Fokus á ørskapin

4 November 2010
Skrivað hevur
Hergeir Nielsen

Kostnaðarmikið krotusmíð, sum lagt er úr hondum í einum skúladepli, skal krógvast burtur, nú skattgjaldarin situr við apuni.

Øll undrast yvir, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyri aðru ferð eftir tveimum vikum forðar almennum eftirmetingum - fyrst í eini bankagølu og síðani í eini byggigølu.

Undarligt kortini, at júst hesin landsstýrismaðurin ger júst hetta í einum hjartamáli sínum.

Hann eigur jú hetta projektið við høvdi og gørnum saman við flokki sínum.

Talan skuldi verið um eitt upplagt erpingarmál, men so tykist ikki vera, nú landsstýrismaðurin hevur fingið tað aftur í nakkan.

Øll vanlig fólk duga nú at síggja, at ørskapurin í tí samlaða projektinum er himinrópandi, bæði í dygd og í krónum.

Tingmenn hava sum kunnugt eftirlit við landsstýrinum, og tá landsstýrið ikki ruddar upp eftir sær sjálvum, fara tingmenn sjálvsagt at nýta rætt sín til at sóknast eftir gongdini í einum hurlivasa sum hesum.

Tá forða verður fyri eini eftirmeting av málinum, trokað fleiri spurningar seg fram.

Øll minnast vit jú, at tað var løgmaður, sum var úti í miðlunum og lýsti gongdina í málinum, og ikki landsstýrismaðurin í mentamálum.

Hvussu var mannagongdin tá fyri áleið fimm árum síðan, tá løgmaður tók yvir umsitingina av skúladeplinum frá landsstýrismanninum í mentamálum?

Er tað rætt, at politiski myndugleikin tá álegði skerpaða tagnarskyldu, og at víkjast skuldi frá lógarásettum forðingum, so at bygt varð skjótast gjørligt?

Vísandi til ræðandi sýnsmetingina, ið gjørd er av skúladeplinum, verður landsstýris-kvinnan nú spurd, hvør fer at tryggja, at tey har nevndu brekini verða umvæld til fulnar og ikki bara pjøssaði samanaftur.

Seinasta gølan, ið sjálvboðin kom undan kavi, hendi nú um dagarnar, tá móra og óhumska skolaði inn á tey bonaðu gólvini.

Dreningin er typt, og hon skolast ikki rein aftur.

Vísandi til, at sýnsmetingin er umbiðin av pørtunum í málinum, og ikki fevnir um dreningina undir og uttan um skúlan, verður landsstýriskvinnan spurd, hvussu hon fer at tryggja okkum eina ábyrgdarfulla víðari handfaring av tí fullkomna skilaloysi, ið valdað hevur í hesum byggimáli.

Tá dreningin er typt, og móruvatn setur inn á gólvini verður ikki livandi innanveggja og serliga ikki hjá ungdómi, ið skal nema sær útbúgving.

Status er, at almennu Føroyar hava fingið ein skirvisligan saneringsbúnan bygning stikkaðan saman fyri 100 mió.kr. í einum dýki úti í haganum ein góðan fjórðing vestanfyri Hovs bygd.

Ja, so ótespiligt er hetta lendi, at fjallboð vóru givin fleiri ferðir fyri at bjarga seyði, ið var sokkin niður, har bygt varð.

Er tað hugsandi, nú dreningin er typt, og móran setur upp gjøgnum gólvini, at neyðugt verður at taka allan skúlan niðuraftur?

Vónandi gevur landsstýriskvinnan almenninginum eitt rætt, skjótt, sakligt og ábyrgdarfult svar í sama álvara, hesir spurningar eru settir.