Føroyar eitt burðardygt samfelag

28 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Tað er eyðsýnt, at vit skulu nøkta tørvin hjá okkum menniskjum, sum í dag búleikast á jørðini, men hetta skal ikki minka um møguleikarnar hjá komandi ættarliðum eisini at nøkta sín tørv. Tí er hetta mál so týdningarmikið.
Vit halda, at vit liva í heimsins reinasta umhvørvi. Hetta er partvíst rætt, men ikki so leingi afturat, tí vit eru hótt av dálking frá øðrum samfeløgum, men so sanniliga eisini av okkara egna burturkasti.


Skulu vit halda fram at liva í vælferð, við ábyrgd fyri okkara umhvørvi, noyðast vit at fara nógv miðvísari til verka enn higartil.
Vit skulu hava nýggja umhvørvisverndarlóg, ið tryggjar fugla- og plantulív, áir og vøtn.
Ullin av seyði skal koma til høldar, øll sum hon er.


Vit skulu tryggja burðardygga veiðu og burðardygga framleiðslu av tí, sum kemur úr jørðini, havbotni og undirgrund.
Vit skulu hava eina burðardygga ferðavinnu.


CO2-útlátið skal minkast, og vit skulu arbeiða miðvíst fyri at byggja alternativu orkuna út.
SEV eigur at fara undir landið, í góðum samstarvi við kommunurnar.
Gransking og royndir innan orku skulu raðfestast sera ovarlaga.
Tjóðveldi vil tryggja, at Føroyar gerast burðardyggar.


Olga Biskopstø