Flex-farloyvi við barnsburð

17 January 2008
Skrivað hevur

Nú flestu flokkar lova at leingja barnsburðarfarloyvið uppí eitt ár, skuldi tað so gott sum verið í pottinum. Men, tá nýggja løgtingið fer at broyta lógina um barnburðarfarloyvi, er tað sera umráðandi, at vit gera skipanina flexibla, so foreldur sjálvi kunnu velja, hvussu tey vilja leggja farloyvið við løn til rættis.

Skipanin eigur at gerast fleksibul, soleiðis at foreldrini kunnu leggja sær barnsburðarfarloyvið til rættis við parttíð yvir longri tíðarskeið – ynskja tey og hóvar tað teimum best.

Flex-farloyvi vil eg fyribils kalla hugtakið, sum er við í okkara valkrá. Heiti á orðasmið at finna eitt gott føroyskt orð :)

Til forsíðu: www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.