Ferðin hjá Uttanlandsnevndini hevur verið hildin loynilig sum ein statshemmiligheit, og ikki fyrrenn einaferð ídag fingu í hvussu er eykalimirnir at vita, at endamálið við ferðini var, at hitta løgtingsmannin Edmund Joensen, í hesum førinum í regi sum formaður í Fólkatingsins Føroyanevnd, á máli í Keypmannahavn. Hesi ørindi kundu verið ordnað minst líka so væl í Føroyum, um tað so var í Havn ella norðuri í Eydnuni á Oyrarbakka. Óskiljandi, at løgtingið brúkar pening til slíkt humbukk, sum onga, absolutt onga, meining hevur fyri tað føroyska samfelagið. Heimastýrslingarnir frøðast sjálvandi um, at teir báðir donsku tingmenninir, Edmund og Høgni, taka ímóti teimum, men álvaratos, hvat vil Føroya løgting, og hvat vil Uttanlandsnevndin, sum ikki hevur størri politiskar ambitiónir, enn at vitja eina avdeyða Føroyanevnd í Danmark.
Skal hervið boða frá, at eg ikki kundi funnið uppá, at fari út at ferðast fyri almennan pening, til eina so ófatuliga einkisigandi ferð sum hesa. Hetta er misbrúk av peningi skattaborgaranna so tað stendur eftir.
vinarliga
Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður og eykalimur í Uttanlandsnevndini.