Føroyar fremst innan effektiva fyrisiting – nú !

25 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Gagnnýta smádriftsfyrimunir
Heldur enn at síggja tað sum ein vansa at vera lítið land við lítlari fyrisiting, skulu vit síggja hetta sum ein fyrimun. Tí hetta gevur møguleikar. Ikki stórdriftsfyrimunir – men smádriftsfyrimunir.

Tað er munandi lættari og skjótari at venda einum útróðrarbáti enn einum stórum ferðamannaskipi. Um vit skipa okkum rætt kunnu vit ganga á odda við skjótt at tillaga okkum til nýggjar avbjóðingar og nýggjan tørv – heldur enn at ganga aftaná.

Fyrisitingarnýskipan
• Skipa almennu fyrisitingina á einfaldan og gjøgnumskygdan hátt.
• Leggja líknandi virksemi í somu eind - taka burtur dupultfunktiónir og samskipa felagsvirksemi.
• Skapa eitt betri fakligt umhvørvi fyri starvsfólk, tí starvsfólk við líknandi uppgávum verða savnað.
• Tryggja at skipanin er skjót at tillaga, tá nýggjar avbjóðingar krevja hetta.
• Felags innkeyp og greiðan útboðspolitikk.
• Fáa sum best tænastu fyri játtanina, ið er tøk.
• Gera eina skipan, ið er hóskandi til 49.000 íbúgvar – ikki til grannalond okkara.

Tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at skipa okkara samfelag so væl sum møguligt. Latið okkum fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá - nú

.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Les meira um hjartamál, meiningar, familju og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo