Føroyar framá innan útbúgving – nú !

27 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Altjóða kanningar vísa, at tey lond, ið gera íløgur í útbúgving og vitan, eru tey lond, ið hava størst búskaparliga framgongd. Hetta er eisini galdandi fyri Føroyar. Enn nýta vit lutfalsliga færri útreiðslur til útbúgving og lutfalsliga færri fáa sær eisini víðari útbúgving eftir fólkaskúlan - í mun til grannalond okkara.
Úrslit okkara í altjóða PISA kanningini eru eisini tey ringastu í Norðurlondum. Hetta skulu vit gera nakað við. Fleiri átøk skulu fremjast, og skulu vit røkka fylgjandi málum í komandi valskeiði:

Útbúgvingarnýskipan - samanhangandi útbúgvingarætlan
Samanhangandi útbúgvingarætlan úr dagstovni til hægri útbúgving. Málið skal vera at fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at nema sær minst 12 ára útbúgving (fólkaskúli og miðnám).

Fólkaskúlanýskipan
Eftirmeta verandi fólkaskúlaskipan og nútímansgera útbúgvingina, útbúgvingartilfar, læraraútbúgving og eftirútbúgving hjá lærarum. Samskipa væl millum fólkaskúlaeindirnar til gagns fyri næmingar og lærarar. Avmarka fyrisitingarligt arbeiði hjá lærarum mest møguligt.
Skúlatilboð til børn við serligum tørvi skulu mennast og samskipast kring landið.

Miðnámsskúlanýskipan
Lesandi skulu kunna samanseta eina útbúgving sum hóskar til teirra. Hetta við í stóran mun at kunna velja fak tvørturum ymsar miðnámsútbúgvingar. Skapa miðnámsdeplar kring landið – Suðuroy, Kambsdalur/Klaksvík og Marknagil/Vestmanna.
Yrkisútbúgvingar okkara skulu endurnýggjast soleiðis at hesar hóska til krøvini hjá vinnuni og lúka altjóða krøv til yrkisútbúgvingar.

Fróðskaparsetur Føroya mennast
Stovna nýggjar málrættaðar útbúgvingar. Uppstíga maritimu útbúgvingarnar til eisini at verða hægri útbúgvingar. Seta okkum sum mál at fáa Føroyar til at gerast førandi í heiminum innan hægri maritimar og havfrøðiligar útbúgvingar – og gransking innan hetta økið. M.a. í tøttum samstarvi við fiski- og alivinnuna. Menna fjarlestrarmøguleikar í samstarvi við útlendsk fróðskaparsetur.

Kappingarførur lestrarstuðul
Lestrarstuðul okkara skal vera kappingarførur við lestrarstuðul í grannalondum okkara. Neyðugt er at lesandi hava trygt inntøkugrundarlag allar mánaðarnar í árinum. Ikki bert 11/12 av árinum. Tí skal stuðul veitast 12 mánaðar um árið. Neyðugt er eisini at hækka stuðul til stakar uppihaldarar, ið eru lesandi, soleiðis at hesir í størri mun enn í dag hava ráð og møguleika at nema sær útbúgving.

Breiða politiska langtíðarsemju
Semja skal gerast, millum so nógvar flokkar á Løgtingi sum møguligt, um eina útbúgvingarnýskipan og -ætlan fyri Føroyar, ið røkkur tvørturum fleiri valskeið. Henda ætlan skal fevna um alla okkara útbúgvingarskipan - úr dagstovni til hægri útbúgving.

Nýskipanir fremjast fyri at fáa Føroyar framá


Íløgur í okkara útbúgvingar og vitan er fyritreyt fyri, at skapa búskaparvøkstur, trivna, nýggjar inntøkur og at fáa fleiri ung at velja Føroyar sum teirra framtíðar heim.
Tað eru vit, ið búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at skipa okkara samfelag so væl sum møguligt.
Latið okkum fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá – nú.


Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Les meira um hjartamál, meiningar og mangt annað á www.kristinahafoss.fo.