Fíggjarmálaráðharri á skeivari kós

30 July 2014
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

-413 mió. kr. Hetta gjørdist úrslitið hjá landskassanum í 2013, vísir nýggi landsroknskapurin. Fíggjarlógin fyri 2013 ásettið annars, at úrslitið skuldi gerast -243 mió. kr. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 170 mió. kr. verri enn fíggjarlógin. Hartil kemur, at áðrenn samgongan tók við í 2011 var úrslit landskassans -322 mió. kr., og var tá batnað 2 ár á rað. Men hóast hetta, so letur landsstýrið sum um, at alt gongur sambært ætlan.

Samgongan økt hallið á hvørjum ári

Sum heild manglar samgongan, enn sum áður, at seta eitt yvirskipað mál fyri okkara land og fólk. Í staðin eru stig tikin, ið flyta okkum longur frá sjálvbjargniskós og er alt, alt ov lítið gjørt við veruligu høvuðsavbjóðingarnar, ið samfelagið hevur. Hetta, saman við skeiva búskaparpolitikkinum, ger, at landskassin hevur vaksandi hall síðan henda samgongan tók við. Hetta hendir hóast sera nógv viðurskifti eru í føroyska búskapinum, ið tala fyri, at landið átti at fingið støðugt betri úrslit.

• Søguliga stór framgongd í uppisjóvarvinnuni. Hava fingið nýggj milliardavirðir í føroyska samfelagið.

• Søguliga góð gongd í alivinnuni. Eina fyritøkan enntá yvir 700 mió. kr. í yvirskoti.

• Søguliga lág renta. Harvið søguliga bíligt at lána pening til íløgur og nýtslu.

• Sera lágt arbeiðsloysi.

Um landskassin ikki hevur yvirskot ella í hvørtfall minkandi hall í hesum døgum, nær skal tað so verða?

Brúka 247 mió. kr. av framtíðar pensjónsskatti árliga

Hetta hendir enntá samstundis sum samgongan hevur tikið nýggjar inntøkur inn á fíggjarlógina 300-400 mió. kr. umvegis forskattaðar pensjónir og økt tilfeingisgjøld. Hetta eru inntøkur, ið ikki vóru á fíggjarlógini tá henda samgongan tók við í 2011.

Hóast hetta, so er tað eydnast samgonguni at økja hallið bæði 2012 og í 2013.

Mynd I: Úrslit landskassans (mió. kr.)

Kelda: Buskaparráðið, Hagstova Føroya og Landsroknskapur 2012 og 2013.

Veruliga hallið í 2013 er 660 mió. kr.

Forskatting av pensjón er ikki ein verulig nýggj inntøka. Talan er um inntøku, ið skuldi komið inn so hvørt sum fleiri pensjónistar verða, og so hvørt sum pensjón verður rindað út. Men pr. 1. januar 2012 valdi samgongan at taka hesar framtíðar inntøkur inn nú, og brúka tær beinanvegin. Hetta er inntøka, ið kemur at mangla seinni, tá ætlanin er, at pensjónistar ikki skulu rinda skatt. Talan er sostatt bert talan um framskundan av gjaldføri hjá landinum. Kann samanberast við, at landið tekur lán. Í løtuni fær landskassin bæði inntøku frá skatting av pensjón við útgjald (spard upp til og við 31. des. 2011) og frá skatting av pensjón við inngjald (spard upp frá 1. jan. 2012). Skal hallið í 2013 kunna samanberast við hallið í 2011, áðrenn henda samgongan tók við, er tí í minsta lagi neyðugt at taka hædd fyri tí rokning, ið kemur seinni. Tá bókaða inntøka landsins í 2013 frá framtíðar pensjónsskatti var 247 mió. kr., gjørdist “veruliga hallið” í 2013 ikki 413 mió. kr., men 660 mió. kr.

Kreativar fíggingarhættir

Men tað at nýta framtíðar pensjónsskattainntøkur her og nú er ikki einasta “kreativa fíggingarhættin”, ið fíggjarmálaráðharrin arbeiðir við. Hesin mælir eisini til, at farið verður undir fíggjarliga langtíðarleasing av almennum íløgum, har útreiðslurnar verða býttar yvir 20 ár, heldur enn rindað verður so hvørt bygt verður. Havrannsóknarskipið er nýggjasta dømið um hetta. Tílíkur leistur bæði dýrkar (eitt nú vegna rentuútreiðslur og avkast til privata veitaran) og dylir almennar íløgur, og leggur upp til loysnir, ið fíggjarpolitiskt eru ómetaliga langt av leið. Landið missir lættliga tamarhaldið á íløgum sínum, um farið verður undir langtíðarleasing heldur enn at rinda fyri hesar, so hvørt bygt verður. Skjótt verða hópurin av íløgum settar í verk, tí tað sær út til, at ”rúm er fyri hesum á íløgukarmunum”. Samstundis verður landið bundið av útreiðslur til íløguna 20-30 ár fram. Hetta avmarkar í stóran mun landið í, at nýta íløgurnar sum fíggjarpolitiskt amboð, har ferð verður sett á, tá tørvur er á hesum, og færri íløgur verða gjørdar, tá búskapurin er upphitaður. Tílíkar kreativar leasing-loysnir eru annars eisini royndar aðrastaðni, eitt nú í Farum undir Brixtofte leiðsluni. Hetta verður staðiliga frámælt. Eisini her er landsstýrið á skeivari kós.

