Vit eru øll fødd við ymsum fyritreytum. Øll hava vit nakað serstakt at bjóða. Tó eru tað summi, ið hava meira yvirskot at geva av, og onnur, ið hava størri tørv á, at fáa eina hjálpandi hond. Soleiðis er sjálvandi eisini her í Føroyum.
Spjeiddar tænastur
Í Føroyum hava vit í áravís ment ávísar tænastur til føroyingar, ið hava serligar avbjóðingar í lívinum. Tó er langt eftir á mál. Vit hava í dag ymiskar tænastur spjeiddar yvir eina røð av stovnum og tvørturum aðalráð – kann nevna Almannaráðið, Mentamálaráðið og Heilsumálaráðið, Nærverkið, Almannastovan, NSR-tænastan, Kommunur, Barnagarðar, Fólkaskúlin, Landssjúkrahúsið, Sernámsdepilin o.s.fr.
Ongin samskipan og nógvar dyr
Ongin verulig samskipan er av tænastum til fólk við serligum avbjóðingum. Onki einstakt stað, ið tú kanst venda tær til, um tú hevur tørv á hjálp. Alt velst um, hvør tørvurin er, og kann hesin vera skiftandi og innan ymisk øki. Dyrnar eru tí nógvar, umsóknir í hópatali skulu skrivast, og skalt tú sjálvur tryggja, at fylgt verður upp til røttu tíð – ferð eftir ferð. Nakað, ið familjur, ið hava børn, ung ella vaksin við serligum avbjóðingum ofta ikki hava orku til. Hetta merkir aftur at vit als ikki hjálpa soleiðis sum hjápin átti og kundi verið veitt.
Hvussu ringt kann tað vera ?
Vit hava eitt avmarkað tal av børnum, ungum og vaksnum við serligum avbjóðingum í Føroyum. Átti at verið lætt at havt ávíst yvirlit yvir hesar føroyingar við neyðugu upplýsingunum (eftir ynski hjá hvørjum einstøkum og familjunum). Fyri at tryggja hesum eina góða hjálpandi hond áttu síðan - millum tey starvsfólk, sum í forvegin eru í fyrisitingini - at verið útnevndir samskiparar, ið skuldu tryggja, at fylgt var upp t.d. viðv. heilsu, útbúgving, trivnaði, avvarandi o.s.fr. fyri einstaka persónin. Á henda hátt høvdu øll havt havt eitt stað og ein persón at vent sær til, tá tørvur var á eini hjálpandi hond. Hetta hevði lætt munandi um hjá familjum og uttan iva eisini minkað nakað væl um fyrisitingarligt dupultarbeiði.
Munandi betur tænastu fyri somu pengar
Vit koma væntandi ongantíð at kunna bjóða allar tænastur her í Føroyum, men møguleikar eru fyri menning av nýggjum tilboðum.
Ein møguleiki er, at ein partur av tí peningi, ið verður lagdur í útlendsk tilboð, verður nýttir at bjóða og menna nýggj tilboð í Føroyum. Um hesin leistur varð valdur - hví ikki bjóða nýggjar tænastur til børn, ung og vaksin í Føroyum, og um møguleiki er fyri hesum, eisini bjóða øðrum – bæði lærarum, námsfrøðingum og brúkarum - úr grannalondum okkara at koma henda vegin í ávíst tíðarskeið ?
Hetta kundi givið bæði førleikamenning, inntøkur og nýggjar tænastur.
Tá umræður at fáa meira fyri somu krónur, so er ongin ivi um, at tað er skilagott at samskipa tænasturnar betri, og at bjóða neyðugu tilboðini so tíðliga sum møguligt, heldur enn at bíða til trupulleikarnir eru vorðnir stórir … ov stórir.
Nøkur mál at arbeiða víðari við
1) Samskipa tænastur og gera neyðugar avtalur tvørtur um ráð og stovnar fyri at tryggja, at fólk kunnu venda sær til eitt stað - í mest møguligan mun.
2) Eftir greining/diagnosu verða persónligar virkisætlanir gjørdar – í samráð við allar partar - fyri ymsu stigini á lívsleiðini hjá einstaka persóninum og familjuni.
3) Um samlaðu virkisætlanirnar vísa, at tørvur er á nýggjum tænastum, ið ikki verða veittar í Føroyum í dag – taka stig til, at menna og íverkseta har hetta verður mett rætt. Flyta tænastur úr útlondum til Føroya har hetta verður mett skilagott.
4) Tilnevna samskiparar millum starvsfólk sum eru fyrisitingini í forvegin. Hesir skulu hava ábyrgd av uppfylging og ráðgeving v.m. av ásettum tali av fólkum við serligum avbjóðingum.
5) Menna Skúlan á Trøðni, serskúlatilboð á útvaldum skúlum kring landið og skúlatilboð til tey ungu, ið eru liðug við fólkaskúlatíðina. Tryggja at starvsfólk á skúlunum fáa atgongd til neyðuga útbúgving og eftirútbúgving fyri soleiðis at hava neyðugu vitanina til at menna børnini og tey ungu sum mest. Her kann uttan iva í ávísan mun samskipast partvíst við BA útbúgvingar hjá lærarum og námfrøðingum.
6) Fáa til vega neyðugar bústaðir til øll tey mongu, ið standa á bíðilistum.
Ábyrgdin er okkara
Sum kunnugt so verður styrkin hjá einum samfelag mett eftir, hvussu dugnaligt samfelagið er til, at taka sær av teimum, ið hava størst tørv á hesum. Tí megna vit ikki at bjóða teimum, ið hava allar størst tørv á eini hjálpandi hond neyðugu hjálpina, tá megna vit ikki at reka eitt framkomið og sjálvbjargið samfelag, ið er fyritreytin fyri, at okkara land og samfelag skal mennast og hava eina bjarta framtíð.
Ábyrgdin er okkara og vit skulu fremja neyðugu nýskipanirnar … nú.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi
Henda grein er liður í greinarøð. Les meira um mál, meiningar o.a. á www.kristinahafoss.fo.