Vinnan eigur og skal hava bestu treytir at virka undir. Fiski- og alivinnan skal ikki einans virka í dag, men skal framtíðartryggjast. Og vegurin til varandi veiði er lívfrøðilig burðardygd og nýskapan.
Fiskivinnan hevur livað í óvissu í mong ár, og nú øll loyvir eru uppsøgd og fella til landið um tvey ár, hevur politiski myndugleikin ikki megnað at sett út í kortið, hvussu hetta skal gerast. Og vinnan hevur somuleiðis hildið ondini á hvørjum ári, landsstýrismaðurin skal taka støðu til, hvør skal fáa hvat. Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað er politisk ábyrgd at tryggja høvuðsvinnu okkara tryggar og kendar umstøður at virka undir, í dag og í næstum.
Rættindi og skyldur
Fiskiríkidømi er ogn Føroya fólks, og loyvi og rættindi kunnu ikki keypast og seljast millum privat. Rættindi eiga at fella aftur til landið, tá tey eru leys, og bert landið kann bjóða tey fram á almennum marknaði. Og somuleiðis mugu rættindi at fiska vera á føroyskum hondum, og útlendskur kapitalur eigur ongan ognarrætt. Men fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum og fult skattskyldugar í Føroyum, kunnu sjálvandi taka lut í at veiða og troyta tilfeingi.
Vit eiga eisini at arbeiða fram í móti, at alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands, og tað eigur at vera atkomiligt hjá føroyskum feløgum at bjóða upp á veiðuna. Í staðin fyri bert at hugsa kilo, so eiga vit at hugsa breiðari um rávøruna – soleiðis skapa vit betri grundarlag undir nýggjum vinnum.
Vit eiga at tryggja føroyska sjómannin eins og teir útlendingar, ið leita til okkara vinnu. Øll í vinnuni skulu fylgja føroyskum reglum og sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
Á kjørbreyt í 2018
Eg fari at virka fyri einum vinnupolitikki, har øll virkisfús fólk og fyritøkur í landinum eiga somu rættindi, skyldur og møguleikar at reka fjølbroytta vinnu – íverksetarum eins og væl grundfestum fyritøkum. Tað hevur stóran týdning, at ongin vælvirkandi vinnufyritøka fer at koma illa fyri í eini skiftistíð, ið eg síggi fyri mær, fer at koma, bert tí ein umskipan er neyðug.
Tí eigur nýskipanin av fiskivinnuni at vera væl umhugsað og væl greidd saman við øllum teimum, sum virka í vinnuni. Tí málið er hitt sama hjá okkum øllum: ein fjøltáttað og nýskapandi vinna, ið kastar nógv av sær og skapar burðardyggan vøkstur og vælferð. Tá vit sita á kjørbreyt í 2018 skal ongin ivi vera um, hvagar leiðin skal ganga. Burtur frá politiskari stýring av vinnuni, fram í móti dugnaskapi, førleikum, jøvnum kappingartreytum og virðing fyri lógarkørmum og umhvørvi – alt hetta verður grundarlag undir vinnu í vøkstri og frælsari tjóð.
Óluva Kletttskarð, Tjóðveldi