Fólkating –eitt vindeyga út í heim

5 September 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

So leingi sum týðandi avgerðir verða tiknar fyri Føroyar á Fólkatingið, so leingi eigur føroyska tjóðin at hava umboðandi rødd. Uttan egnan uttanríkispolitikk er Fólkatingið okkara vindeyga út í stóra heim.


Hóast vit ikki dagliga geva okkum far um, hvønn týdning eitt nú rættargangsmál, familjurættur ella uttanríkismál hava í gerandisdegnum, so ávirka hesi grundleggjandi viðurskifti, ið viðkoma bæði búskaparmenning, útflutningi og gerandisdegnum hjá nógvum einstøkum føroyingum.


Størstan týdning fyri okkum føroyingar er, hvussu vit starvast á Christiansborg. Á egnum politiskum palli í fólkatinginum megna vit óheft at taka upp øll mál, ið kunnu fremja søk føroyinga. Norðuratlantsbólkurin hevur megnað at virkað burturav fyri áhugamálum og rættindum hjá føroyska og grønlendska fólkinum. Við egnum samleika, greiðari talu, uppskotum, upplýsing, kanningum og felags átøkum.

Norðuratlantshøv í miðdepilin
Føroyar og Grønland hava áhugamál, ið eru rættiliga lík. Sum fiskivinnutjóðir í Norðuratlantshavi hava vit tað ovurstóra livandi tilfeingi í Norðurhøvum og tær ríku ráevniskeldurnar at samstarva um. Veðurlagsbroytingar, havumhvørvi og burðardygg veiða eru alt avgerandi fyri okkara liviumstøður. Í ríkisfelagsskapi við Danmark sum limur í ES krevur tað av okkum, at vit sum eru umboðað av donskum uttanríkisráðharra, ið starvast nógv í Brússel og við landbúnaðarviðurskiftum sum aðalmáli, skulu gera vart við okkum. Norðurlatlantshøv mugu setast í miðdepilin. Tað er bara at hugsa um makrelmálið, har Danmark er mótpartur okkara umvegis ES, og vit ikki fáa farið til altjóða stovnar, tí uttanríkismál eru donsk.


Reyð , blá og hvít...
Tjóðveldi selir ikki frammanundan sína ávirkan til nakran danskan flokk ella danska stjórn. Gerst flokkurin avgerandi í týdningarmiklum málum á fólkatingi, samráðst Tjóðveldi við tí endamáli, at rættindini hjá føroyska fólkinum til sjálv at gera av øll okkara viðurskifti og framtíðarstøðu, verða staðfest og vird.

Tjóðveldi hevur undanfarnu árini broytt fólkatingsumboðanina grundleggjandi. Við frælsari tjóðskaparrødd og í dialogi við danskar politikarar eru vit tann fólkaræðisligi vaktarhundurin, ið støðugt upplýsir um viðurskiftini, ið viðkoma okkum.


Vit virða einstaka føroyingin, tí skulu vit ikki vera reyð ella blá, men reyð, blá og hvít á fólkatingi..


Óluva Klettskarð, Tjóðveldi