Fólkaskúlin er hornasteinurin

19 October 2011
Skrivað hevur
Marin Katrina Frýdal

Fólkaskúlin skal ikki leggjast út til kommunurnar, men skal styrkjast undir landsmyndugleikanum. Fólkaskúlin skal vera eins góður í dygd kring alt landið, og skal ikki standa og falla við, hvat er í kommunukassanum hjá tí einstøku kommununi. Vitan og kunnleiki er ein samfelags ábyrgd og hoyrir ikki heima undir kommunala fólkaræðinum.


Fólkaskúlin er myndin av samfelagnum; har ganga øll okkara børn og har er rúmd fyri ymisleika. Fólkaskúlin lærir okkum tolsemi og virðing fyri frábrigdum. Hetta margfeldni skapar heilar samfelagsborgarar.


Skúlin eigur at verða styrktur við øðrum fakbólkum, og eiga hesir at sleppa innum skúlans gátt. Lærarar hava ov lítla tíð til frálæru, teir eru undirdíktur við nýggjum krøvum, sum nútíðar samfelagið gevur teimum. Tí eiga aðrir fakbólkar, sum pedagogar, sálarfrøðingar o.a., at sleppa at styrkja fólkaskúlan saman við lærarunum.

Marin Katrina Frýdal
valevni fyri Tjóðveldi
limur í skúlastýrinum, á Argjum og í Nólsoy
fyrrverandi limur í skúlastýrinum, á Velbastað og í Hesti