Manglandi býti av virðum landsins

Vit eru millum heimsins ríkastu lond. Málið er, at fáa sum mest vælferð fyri tey ovurstóru virðir, ið vit hava í landinum. Mest týðandi liðurin í, at fáa sum mest vælferð fyri tey virðir, ið vit hava í samfelagnum er, at tryggja eitt javnt býti av landsins virðum.

Her hevur samgongan valt at ganga beint øvugt. Alsamt færri, eiga alsamt størri part av landsins virðum.

Manglandi fiskivinnunýskipanin og umsitingin av ovurstóra uppisjóvartilfeinginum hevur skundað undir henda ójavna. Og flatskattalættin og pensjónsforskattingin styrkti henda ójavna munandi. Flatskattalættin minkaði landsskattainntøkurnar 330-340 mió. kr. Men hetta kom bert lítlum parti av føroyingum til góðar. Tí meðan hálønt fingu upp í um 7.000 kr. í mánaðarligum skattalætta, fingu láglønt netto bert eina stóra pensjónsskattarokning vegna søguligu stóru hækkingina av pensjónsskattinum.

Pensjónsskattahækkingin rakar serliga tey við lágum pensjónum hart, tí farið varð frá at skatta vanliga pensjón progressivt við botnfrádrátti (sum løn), til eina 100% flatskattaskipan við 40% flatskatti frá fyrstu krónu. Tá umræður kapitalpensjón varð farið frá 35% upp í 40% í pensjónsskatti.

Mynd II: Flatskattalættin - býtið millum fólk við inntøku omanfyri 60.000 kr. árliga

Kelda: Hagstova Føroya, H.P.Strøm

Fyri at býta landsins virðir betur, og fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá føroyska vælferðarsamfelagnum, mæla vit í Tjóðveldi m.a. til, at:

1. Vanligi skatturin á arbeiði skal lækkast og gerast meira progressivur. Marginalskatturin skal ikki hækkast, men hinvegin skal skatturin á lág- og miðalinntøkum lækkast. Hetta verður gjørt við, at inntøkur frá tilfeingisgjøldum verða latnar fólki við lág- og miðalinntøkum sum skattalætti. Skal hartil nýtast til at hækka barnafrádráttin hjá barnafamiljum og barnaískoytið til stakar uppihaldarar.

2. Pensjónsskatturin verður javnsettur við lønarskattin. Harvið verður pensjónsskatturin aftur progressivur, og lækkar munandi fyri lág- og miðallønt. Hartil verður rindaður skattur við útgjald heldur enn við inngjald. Hetta merkir, at inntøkur landsins frá pensjónsskatti fara at hækka, so hvørt sum vit komandi árini fara frá 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist.

3. Fiskivinnunýskipan verður framd, ið tryggjar, at fólkið í Føroyum fær sum mest virði fyri ovurstóra tilfeingið, samstundis sum vinnan fær tryggar karmar, ið stuðla undir dynamiska, kappingarføra og burðardygga fiskivinnu.

Manglandi álitisvekjandi politikkur

Annar ómetaliga týðandi liður í, at fáa varandi framgongd er, at fremja ein álitisvekjandi politikk, so fólk kenna seg trygg við útlitini. Eisini her hevur samgongan gingið beint øvugt. Fólk hava mist álitið á politisku skipanina. Serliga vegna handfaringina hjá hesi samgonguni av eini røð av stórmálum, ið eru trýst gjøgnum uttan at lurta eftir serfrøði ella pørtum á arbeiðsmarknaðinum, og uttan at gera nakra veruliga roynd at fáa varandi, breiðar semjur á Løgtingi.

Úrslitið er m.a. at privata nýtslan, ið stendur fyri meira enn helvtina av allar nýtsluni í samfelagnum, hevur verið søguliga lág seinastu árini. Hetta hevur m.a. sæst aftur við, at MVG inntøkurnar ikki hava havt nakran veruligur vøkstur seinnu árini, og at talið av løntakarum, hevur staðið meira ella minni í stað. Í apríl 2014 (nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya) vóru omanfyri 2600 færri løntakarar, enn tá tað vóru flest í 2008.

