Fólkaskúla”reformurin” styrkir ikki skúlaeindirnar, men er ein sparing sum køvir bygdamentanina
”Størri og sterkari eindir”, ”færri og sterkari pedagogiskar leiðslur” osfr. Hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin, og nú eisini løgmaður, lova føroyingum við nýggja fólkaskúlareforminum.
Hyggja vit so nærri at, hvat tað er, sum skal gera eindirnar størri og færri og sterkari, so siga tey, at tað eru teir 13 bygdaskúlarnir kring landið, sum hava 20 næmingar ella færri, sum nú skulu niðurleggjast, og næmingarnir koyrast í størru grannaskúlarnar. Trupulleikin er bara, at teir næmingar, sum koma inn á størru skúlarnar eru so fáir í tali, at tað munar onki í næmingatali. Vit tosa um at flyta íalt 100 børn av 13 ymiskum smáplássum til uml 8 størri skúlar. Tvs at allir hinir uml 30 skúlarnir, sum ikki skulu taka móti børnum av smáplássum koma at halda fram júst sum nú, meðan 8 størri skúlar fáa nakrar heilt fáar næmingar afturat.
Tað er tað, sum mentamálaráðið kallar reform.
At siga, at eindirnar verða so nógv sterkari og pedagogiska leiðslan so nógv effektivari, tí næmingatalið økist úr 400 uppí t.d. 408 er jú tvætl. Um ætlanin var, at lærarin skuldi fylgja við, so kundi man grundgivið við einum sterkari skúla. Men tað er ikki ætlanin. Ætlanin er at spara, og tí mugu lærararnir á smáplássunum sigast upp.
so eru tað tey, sum velja smáplássini
Nógv tey flestu av okkum vilja hava, at børn okkara ganga í stórum skúlum, har nógv børn eru at verða saman við, og har tey hava eitt fjølbroytt úrval av lærarum, við differentieraðari og tvørfakligari undirvising, við bólkaarbeiði osfr osfr osfr. Hesir møguleikar eru avmarkaðir í einum skúla, har tað ganga millum 2 og 20 næmingar. Og millum annað tí, eru tað so fá, sum velja tann møguleikan.
Men so eru tað tey, sum velja smáplássini kortini. Og hendan lívsstíl eiga vit at virðismeta, ístaðin fyri at tosa so niðrandi um hendan bólk, sum ein fortalari fyri reforminum og eisini floksformaður gjørdi í nýggjársendingini í útvarpinum. .
Hetta eru tey, sum tryggja Føroyum eitt ávíst mentanarligt fjølbroytni. Sum tryggja, at vit ikki verða so einstáttað, sum vit vildu verið, um vit bara høvdu býarmentan og stórbygdamentan.
Treytin fyri trivnaði á smáplássinum er fyrst og fremst, at tey hava okkurt at verða felags um. Ikki Rennibreyt, Norðurlandahús, ella SMS, men okkurt, sum stendur í mát við tað bygd, tey hava valt at búgva í. Og her spælir skúlin ein sentralan leiklut. Hann er staðið, tey hava til felags. Hervið er ikki sagt, at skúlin skal verða har fyri felagsskapin, hann skal sjálvandi primert verða har fyri børnini, og verða har, tí man vil tryggja teimum ein skúla, sum er í nærumhvørvinum, ein skúla har tey kenna seg heima, har tey trívast og mennast tey fyrstu skúlaárini.
Um skúlin fer úr bygdini er nógv størri møguleiki fyri, at bygdin doyr út, enn um skúli er í bygdini. Vit tosa um bygdir, har nærum øll tey, sum róku privat virksemi góvust fyri nøkrum árum síðani. Handlarnir lótu aftur ein og ein, bankarnir tað sama og nú eisini posthúsini. Hetta eru stovnar sum skulu rekast eftir marknaðartreytum.
Tað almenna hevur onnur atlit at taka. Hevði tað ikki tað, skuldu øll bara flutt til Havnar ella kanska enntá av landinum, tí tað man loysa seg betur. Men tað almenna atlitið í hesum høpi er at síggja skúlan, sum eitt stað, har børnini trívast og mennast og læra, staðið har tey, tey fyrstu skúlaárini kenna hitan frá tí heimliga umhvørvinum. Minnist til, vit tosa um børnini, - ikki tey hálvvaksnu.
