Í so máta munnu Føroyar neyvan vera nakað undantak. Útbúgving og gransking eru atdráttarmegi, sum tekur fólk til sín, sum tekur fólk frá útjaðara til miðstaðin - til granskingarstaðið.
Gera vit onki við gransking, eru eisini vit við til at eksportera okkara egna fólk og okkara egnu megi til teirra, sum gera nakað við tað. Og fólk eru serliga mobil tey fáu árini, áðrenn tey seta búgv. Áðrenn tey etablera seg. Hesi árini leita tey eftir tilboðum, menningartilboðum, tað sum fyri tíðina eru synonym við útbúgvingartilboð og granskingartilboð. Hava vit ikki hesi tilboð til teirra her heima, fara tey ungu hesi árini til tey støð, har tilboðini eru. Tey eru jú mobil og forvitin.
Hesi árini, eftir at tey eru komin til útbúgvingarstaðið, er tíðin, tá tey etablera seg. Og eru tey fyrst farin í gongd við etableringina, er verri at koma heim aftur til Føroya. M.a. tí er so neyðugt at tryggja okkum, at granskingar og útbúgvingartilboðini eru her heima. Kostirnir eru tvinnir, antin eksportera vit tey ungu, sum vilja útbúgva seg og granska, ella fáa vit granskingina inn á okkara klettar, so tey ungu støðast her, umframt at útlendingar koma henda veg. Hetta gera vit m.a við einum altjóða universiteti. Einum altjóða universiteti, sum er kappingarført við tey aðrastaðni.
Tá verður eisini føroyska granskingarumhvørvið ein atdráttarmegi hjá føroyingum eins væl og útlendingum, serliga teimum, sum eru í mobilum árum. Soleiðis fáa eisini vit møguleika at menna okkara samfelag við tí amboði, sum øll framkomin lond kappast um. Nemliga granskingaramboðnum!
Annita á Fríðriksmørk