Føroyar - eitt økið

20 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Havnin og ein vælútbygdur útjaðari skulu stuðla upp undir hvønn annan. Javnvág millum økini í landinum gevur besta búskaparliga avkastið.


Tað skulu vera javnsettar umstøður at skapa vinnu og góð lívskor. Fjølbroyttar umstøður skapa fjølbroyttar loysnir. Eitt land, har íbúgvarnir troka seg saman í miðstaðnum, missir nýskapandi megina.


Grundgeving fyri avmarkingum í útjaðaranum eru sum oftast búskaparlig atlit. Men hyggja vit at hugtakinum “meginøki” og “útjaðari”, so er tað í stóran mun tengt at spurninginum um býti av samfelagságóðum. Býarfólk meta, at tey hava rættin at avgera, hvussu virðini í samfelagnum verða býtt, tí tey eru flest í tali. Men útjaðarin umboðar bróðurpartin av virðisøkingini í samfelagnum, og tí eigur hesin partur av landinum eins góðan rætt at taka lut í býtinum av ágóðum.


Tað materiella er eitt, hitt er tað bleyta tilfeingið: menniskjað. Her er menning og trivnaður fyritreytin, sama um tú býrt í bý ella á bygd, aldur og uppruna.


Vit skulu alt fyri eitt gera eina ítøkiliga landsætlan við ítøkiligum raðfestingum fyri at fáa ferð á Føroyar. Vit noyðast at satsa.


Hesar raðfestingar hava stóran týdning:
Nýhugsanargunnur: Einar 50 milliónir verða settar av, árliga, í 10 ár, sum skulu nýtast til íverksetan av vitanarkrevjandi vinnum og granskingarverkætlanum kring landið. (Møguliga undir Framtaki)
Útjaðaragrunnur: 20 milliónir skulu setast av í grunn, ið tekur serligan váða á seg, so tað eisini ber til at gera íløgur á útoyggj og í smáum bygdum kring landið. (Møguliga undir Vinnuframagrunninum)
Fokus-menning: Vakstrarætlanir skulu gerast, har tørvur er á at skapa framburð og trivnað.
Undirstøðukervið: Viðlíkahald og útbyggingar eftir raðfesting í Samferðsluætlan 2012-2024.
3 sjúkrahús - við lokalari leiðslu. Gera greiðar ætlanir og gjøgnumskygdar ásetingar fyri hvørt sjúkrahús.


Kommunubygnaðurin: Samanlegging av kommununum skal gjøgnumførast og útjavningarskipan setast í verk.


Útoyggjarnar undir landið: Útoyggjarnar skulu skipast sum ein landskommuna. Hetta skal gerast eftir einari væl skipaðari ætlan. Málið er, at útoyggjarnar skulu gerast aktiv í nýggjari ferðavinnu.

Olga Biskopstø

Olga Biskopstø