Kunnu tó fegnast um, at nú ferð umsíðir er komin á fleiri stórar byggiverkætlanir, samstundis sum framgongd er í uppisjóvarvinnu og alivinnu, sær út til, at ávís framgongd er at hóma í MVG og talinum av løntakarum, ið eru knýtt at byggivinnuni og ídnaði.

Manglandi konjunkturjavnan

Hetta leiðir aftur til, ein annan part av búskaparpolitikkinum hjá samgonguni, ið hevur verið skeivur. Tí samgongan hevur framt alt ov fáar íløgur seinastu árini, tá tørvur hevur verið á hesum, samstundis sum tað nú verður sett gongd á eina røð av almennum íløgum í senn, júst tá privati parturin av búskapinum eisini fer undir fleiri stórar verkætlanir. Hetta hevur gjørt lágkonjunkturin longri og ógvusligari enn neyðugt, og fer framyvir at upphita búskapin skjótari enn neyðugt. Vit síggja longu nú at mangul er uppá arbeiðsmegi innan byggivinnuna, og at prísstøðið er hækkandi. Hetta er nakað, ið kundi verið sloppið undan, um farið varð undir stóru almennu íløgurnar fyrr. Tað var eisini óneyðugt at koma í hesa støðuna, tí meginparturin av stóru íløgunum vórðu longu samtyktar áðrenn henda samgongan tók við, tvs. í CHE-samgonguni og tá minnilutasamgongan samstarvaði við Tjóðveldi og Framsókn í 2011. Eitt nú Marknagilsdepilin, vardir bústaðir í Norðoyggjum og í Eysturoynni, nýtt Havrannsóknarskip, útbygging av Landssjúkrahúsinum, Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) fekk nýggjar heimildir at byggja leigubústaðir o.s.fr.

Manglandi nýskipanir

Eitt av aðalmálunum hjá Tjóðveldi er, at fáa framt alneyðugu nýskipanirnar í góðum samstarvi við viðkomandi partar. Hetta er neyðugt fyri at tryggja at vit fáa sum mest og best tænastur og virðir til fólk, vinnu og samfelag. Men eisini á hesum øki hevur samgongan tíverri valt aðra leið. Hevur í størstan mun framt “plenuklippara-sparingar” á fíggjarlógini, heldur enn at fremja veruligar nýskipanir. Hetta hevur kostað dýrt. Bæði tí at hetta hevur skert fleiri vælferðartænastur v.m. óneyðugt, og tí at tað vísir seg, at tað er júst í lágkonjunkturum, at tað er møguligt at fáa semjur um nýskipanir.

Ongin fiskivinnunýskipan er í eygsjón, og heldur ongin nýskipan av fyrisitingini – bert ein fráboðan um at 10 mió. kr. skulu sparast innan 2 ár. Innan eldraøkið hevur landið blakað handklæðið í ringin. Landsstýrið megnar ikki at fremja neyðugu nýskipanirnar, og velur í staðin at blaka ábyrgdina frá sær, og lata økið til kommunurnar at taka sær av. Og á pensjónsøkinum hevur samgongan ásett lógartvungið pensjónsinngjald og framt søguliga stóra pensjónsskattahækking, men ongin verulig pensjónsnýskipan hevur sæð dagsins ljós. Hvat hendir við Samhaldsfasta og Fólkapensjónini? Sum skilst ætlar stórur partur av samgonguni at avtaka fólkapensjónina - vónandi verður ikki so - men enn veit ongin hvør endin á hesum verður. Hildið kundi verið áfram, men samanumtikið er ikki eydnast at fremja tær nýskipanir, ið samfelagið hevur ovurstóran tørv á.

Nýggj stjórn og ítøkilig átøk alneyðug

Manglandi býti av virðum landsins, manglandi álit á landsins leiðslu, manglandi konjunkturstýring og manglandi nýskipanir eru sostatt týðandi orsøkir til at vit ikki hava fingið ta varandi framgongd, ið vit fyri langari tíð síðan áttu havt, tá hugsað verður um umstøðurnar annars í búskapinum.

Politisk átøk á hesum økjum eru samstundis lykilin til, at tryggja varandi framgongd.

Skal hetta eydnast verður tó neyðugt við nýggjari stjórn, ið kann endurreisa álitið á politisku skipanina. Eini stjórn, ið vil seta bjørt mál fyri land og fólk, og sum megnar at fremja neyðugu átøkini fyri, at fáa Føroyar aftur á rætta kós.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi