Hóast lógin um vinnuligan fiskiskap avmarkar útlendskan ognarskap og útlendskan kapital við ásetingum, ið skulu tryggja føroyskt ræði á skipum og fiskirættindum, so er tað vorðið eyðsæð fyri hvørt eyga, ið tímir at hyggja, at hetta ræðið fyri ein stóran part longu er á útlendskum hondum.
Umvegis føroyskar strámenn eru tað útlendsk feløg og útlendskir einstaklingar, sum taka tær stóru avgerðirnar í nógvum á pappírinum føroyskum reiðaríum, og sum til eina og hvørja tíð kunnu drena kapital úr hesum somu reiðaríum.
Í so máta hevur tað ongan veruligan týdning, at lógin um vinnuligan fiskiskap sigur, at útlendingar í mesta lagi kunnu eiga ein triðing av partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum og somuleiðis í mesta lagi kunnu ráða yvir einum triðingi av atkvøðu- og avgerðarrættinum í feløgunum, sum eiga føroysku fiskiskipini.
Eitt stig at basa hesum strámannavirksemi er at seta útlendska eigaralutin í sjálvum fiskiveiðuliðnum niður á 0 – null.
Henda afturtøkan av ræðisrættinum á føroyskar hendur eigur at byrja beinanvegin nú og nýtist neyvan at taka meira enn 3-4 ár. Ongin orsøk er at bíða til 2018; hetta gandaárið, sum øll tykjast bíða eftir.
Men við lóg at gera eigaraskapin 100 prosent føroyskan er bert eitt stig at basa strámannavirkseminum. Skal ræðið í veiðuliðnum eisini verða føroyskt í verki, mugu onnur átøk gerast. Millum annað eiga kapital- og fíggjarviðurskiftini generelt at gerast meira gjøgnumskygd, so tað altíð er lætt at síggja, hvaðani peningurin aftanfyri partabrøvini og ábyrgdarpeningurin stavar.
Onkur vil heslt siga, at alt hetta er ein andsøgn til alt tosið um at lokka útlendskan kapital til landið. Men tað er bert í sjálvum veiðiliðnum, í eigaraskapinum av okkara fiskiførum og fiskirættindum, at útlendskur kapitalur við ávirkan skal út. Í allari vinnu annars skal hann verða sera vælkomin.
Hví er tað so umráðandi, at útlendingar ikki hava ræðisrætt á okkara fiskiskipum og tilfeingi?
Svarið er einfalt:
Føroyar hava um nakar ein tilfeingisbúskap. Fiskatilfeingið er støðið undir øllum búskapinum. Alt virksemi í landinum er so ella so bundið og tengt at troytingini av okkara fiskatilfeingi. Fiskatilfeingið ger, at tað yvirhøvur er møguligt hjá okkum at liva her.
Men hava vit ikki fult ræði á okkara tilfeingi og rættinum at troyta tað, so missa vit stýringina á tí. Tá eru tað útlendingar, ið gera av, hvussu TEIR fáa mest og best burtur úr, og tað er langt frá altíð tað sama, sum at FØROYSKIR fiksimenn og føroyska samfelagið sum heild fær sum frægast burtur úr.
Týðlig dømi um hetta sóust í makrelfiskiskapinum í ár. Her vóru tað fyri ein stóran part útlendingar, sum umvegis føroyskar strámenn keyptu makrelkvotur, stýrdu fiskiskapinum og syrgdu fyri, at fiskaði makrelurin varð avreiddur til móðurskip, ið hesir somu útlendingar ráddu yvir, og sum fyri ein stóran part vóru mannað við lágløntum eysturlendingum.
Hetta er als ikki at siga, at tað var skeivt at selja makrelin á uppboði. Tvørturímóti staðfesti og knæsetti uppboðssølan, at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks, og hon gav nógvan pening í landskassan, ið annars hevði verið akkumuleraður sum eitt ónáttúrligt avlop í onkrum privatum, helst útlendskum, lumma.
Men tað ber til at seta krøv til tey, ið keypa á uppboðssølu, soleiðis at strámannavirksemið steðgar. Ein tekniskur máti at gera tað upp á, er at banna víðarisølu millum skip ella í øllum førum millum reiðarí, tá ein kvota fyrst er keypt. Tað vil siga, at skipið, sum kvotan er keypt til, eisini skal fiska hana innan eitt ávíst tíðarskeið. Megnar keyparin ikki tað, skal kvotan fella aftur til landið. Tá verður forðað fyri, at eitt nú lítilir glastrevjabátar kunnu keypa í túsundatali av tonsum av makreli at selja ella lata øðrum.
Tað er strámannavirksemið, ið hevur pumpað virðini á føroyskum skipum og fiskirættindum so høgt upp í virði, at reinar føroyskar fyritøkur ikki longur orka at vera við, umframt at tað er fullkomiliga ógjørligt hjá nýggjum fólki at sleppa fram at.
Á globala marknaðinum kann eitt framkomið føroyskt uppsjóvarskip við tilhoyrandi fiskirættindum helst seljast fyri væl omanfyri milliardina í dag.
Ein afturlatin reint føroyskur marknaður fyri keyp og sølu av skipum og rættindum hevði als ikki havt kapitalrúmd fyri slíkum ørandi upphæddum, ið bara enda í onkrum privatum lumma, og skuldarbinda vinnuna tilsvarandi.
Á einum afturlatnum føroyskum marknað fyri keyp og sølu av skipum og rættindum høvdu prísirnir á hesum hinvegin lagað seg eftir tí kapitalrúmd, sum her er. Tá hevði eisini borið til hjá nýggjum fólki at bjóða seg fram.
Virðið á okkara náttúrutilfeingið kann ikki setast á einum opnum og fríum marknað. Tað kann bert setast her í Føroyum, tí tað er her, virðið av tí skal verða skapt - hesum samfelag og fólkinum, ið her býr, at frama.
Ingolf S. Olsen
valevni fyri Tjóðveldi