Føroyar eitt miðøki í Evropa

28 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Hyggja vit at land- og havkortinum, so síggja vit, hvussu stórt Føroya land í veruleikanum er. Oyggjarnar eru grønir blettir, ið kaga undan havskorpuni. Eitt land, mitt í kovanum við gyltum fiski, og mati, ið heimurin hevur tørv á, og við møguligari olju í undirgrundini. Oyggjarnar eru millum tær vakrastu í heiminum, oasir, við dugnaligum, væl útbúnum fólki.

Tað er langt síðan, at onnur lond, eitt nú USA, sóu týdningin av okkara staðseting mitt í Norðuratlantshavi. Ikki bara var havøkið áhugavert, men eisini loftrúmið. Ein staðseting, ið gagnar umheiminum, og sum vit kunnu njóta gott av, eisini búskaparliga.

Men hvat fáa vit fyri hesar fyrimunir? Svarið er einfalt – alt ov lítið. Og soleiðis verður tað, so leingi vit ikki eru fræls tjóð, eitt sjálvstøðugt land, har vit sjálvi kunnu gera avtalur og sáttmálar við umheimin.

Heimurin broytist og landafrøðin eisini. Skjótt verður siglandi í norðaru hálvkúluni, ein farleið, har ísur í øldir hevur forðað fyri atgongd.

Áðrenn vit vita av, verða Føroyar miðøkið í Evropa, tá tað umræður sigligarfarleiðina í Norðuratlantshavi. Hetta eiga og skulu vit njóta gott av. Men tað krevur, at vit veruliga taka okkum saman og duga betur at skipa okkara samfelag. At vit gera ætlanir, ið røkka longur enn til næstu Ólavsøku.

Hetta krevur eisini, at vit ikki halda fram við at vera nalvaull hjá Danmark, har Danmark setur dagsskránna.

Vit skulu hava ferð á Føroyar – við at seta fullveldi á dagsskrá. Hetta er ikki bara neyðugt, tað er eisini fyritreytin fyri, at Føroyar koma burtur úr teirri naggatódn, vit eru í nú.

Búskaparmenning er = fullveldi.

Hetta veit Tjóðveldi, og vit fara altíð eftir tí, sum er best fyri Føroyar.


Olga Biskopstø