Nýggju miðlarnir og atgongdin til vitan og undirhald umvegis alnót, sjónvarpsrásir, spøl v.m. geva ríkar møguleikar. Hetta ger eisini at vit læra onnur mál enn betri, og tað er bæði gott og neyðugt. Men fyri okkara egna mál er hetta ikki ríkandi í dag – tvørturímóti. Orsøkin er, at vit tíverri ikki hava megnað at raðfesta møguleikan at nýta føroyska málið samsvarandi menningini annars.
Føroyskt tilfar og amboð til umseting skulu raðfestast
Enn eru amboð ikki tøk hjá almenninginum, ið lætt og skjótt kunnu umseta alt talgilt tilfar fyri okkum, men tílík amboð verða uttan iva tøk í nærmastu framtíð. Í dag eru tó nógv ítøkilig átøk, ið vit kunnu fremja fyri at geva okkara máli betri umstøður – eitt nú hesi:
• Greiðan málpolitikk, ið hevur ítøkilig mál fyri støðuga menning av føroyska málinum.
• Alt barna- og ungdómstilfar, ið Kringvarp Føroya framleiðir skal kunna keypast til sámuligan kostnað.
• Munandi meira orka skal nýtast í Kringvarpi Føroya til framleiðslu av nýggjum tilfari og umseting av tilfari til børn og ung.
• Møguleiki skal vera fyri, at velja føroyska málið í best umtóktu barna- og ungdómsfilmunum og tá samskift verður umvegis fartelefon, spøl og teldu o.l. Samstarv skal gerast við størstu framleiðararnar av filmum, spølum og forritum, so eisini føroyskt kann veljast.
• Altjóða amboðið (translate.google.com), ið kann umseta allar heimasíður v.m. til alskyns mál, skal eisini fevna um føroyska málið og skal kunna umseta alt til føroyskt.
• Talgildu orðabøkur okkara skulu støðugt mennast
• Økt framleiðsla av nýggjum føroyskum undirvísingartilfari bæði í pappírsútgávu og teldutøkari útgávu.
• Støðugt fleiri nýggjar føroyskar barna- og ungdómsbøkur.
• Stuðul til listafólk, ið velja at framleiða á føroyskum.
Føroyskar sólskinssøgur á Facebook og alnótini
Nakrar sólskinssøgur eru, ið styrkja okkara mál. Eitt nú føroysk útgáva av Facebook og teldutøku orðabøkurnar. Hesi eru týðandi framstig og skulu vit hava meira av hesum.
Ábyrgdin av føroyska málinum er okkara
Tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at taka okkum væl av okkara føroyska máli. Ongin annar ger tað fyri okkum, so tað er bara at fara til verka.
Latið okkum taka neyðugu tøkini fyri at fáa Føroyar framá – eisini á hesum økinum - nú.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi
Les meira um hjartamál, meiningar, familju o.a. á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo