Fólkaflokkurin bluffar – eisini um skatt

8 August 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

F

Fólkaflokkurin, viðformanninum á odda, roynir at billa føroyingum inn, at vit rinda 67% í skatti.Hetta við dømi um, at av 12.000 kr. í inntøku verða 8.000 kr. rindaðar í skattiog gjøldum. Hetta er ikki rætt. Heldur er hetta eitt “bluff” fyri, at setaegnan flokk í fokus. Men hetta skapar ótryggleika millum fólk, og gevur fólkieina skeiva fatan av veruligu skattaskipanini. Havi tí vent mær til TAKS, fyriat fáa upplýsingar um, hvat ein persónur við familju í veruleikanum rindar.

TAKS hevur røttu tølini
TAKS hevur roknað dømi fyri einpersón við familju, ið býr í eini kommunu við miðal kommunuskattaprosenti(20,19%). Talan er um persón við barnafrádrátti fyri 2 børn, har eitt barn erundir 7 ár og eitt er yvir 7 ár. Talan er um tvey dømi, við ymsum árliguminntøkum.
Ein persón, ið vinnur 20.000 kr. um mánaðin og harvið 240.000 kr. í ársinntøku.
Ein persón, ið vinnur 800.000 kr. árliga (og verður tí hægst skattaður), men vinnur12.000 kr. afturat, tvs. 812.000 kr. í inntøku.

Dømi 1: 24% um mánaðarinntøkan er 20.000 kr.

Ársinntøka 240.000 Landsskattur 26.500 Kommunuskattur 42.399 Kirkjuskattur 1.260 Barnafrádráttur: Í landsskatti - 1 barn undir 7 ár -9.200 Í landsskatti - 1 barn yvir 7 ár -6.500 Í kommunuskatti - 2 børn -14.142 Onnur gjøld: AMEG-grunnurin 7.200 Barsilsgjald 1.704 ALS 3.000 Heilsutrygd 3.540 Kringvarpsgjald 1.800 Skattur og gjøld íalt 57.561 Eftir skatt og gjøld 182.439

Hetta merkir 24% í skattiog gjøldum, fyri áður umrødda familjupersónin, ið hevur ársinntøkur á 240.000kr.

Dømi 2: 42,5% um ársinntøkan er 812.000 kr.

Ársinntøka 812.000 Landsskattur 165.600 Kommunuskattur 157.886 Kirkjuskattur 4.692 Barnafrádráttur: Í landsskatti - 1 barn undir 7 ár -9.200 Í landsskatti - 1 barn yvir 7 ár -6.500 Í kommunuskatti - 2 børn -14.142 Onnur gjøld: AMEG-grunnurin 24.360 Barsilsgjald 5.765 ALS 8.125 Heilsutrygd 6.972 Kringvarpsgjald 1.800 Skattur og gjøld íalt 345.358 Eftir skatt og gjøld 466.642

Hetta merkir 42,5% ískatti og gjøldum, fyri áður umrødda familjupersónin, ið hevur ársinntøku á812.000 kr.

Persónlig eftirlønargjøld

Sostatt rinda fólk ikki67% í skatti og gjøldum. Sjálvt ikki tey, við hægstu inntøkunum. Tey flestu fáaharumframt lagt ávíst prosenttal afturat lønini til persónligaeftirlønaruppsparing. Hetta er í flestu førum sáttmála ásett rættindi, og erymiskt frá persóni til persón. Hinvegin eru tað nøkur, ið ikki hava sáttmála ásettanrætt til, at fáa pensjónsgjald lagt afturat lønini. Fyri hesi er galdandi, attey rinda til egna pensjón. Lógar ásetta gjaldið er í løtuni 5%.

Einstakir lønarseðlar vísa ikki endaliga skattin

Kann leggja afturat, attað eru nøkur, ið hava einstakar lønarseðlar, har tey hava arbeitt eyka, sumvísa, at tey hava ov lítið eftir, eftir skatt og gjøld. Talan er tá helst umeina fyribils uppgerð í skattaskipanini, sum verður roknað rætt, og afturrindaðtá skattaárið er av. Men um so er, at fólk eru í iva um rætt er uppgjørt, so erat venda sær til TAKS.

Inntøkuskatturin skal lækkast – men fult fíggjast

Vit skulu lækkainntøkuskattin komandi árini. Serliga eru tað lág- og miðalinntøkur, ið høvduhavt gagn av lægri inntøkuskatti. Men hetta skal sjálvandi gerast á ein hátt,ið er tryggur og fult fíggjaður. Fólkaflokkurin hevur seinasta árið lagtuppskot fram á Løgtingi, ið økja útreiðslur og minka inntøkur landskassans oghjá kommununum við omanfyri 1,5 milliard. Hetta er ábyrgdarleyst, og er at billafólki nakað inn, ið ikki ber til. Hetta hevði undir øllum umstøðum merkt, atbæði land og kommunur høvdu havt dundrandi hall.

Bjálva og brynja okkara samfelag

Latið okkum heldur samanhalda áfram við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki, har vit minka skuld, seta avtil verri tíðir og við vaksandi avlopum, soleiðis at vit tryggja, at vit eisinihava eitt trygt vælferðarsamfelag, tá tíðirnar einaferð broytast.

Tí eftir búskaparligt hásummarkemur heyst og vetur, og hetta skulu vit framhaldandi bjálva okkum búskaparligatil. Og hetta ber væl til at gera, samstundis sum vit menna og brynja okkarasamfelag á øllum økjum – bæði til nútíð og framtíð.

Kristina Háfoss

Meira um sama evni

No items found.