tykkum um Danmarks Statistik og Danmarks Nationalbank skuldu eita Tælle. Fyri at spara 2 mió. kr. !

Hetta er peningur, ið lættliga kann sparast við at fáa verandi stovnar at samstarva tættari – og kann sparingin skjótt missast aftur vegna útreiðslur til umskipan og umlegging – og ikki minst verri trúvirði og altjóða rating, ið aftur ávirkar okkara rentu og rentuútreiðslur.

1. januar høvdu vit eina bruttoskuld á 5,2 mia. kr. Um vit rinda 4% í rentu av hesi er talan um 208 mió. kr. í rentum av bruttoskuldini. Um rentan hækkar vegna verri rating eitt kvart prosent til 4,25%, so økjast rentuútreiðslurnar uppí 221 mió. kr. – tvs. øking á 13 mió. kr. – um rentan økist hálvt prosent til 4,5%, so økjast rentuútreiðslurnar upp í 234 mió. kr. – tvs. øking á 26 mió. kr.

Hartil kemur at tað er alt annað enn skilagott at leggja gjaldførisumsitingina í stovn beint undir landsstýrismanninum. Hugsa tær trýstið frá innanhýsis peningastovnum o.ø. um, at seta alment gjaldføri í føroyskar bankar og føroyskt virksemi, heldur enn sum nú, at lata óheftan landsbanka seta gjaldførið har mett verður, at hetta samfelagsbúskaparliga er best.

Hetta við niðurlegging av Landsbankanum lýsir grundleggjandi manglandi vitan um týdningin av hesum. Hartil kemur, at niðurleggingin av nøkrum av føroysku flaggskipunum tá umræður tjóðarbygging, symboliserar bara ein nógv meira grundleggjandi trupulleika við hesum játtanarkørmunum.

Tjóðveldi fer at leggja greið boð fyri framtíðina
Tjóðveldi vil, at vit skulu gera Føroyar til fremsta vælferðarsamfelagið í Norðurlondum, og ynskir Tjóðveldi enn sum áður at vera við til at byggja land og vera við til at fremja allar tær nýskipanir, ið kunnu gagna okkara landi og fólki.

Men hesir játtanarkarmar eru ikki rætta kósin fyri Føroyar. Mangla í stóran mun eina yvirskipaða ætlan, ið skal til fyri at vit aftur fáa fólkavøkstur og framgongd í samfelagnum, ið skal til fyri at fáa eitt sjálvbjargið samfelag. Tíverri eru nógv átøk, ið enntá kunnu økja um minking í fólkatalinum. Úr rúgvuni kunnu nevnast eitt nú:


- Pensjónsaldurin upp 2 ár fram til 2016, og fer hetta at geva munandi færri størv og skapa minni tilflyting og størri ungdómsarbeiðsloysi.


- Fróðskaparsetur Føroya verður skert, og fer hetta at senda óneyðuga nógv ung av landinum, heldur enn at bjóða teimum møguleikan at vera í Føroyum.

Eins og við alternativu fíggjarlógini fyri 2012, ið vit løgdu fram, har hallið bert var 147 mió. kr. í 2012 í mun til 365 mió. kr. hjá samgonguni – og har greið boð vóru uppá meira rættvíst býti av samfelagsvirðunum - fara vit at gera okkara til, at fáa broytt hesar fíggjarkarmar í fíggjarnevndini, og fara at leggja fram greið og ítøkilig boð uppá, hvør vit meta rætta kósin er fyri Føroyar komandi árini.

Ein kós, ið fer at skapa framburð, samhaldsfesti og sjálvbjargni – og beinanvegin fær Føroyar úr verandi rundkoyring og inn á ein veg, ið fær Føroyar framá.

Á Løgtingi, 10. apríl 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi