Fjølment á val at velja lista E

13 November 2012
Skrivað hevur
Jógvan Arge

Seinasta takið er tikið, tá seinasti krossurin er settur, og tá kann væl henda, at listi E hevur vunnið fimm umboð í Tórshavnar býráð. Seiggj er í Tjóðveldinum. Tað er prógvað mangan fyrr.

Vit í Tjóðveldi hava loyst mong stórmál í býráðnum seinastu átta árini, og vit eru til reiðar at loysa mong aftrat. Vit hava ein frálíkan lista við dugnaligum og nærløgdum valevnum.

Set X við lista E valdagin. Tá er kommunan í tryggum hondum!

Jógvan Arge, býráðslimur