Flatskattasamgongan er tað hon ger

1 August 2012
Skrivað hevur
Kristina Háfoss


Tú ert tað tú gert.

Tað er so ómetaliga lætt at siga so nógv, at lova so nógv og at meina so nógv.
Men verða hesi orð ikki fylgd upp av gerðum – og enn verri um hesi verða fylgd upp av gerðum, ið ganga beint ímóti tí, ið sagt verður – so verða orðini ongantíð til meira enn orð. Eftir stendur tað, ið gjørt verður.

Jú størri glopp millum orð og gerð – jú minni trúðvirði og jú minni álit á teimum orðum, ið søgd verða.
Í politikki er álit avgerandi. Tú mást kunna hava álit á, at tað, ið sagt verður, er tað, ið gjørt verður. Annars undirgrevur tú alt álit á føroyskar politikarar og á fólkaræðisligu skipan okkara.
Løgmansrøðan 2012 var tíverri við til at minka enn meira um álitið á politisku skipanina.

Tí ongantíð áður kann tað hava verið so langt millum orð og gerð, og ongantíð áður so stórur mangul uppá greiða ætlan fyri, hvørjar Føroyar vit skulu hava komandi árini.

Hvørjar Føroyar ferðast vit fram móti ?
Fyrsta kravið til ein løgmann og eina samgongu má vera, at tey hava eitt greitt mál fyri, hvørjar Føroyar vit skulu hava um eitt ávíst áramál.

Hvat er yvirskipaða málið við politikkinum hjá samgonguni og hví ?

Hvørji ítøkilig átøk verða síðan framd fyri at náa hesum máli ? Nær verða málini nádd ?

Onki av hesum er at hóma í frágreiðingini. Tíverri ein langur ósamanhangandi listi av ymsum málum og ætlanum – nógv av tí gamlar ætlanir, ið fleiri undanfarin landsstýri hava sett í gongd – men ongin reyður tráður, ið lýsir, júst hví hesi átøk skulu fremjast.
Tey átøk, ið eru stór framstig eru framd í CHE-samgonguni og Minnilutasamgonguni saman við Tjóðveldi og Framsókn. Nevnast kunnu frá CHE-samgonguni:

- Munandi hækking av miðnámsskúlanæmingum.


- Stovnan av 3 nýggjum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.

- Umskipan og uppstíging av fleiri útbúgvingum til BA-útbúgvingar.

- Skúladepilin í Marknagili samtyktur

Frá minnilutasamgonguni saman við Tjóðveldi og Framsókn kunnu nevnast:

- Nýtt amboð til alternativan bústaðarpolitikk, tá Húsalánsgrunnurin fekk nýggjar heimildir.

- Fleiri vardar bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum.

- Stig tikin til skipan av einari burðardyggari fiskivinnu.


Sera langt millum orð og gerð
Eins og sera langt er millum tey lyfti, ið samgonguflokkarnir hvør í sínum lagi góvu veljarunum undan valinum, og tað, ið samgongan síðan hevur sett í verk, so er tíverri eisini sera langt millum orð og gerð í hesi Ólavsøkurøðuni. Teknað verður ein mynd, ið als ikki samsvarar við veruleikan. Enn eitt glasbílæt.
Sagt verður, at fólkaminking er eitt álvarsmál, og at ynskt verður at gera nakað við hetta.

Yvirskipað verður sagt at neyðugt er við vælferðartænastum og góðum útbúgvingarmøguleikum og mentanartilboðum, men veruleikin er, at verður hugt at samtyktu fíggjarkørmunum fyri 2013 og komandi árini, ið samgongan samtykti beint fyri summarfrítíðina, so velur samgongan at skerja útbúgvingar-, granskingar- og mentanarøkið munandi. Hetta økið skal spara 56 mió. kr. komandi árini. Eisini skal almanna- og heilsuøkið spara heilar 170 mió. kr. komandi árini.

ES-granskingarsamstarvið verður eisini hálovað í røðuni, men í játtanarkørmunum verður øll játtanin á 9,7 mió. kr. skorin burtur. Als ongin játtan til at halda áfram við hesum eftir 2013.
Sum heild hevur samgongan við játtanarkørmunum samtykt, at:

- Fróðskaparsetur Føroya verður skert.

- ES-granskingar luttøka verður beind burtur.

- Havrannsóknarskipið verður ikki bygt.

- Tjóðleikhúsið verður ikki til veruleika.

- Mentanarøkið sum heild verður skert.