Hinvegin, so er tað ógvuliga ringt at generalisera, tá vit tosa um børn og um skúla Og í hesum orðaskiftinum tosa vit ikki um fjøldina av skúlabørnum. Vit tosa, um tey fáu, sum ynskja at búgva á smáplássinum, tey, sum ynskja at ganga í skúla har, tey, sum eru potentiell framtíð á smáplássinum.
Vit tosa sjálvandi eisini um tey børn, sum búgva á smáplássum, og sum ynskja at flyta til størri skúla at ganga. Tað eru tað ivaleyst fleiri ella nøkur sum gera. Er tað so, skal tað almenna sjálvandi ikki forða teimum í tí. Men so harfrá og at krevja tað av teimum, tað kann í longdini gerast ein dýr søga.
Tá tosa vit um børn sum vaksa upp úti á einum av smáu bygdum okkara, og sum hava betri møguleika at mennast og trívast og læra har, enn um tey hvønn morgun verða at fara úr heimbygdini til ein stóran skúla til seint seinnapartin, tá ið skúlabarnaflutningurin flytur tey heimaftur til heimbygdina. Talan er hóast alt um børn, sum vaksa upp hjá foreldrum, sum hava valt ta lítlu bygdina og tað lív og mentan, sum har er. Hetta eru tær fáu familjur, sum eru við til at ríka okkara mentanarlív, sum tryggjar fjølbroytni í samfelagnum, og sum tryggjar, at okkurt er, sum víkir frá býarmentanini og stórbygdamentanini, - tí mentan, sum eg og nógv við mær raðfesta sum okkara fundament. Býarmentanin kemur ”altíð” at verða dominerandi, og hevur automatiskt tilflytarar. Men so er ikki við bygdamentanini. Hon er ikki nøkur sjálvfylgja. Aðrastaðni gevur man útjaðarastuðul og skattafrádrátt til tey fáu, sum vilja búgva langt burtur frá teimum sentralu økjunum. Hetta verður gjørt tí man veit, at tað fyri heildarsamfelagið er ríkari, um tað eisini er lív í økjum kring alt landið. Vit tosa ikki um at eggja 100 tals fólkum at fara út á smáplássini, men vit tosa um at virðismeta tey fáu, sum hóast alt trívast úti á bygd. Tey gera Føroyar nógv ríkari mentanarliga, enn um hesi øki stóðu fólkatóm.
,,,
Fólkaskúlin kostar 276 mió krónur tilsamans. Teir skúlar, sum hava 20 næmingar ella færri, eru 16 í tali. Av hesum eru tríggir skúlar, sum eru á útoyggj, har ikki er siglandi aftur og fram dagliga, og sum samgongan tí neyvan hevur ætlanir um at flyta av oyggj. Nú eru 13 skúlar, sum ætlandi skulu flyta. Hetta eru skúlarnir í Nólsoy, Sumba, Oyndarfirði, Haldarsvík, á Húsum/Syðradali, Skálavík, Mikladali/á Trøllanesi, Funningi, Kunoy, Haraldssundi, Tjørnuvík, Fámjin og í Hovi. Hesir hava millum 2 og 20 næmingar í hvørjum skúla og kosta einar 18 mió kr. Men um grundgevingin er, at spara, so kostar tað at í hinum endanum í skúlabarnaflutningi, í mistum skatti frá lærarum, og í skúlagjaldið til grannakommununa. Hvussu nógv er eftir av hasum 18 mió kr, veit eg ikki, men har etist skjótt burturav.
Eitt er pengarnir, annað er tann mentanin, sum ein ”reformur” kann verða við til at máa støðið undan.
Her eru nógv atlit at taka og óvanliga nógvir vinklar. Tí er tað mín vón, at tit, sum eru við uppá at leggja skúlar niður, gera tykkum greitt, hvat tað er, tit spara, og gera tykkum greitt, hvussu hetta stendur í mun til tann miss, tað inniber.
Annita á Fríðriksmørk, framsøgufólk Tjóðveldis í skúlamálum