Nei, vell?
Men soleiðis fara vit við okkara fiskiskapi, kann eg fortelja tær!
Á hvørjum ári tekur Løgtingið avgerð um at skerja fiskidagarnar, á sama hátt sum hesin ørvitisbóndin. Uttan at skeita til hvat ið ber seg og hvat ið ikki ber seg. Uttan at geva sær far um at endin verður, at allur flotin fer í sor.
Flotin er lokkaður inn undir eitt høpisleyst regluverk, sum í fyrsta lagi skuldarbindur skipini upp um skorsteinarnar, og sum í øðrum lagi forðar teimum fyri at fáa sum frægast burtur úr rakstrinum. Í triðja lagi verður so saxað burtur av inntøkugrundarlagnum av bureaukratum, sum rokna kvadratrøtur og fiskidagatal at býta.
Uppskotið hjá Tjóðveldinum um eina marknaðarskipan fyri fiskiskap, er einasti vegur undan ørligu niðursaxingini av flotanum.
Hon kann skrúvast saman upp á so nógvar mátar – men grundvøllurin má vera fræls atgongd til fiskidagar, sum gevur frægasta flotanum ein kjans at lívbjarga sær. Ot tað uttan risaskuld og minkandi veiðigrundarlag.
Tað løgna av tí heila er, at møguleikarnir eru beint fyri framman – púra fríir at velja ímillum.
Men Løgtingið fer treiskliga út sum ørvitisbóndin á sumri og saxar alt niður frá hond – tað, sum vit skuldu havt heystað, verður oytt í berum skilaloysi.
Løgtingið má sum skjótast fáa avlívað lógina um vinnuligan fiskiskap, og við lóggávu geva frægasta flotanum ein kjans at sleppa framat til at vísa sínar dygdir.
Hermann Oskarsson