- Marknagilsdepilin verður útsettur.

- Lestrarstuðulin verður skerdur.

Talan er sostatt um sera stórar sparingar á hesum økjum, ið sagt verður er neyðugt at raðfesta fyri at fáa fólkavøkstur. So sera langt er millum orð og gerð.

Dømini eru ótallig um hetta í røðuni, eitt nú hesi:

• Sagt verður, at samgongan ynskir óheft barnaumboð, ið kann virka fyri rættindum hjá børnum, men samgongan hevur júst felt eitt lógaruppskot um at seta á stovn barnaumboð.

• Eisini verður í røðuni sagt at vit skulu fáa sum mest burturúr okkara tilfeingi, samstundis hevur ongantíð verið so lítið skil á fiskivinnupolitikkinum – t.d. í markrelmálinum – sum nú, samstundis sum fiskastovnarnir eru verri fyri enn nakrantíð.

• Víst verður á, at vit eru øll ymisk og at vit øll mynda samfelagið. Samstundis boðar landsstýrismaður frá, at hann ikki vil taka stig til at javnseta allar føroyingar tá umræður rættin til borgarligt hjúnarlag.

• Í røðuni verður eisini sagt at útlendingamál verða yvirtikin í 2013. Samstundis hevur samgongan valt onga játtan at seta av til hesa yvirtøku í játtanarkørmunum fyri 2013.

• Løgmaður vísir á, at allir flokkar ynskja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Men samstundis fer hann til Danmarkar at biðja um 200 mió. kr. í øktum blokkstuðli.

Er fíggjarliga óforsvarligur politikkur góður ?
Vit vita, at samgongan hevur - mitt í eini av heimsins størstu fíggjarkreppum, og við søguliga stórum halli á egnari fíggjarlóg - valt at minka landsskattainntøkur landins við væl yvir 300 mió. kr. svarandi til, at landsskattainntøkur landins í 2012 minka yvir 20% í mun til 2011 (tá sama lønarupphædd umvegis a-skattaskipan verður samanborin). Nýggjastu hagtølini fyri landsskatt 1. hálvárið 2012 benda enntá á, at flatskattalættin fyri alt árið fer at minkað landsskattainntøkurnar yvir 320 mió. kr.

Vit vita eisini at samgongan hevur valt at nýta henda lutfalsliga heimsins størsta skattalætta, fyri at lætta um hjá tí helvtini av fólkinum, sum í forvegin hevði best umstøður, meðan hin helvtin bert fekk eina skattarokning umvegis pensjónsskattin. Ein flyting av virðum á yvir 300 mió. kr. árliga frá øllum til tann partin av fólkinum, sum í forvegin hevði mest. Hetta svarar til yvir 1,2 mia. kr. yvir eitt valskeið.

Samstundis er talan um ein ófíggjaðan skattalætta, ið flytir framtíðar pensjónsskattainntøkur frá framtíðar ættarliðum til nútíðina - og flytir allar framtíðar pensjónsskattainntøkur frá kommununum til landið.

Hetta eru Føroyar í dag.
Hóast hetta tosar løgmaður um ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og velur tíverri als ikki at nevna eitt orð um hesa avleiðing av politikkinum hjá honum og samgonguni. Óskiljandi.

Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging til grin ?

Fólkaatkvøður eru ikki á hvørjum degi. Men í 2012 høvdu vit eina tílíka – tíverri sera illa fyrireikaða. Úrslitið var greitt. Fólkið ynskir ikki at leggja saman í størri kommunur. Í hvørtfall ikki á tí veika grundarlagi og við teimum óvissum, ið vóru undan fólkaatkvøðuni.

Hóast hetta, so heldur landsstýrið nú áfram við at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, fyri soleiðis at tvinga tær til at samstarva í størri eindum, ið landsstýrið yvir tíð væntar vil merkja samanleggingar og størri eindir. Hetta er ómetaliga arrogant. Tað er fullkomiliga óskiljandi at landsstýrið velur at hava eina fólkaatkvøðu
fyri síðan als ikki at taka hana til eftirtektar. Fólkið sigur sína hugsan, men landsstýrið skúgvar hesa hugsan til viks og heldur áfram sum onki var hent. Tað sama sóu vit í málinum um pensjónsskatting og flatskattin.

Hevur landsstýrið ongar økismenningarætlanir ?
Ikki eitt orð verður nevnt um økismenning í røðu løgmans. Hetta undrar stórliga. Ikki minst nú samgongan hevur valt at skerja túratalið til Suðuroyar og til Sands í 2013.
Hvat ynskja samgongan og Løgmaður við hesum suðurøkjunum í landinum ?

