Fleiri borgarafundir í Tórshavnar Kommunu !

3 November 2012
Skrivað hevur
Meiningar


Á borgarafundum hevur fólkið møguleika at siga sína hugsan um ymiskt, sum er viðkomandi fyri hvønn einstakan og fyri júst teirra bygd, økið ella býling.

Kommunan og tey sum mynda hana eiga at vera nær borgaranum og arbeiða fyri borgaran og borgarans ynskir.

Tað er av alstórum týdningi at borgarin kemur til orðanna við sínum ynskjum, ábreiðslum og hugsanum annars. Kommunan eigur at lofta hesum og leggja so til rættis, at málini verða avgreidd eftir skipaðari ætlan.


Komandi borgarafundirnir skulu vera eitt amboð, ein møguleiki bæði hjá kommunu og borgarum, teir eru gylta høvi at fáa borgarar og kommunu nærri hvørjum øðrum.

Annar táttur á borgarafundunum skal vera høvi hjá kommununi at leggja fram ætlanir og hugsanir, sum kommunan hevur í hyggju at arbeiða við. Á henda hátt ber til í opnum forum at bera fram hugskot og fáa góða kjakið við borgararnar í kommununi.

Borgarin hevur í dag møguleika umvegis heimasíðuna at gera vart við ymiskt, t.d. har ábøtur krevjast - og alt gott um tað. Regluligir borgarafundir høvdu stuðlað hesum og uttan iva vaksið áhugan hjá borgaranum fyri politikkinum í egnari kommunu.

Fleiri borgarafundir styrkja fólkaræði og eru til gagns fyri borgaran og tey sum ráða fyri borgum !

Andrea Heindriksdóttir