Føroyar hava brúk fyri tær

12 June 2015
Skrivað hevur
Jóhan Lützen

Vit liva undir eini absurdari skipan. Ein embætismaður hevur fastan sess í løgtinginum, bara tí hann er ríkisumboðsmaður. Og um nakrar dagar skulu vit velja tvinni umboð í eitt ting, sum ikki er okkara.

Men tað hevur verið enn meira absurd at hoyrt mjarrið tey seinastu 4 árini frá teimum føroysku umboðunum á danatingi. Vit orka onki, vit kunnu onki, vid duga onki, og vit vilja hava meira pengar frá tykkum, tykist hava verið boðskapurin. Og ja, forrestin, so eru Føroyar ein eins náttúrligur partur av danska ríkinum, sum Bornholm. Ikki er frítt, at ein má bíta seg í tunguna og spyrja seg sjálvan, um hetta skal vera ímyndin av føroyingum í tí Harrans ári 2015?!

Nei, vit skulu ikki standa sum ein ímynd av biddarum og vesalavættum mótvegis dønum. Verða tær neyðugu broytingarnar gjørdar herheima í Føroyum, megna vit sjálvi at fíggja okkara vælferð og finna okkara egnu bein í alheims samfelagnum. Og tað er hetta, sum vit, loysingarfólk, skulu brúka fólkatingssessin til at fortelja dønum.

- Vit skulu fortelja dønum, at vit vilja gera okkara egnu grundlóg, uttan danska uppíblanding!

- Vit skulu fortelja dønum, at vit sjálvi megna at fíggja okkara egnu vælferð!

- Og vit skulu fortelja dønum, at Føroyar stevna beint ímóti republikkini!

Góðu føroyingar, góðu loysingarfólk. Eg veit væl, at tað smakkar illa í okkara munni at fara á fólkatingsval. Hetta valið kemur ikki okkum við, kann sigast. Men kortini er ein meining við tí, tí tað tænir ikki okkara frælsisstríði at lata sessirnar til tveir sambandsmenn. Tað tænir ikki okkara frælsisstríði at danir skulu hoyra upp á føroyskt sambandsmjarr í enn eitt valskeið. Og tað tænir so slettis ikki okkara frælsisstríði at lata tveir sambandsmenn brúka fólkatings­sessirnar til at bidda sær danskar pengar.

Nú er stutt eftir á mál, til valið verður. Við einari mynd frá kappróðraítróttini kunnu vit siga, at vit eru komin inn um Kósabrúnna og nærkast bedingini. Nú er stundin komin til at seta fulla ferð á endaspurtin og ganga fram á sambandsskúturnar í hvørjum taki, til vit hava lagt tær báðar afturum.

Vil tú vera við til at taka eitt tak fyri ta føroysku tjóðina? So er at fara á val hósdagin, og seta krossin við Tjóðveldi. Tí Føroyar hava brúk fyri tær og tínari atkvøðu, eisini í eini absurdari skipan.

Gott tjóðveldisval, øll somul.

Jóhann Lützen, valevni Tjóðveldi til fólkatingsvalið