Hvussu ynskir samgongan at norðurøkið í landinum skal mennast komandi árini ? Og hvussu við miðøkinum – Vágar, Streymoy og Eysturoy ?
Ikki eitt orð um hetta í røðu Løgmans. Bert ein setningur um at nú skal Eysturoyartunnilin bjóðast út til privat at gera, hóast Landsverk hevur gjørt kanning, ið staðfestir, at ein privat loysn kemur at kosta samfelagnum fleirfalt í mun til um hesin tunnilin varð gjørdur av tí almenna í framtíðini. Hvør er meiningin ?

Hartil verður nevnt at almennar uppgávur skulu loysast so nær borgaranum sum tilber. Hvat merkir hetta ? Skulu vit vænta at fleiri almennir stovnar verða lagdir út kring landið ? Um so er, hvørjir og hvør er yvirskipaða ætlanin við hesum ?

Eru nógvu arbeiðsbólkarnir enn fleiri parkeringspláss ?
Í røðu Løgmans verða hartil nevndir ein røð av arbeiðsbólkum – heili 5 arbeiðsbólkar skulu setast. Í fleiri málum kann tað vera sera skilagott við arbeiðsbólkum, men tíverri vísir tað seg ofta, at um ongin semja er í eini samgongu ella ynskt verður at onki skal henda í einum máli, so verður hetta beint í ein arbeiðsbólk. Spurningur kann tí setast við, um nógvu arbeiðsbólkarnir eru parkeringspláss fyri eina røð av týðandi málum.

Tjóðskaparsemja um sjálvstøðugar Føroyar í eygsjón ?
Einasta veruliga nýggja í løgmansrøðuni var endin á røðuni. Eini endi, ið var eins nógv í andsøgn við førda politikkin, sum restina av røðuni.
Løgmaður vísir á týdningin av langtíðarsemjum og breiðum semjum, men higartil hevur politikkurin hjá samgonguni – m.a. í flatskattamálinum og pensjónsskattamálinum – í verki framt júst tað øvugta. Men um røðan ber boð um broytingar í politikkinum framyvir, so er hetta sjálvandi gleðiligt.

Tað mest gleðiliga er tó, at Løgmaður nú boðar frá, at hann – eins og Martin Luther King – hevur ein dreym. Ein dreym um, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt land. Einar sjálvstøðugar Føroyar, sum síðan skulu samstarva við Danmark á jøvnumføti í einum samveldi.

Hetta er jú ómetaliga gott at hoyra. Tí tað at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap er júst tað, ið arbeitt var við undir fullveldissamgonguni. Samstarvshátturin verður eisini nevndur “Free Association” og er roynt aðra staðni í heiminum.

Men poltikkurin hjá samgonguni hevur higartil við hækking av blokkstuðli, niðurlegging av sendistovu, niðurlaging av Búskapargrunni Føroya og ætlanir um niðurlegging av Landsbanka Føroya gingið beint ímóti einum sjálvstøðugum samfelag.

Vóni inniliga, at hesi orð frá Løgmanni leggja upp til nýggjar tíðir.

Undir øllum umstøðum er greitt, at tá sjálvt leiðarin í Sambandsflokkinum nú ynskir at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, hava vit flutt okkum ómetaliga lagt rætta vegin. Men fyritreytin fyri, at so er, er at hesi orð verða til meira enn orð. At tey verða til gerð.

Um Løgmaður ger sín dreym til veruleika, kann hann skapa ta tjóðskaparsemju, ið vit hava ynskt so leingi tá umræður at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Tú ert tað tú gert.

Fari tí at heita á Løgmann um at innkalla allar floksformennirnar í Løgtinginum fyri saman at leggja lunnar undir fyrireikingar og samráðingar við donsku stjórnina sum skjótast, við tí endamáli, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.
Latið okkum her á Løgtingi fyri einaferð skyld standa saman og taka ítøkilig stig fyri at fáa loyst tjóðskaparmálið endaliga.
Hetta vildi verið best hugsandi byrjanin uppá nýggju tingsetuna.
Latið okkum gera dreymin um einar sjálvstøðugar Føroyar til veruleika. Hetta vildið aftur birt vón, skapt álit og verið stórsta einstaka átakið, fyri aftur at fáa fólkavøkstur og framgongd í Føroyum.

Á Løgtingi, 31. juli
2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi