Í temafrágreiðing frá Búskaparráðnum fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at hóast Føroyar verða bólkaðar millum tey ríku londini í heiminum, tá hugt verður eftir inntøkustøði, so liggja vit niðarlaga í hesum bólki og vit eru greitt fátækari enn nærmastu grannar okkara.
Hetta helt eg vera tankavekjandi og ikki sørt skakandi tíðindi, hóast tey ikki fingu serliga rúmd í miðlum og tjaki millum manna annars. Kanska tí at vit velja at lata eyguni aftur fyri slíkum keðiligum staðfestingum. Eg haldi tó, at tað er átrokandi neyðugt at vita, hví hvørt fólk í Føroyum bert framleiðir 80% av tí sum hvør norðmaður, dani ella íslendingur framleiðir. Ísland er tað samfelag í heiminum, sum líkist okkara mest, og tí er tað serliga tankavekjandi, at vit eru væl minni produktiv enn íslendingar.
Eru vit býttari, óproduktivari ella heilt einfalt dovnari? Og skulu vit bara góðtaka tað? Tí vit hava tað jú nóg gott!? Eiga vit ikki heldur at royna at skilja orsøkirnar til hví so er, og byrja at arbeiða okkum upp og koma á hædd við grannalond okkara í produktiviteti.
Vit mugu byrja at fokusera uppá hvat tað er sum kann skapa størri búskaparvøkstur fyri at fáa størri vælferð fyri okkum føroyingar.
Fólkavøkstur og búskaparvøkstur ganga hond í hond. Fyri at fáa búskparvøkstur mást tú hava vøkstur í fólkatalinum. Við verandi gongd, er fólkatalið í Føroyum í minking, og tí kann tað ikki sigast ov ofta, at hetta er fremsta avbjóðing vit standa frammanfyri, og sum ítøkilig stig mugu takast fyri at loysa.
Ein onnur fyritreyt fyri búskaparvøkstri, er at fáa fiskivinnuna at geva nógv betur avkast. Vit vita, at hon er ikki nóg lønandi sum er, har er pláss fyri nógvum batum. Fiskivinnan, sum høvuðsvinna okkara, skal vera á odda og virka sum lokomotivið fyri restini av búskapinum. Tí er fiskivinnan tydningarmesti lykilin at tryggja størri og varandi búskaparvøkstur.
Vit vita øll sum brúkarar, at jú meir kapping er millum veitarar av vørum og tænastum, jú betri tænastur og prísir fáa vit. Fyri vinnuna sjálva, tryggjar kapping at tann mest kappingarføri yvirlivir og megnar at skapa avkast. Tí er tað gott og neyðugt við so nógvari kapping sum gjørligt í øllum vinnum. Og hetta er serliga neyðugt í høvuðsvinnu okkara, sum skapar størsta partin av okkara valutainntøkum.
Ábyrgdin liggur á komandi og framtíðar landsstýrum, at tryggja at langtíðarsemjur verða gjørdar og hildnar, soleiðis at varandi loysnir kunnu gerast á hesum báðum málum, sum hava so stóra ávirkan á okkara framtið sum fólk.
Gunvør Balle