Føroyar har vitan er vitin – nú !

8 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Hetta gera vit við m.a. at hækka okkara vitanarstøði, og her hava allir tættir í útbúgvingum okkara stóran týdning.

Mál at røkka í komandi valskeiði:

Samanhangandi útbúgvingarætlan frá dagstovnum til hægri lestnað. Málið skal vera at fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at nema sær minst 12 ára útbúgving (fólkaskúli og miðnám).

Fólkaskúlanýskipan har einstøku skúlarnir fáa fríar ræsur at skipa undirvísingina innan ávísar karmar. Nútímansgera og menna karmarnar - útgerð, útbúgvingartilfar, útbúgving og vitan hjá lærarum. Hartil samskipa fólkaskúlan í størri eindum, til gagns fyri næmingar og lærarar.

Miðnámsskúlanýskipan har lesandi kunnu samanseta eina útbúgving sum hóskar til teirra. Hetta við at velja fak tvørturum ymsar miðnámsútbúgvingar. Skapa miðnámsdeplar kring landið – Suðuroy, Kambsdalur/Klaksvík og Marknagil.

Fróðskaparsetur Føroya menna nýggjar málrættaðar útbúgvingar. Uppstíga maritimu útbúgvingarnar til eisini at verða hægri útbúgvingar. Menna hesar til framkomnar hægri útbúgvingar og bjóða hesar bæði til føroyingar og útlendingar. Hava sum mál at fáa Føroyar til at gerast førandi í heiminum innan hægri maritimar og havfrøðiligar útbúgvingar – og gransking innan hetta økið, m.a. í tøttum samstarvi við fiski- og alivinnuna.


Menna samstarv við útlendsk fróðskaparsetur um útbúgvingar og tryggja umstøður til, at føroyingar kunnu taka fjarlestur og nýta lestrarvegleiðarar og høli hjá setrinum til part av undirvísingini.

Breiða politiska langtíðarsemju millum so nógvar flokkar á tingi sum møguligt um eina útbúgvingarnýskipan og -ætlan fyri Føroyar, ið røkkur tvørturum fleiri valskeið.

Tað er okkara ábyrgd
Vit vita tað øll. At vitan er eitt slag av vita. Vitin vísir veg og røttu kós. Uttan vitar er skjótt at velja skeivu leiðina. Hetta kostar tíð, orku og vælferð.

Við at hækka okkara vitanarstøði fáa vit neyðugu amboðini til, at taka rættar avgerðir og at velja røttu kósina fyri okkum og okkara samfelag. Eisini er íløga í vitan ein fyritreyt fyri, at skapa nýggjar inntøkur og fyritreyt fyri, at fáa fleiri ung at velja Føroyar sum teirra heim.

Tí er so alneyðugt at raðfesta íløgur í vitan høgt.

Ábyrgdin er okkara og vit skulu fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá - nú.

Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Henda grein er partur av greinarøð. Les meira um hjartamál, meiningar o.a. á www.kristinahafoss.fo