Føroya Sjósavn
Vit eiga at takka íbirtarunum, sum hava lagt stóra orku og arbeiði í at stovna Føroya Sjósavn og ikki er at gloyma vælvildina frá kommununi, landinum og vinnuni.
Tað krevur nógv arbeiði og viðlíkahald at reka Sjósavnið. Tað er munur á slíkum savni og øðrum søvnum, tí sjósavnið fæst við livandi verur. Akvariini skulu t.d. reinsast, havdjórini matast og nýggj setast við. Skal savnið virka sum ætlað, er neyðugt at kør, pumpur og annað altíð eru í lagi. Umstøðurnar at reka savnið krevur at fólk eru tøk allan sólarringin hvønn dag í árinum.
Á hvørjum ári vitja uml.14.000 fólk Føroya sjósavn
Tey vitjandi koma t.d. frá dagstovnum, eldrastovnum og skúlum. Sjósavnið er eitt náttúrligt ferðamál hjá ferðafólki og eitt tað mest vitjaða savnið í landinum.
Sjósavnið skipar fyri mennandi tiltøkum, har ungdómar, børn og onnur kunnu nema sær vitan um lívið í sjónum á okkara leiðum. Hetta er við til at spjaða kunnleika, og skapa áhuga fyri tí føroyska havumhvørvinum.
Forkunnugt savn
Ein ónevndur persónur lat í 2011 Sjósavninum eitt einastandandi savn við 403 fuglum. Hetta er sannur fongur fyri savnið, og saman við myndum og firvaldum, sum eru á savninum, hevur savnið fingið nýggjar møguleikar at sýna fram.
Sjósavni hevur stóran týdning fyri okkum og ferðavinnuna
Ein størri fígging til rakstur hevði komið væl við og kundi m.a. havt við sær, at fleiri verkætlanir og onnur havdjór vóru sýnd á savninum.
Neyðugt er, at savnið fær størri høli til framsýning, umframt høli til undirvísing og gransking. Savnið hevur onki hóskandi akfar og saknar amboð til dagliga virksemið.
Tórshavnar Kommuna og landið áttu at latið Føroya sjósavni enn betri stuðul til útbygging og rakstur. Tað hevði verið heilt náttúrligt at høvuðsvinnan var ein av høvuðsstuðlunum og hevði ein størri leiklut í fíggingini av Sjósavninum.
Lat okkum stuðla íbirtarum og verkætlanum, sum eru við til at menna Havnina sum høvuðstað!
Rógvi á Rógvu
Valevni hjá Tjóðveldi
Rógvi á Rógvu