Ferð á skapandi Føroyar – nú !

23 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit hava tryggjað, at okkara list og mentan fær nøktandi umstøður.
Neyðugt er at taka fleiri ítøkilig stig, fyri í enn størri mun at fáa ferð á skapandi partin av Føroyum.

Vit hava eitt ríkt lista- og mentunarlív. Hetta er takka verið ófatiliga nógvum evnaríkum og eldhugaðum føroyingum kring allar Føroyar.

Hetta kann gerast við, at skipa einar Føroyar har vit hava:

Fjølbroytta barna- og ungdómsmentan, ið gevur okkum skapandi og sjálvstøðugar borgarar.


• Øll føroysk børn og ung skulu hava atgongd til - og møguleika til at taka virknan lut í - lista- og mentunarlívi okkara. Tí skal livandi list vera tøk úti í øllum skúlum og barnagørðum. Hetta kann eitt nú gerast við støðugari menning av “Listaleypinum”.

Tjóðleikhús
• skal byggjast til allar føroyingar.


• Tjóðpallur Føroya eigur at hava neyðugar umstøður at framleiða fleiri nýggjar føroyskar leikir og áhugaleikarafeløg skulu góðar umstøður at virka og mennast.

Søvn landsins
skulu samstarva tætt og hava góðar umstøður til menning av savni, gransking og miðling. Teirra vitan skal røkka út til allar føroyingar og gerast ein livandi partur av skúlum og samfelagnum.


Vit skulu eitt nú leggja størri orku í náttúruvernd og menning av okkara fornminnum.

Okkara fremstu listafólk
• skulu hava møguleika fyri, at liva burturav sum listafólk.


• Lista- og mentunarráð Føroya skal stovnast og heildarætlan fyri lista- og mentunarstuðli gerast til veruleika.


• Allir nýggir almennir bygningar skulu prýðast við vakrari føroyskari list, tí minst 1,5% av byggikostnaðinum skal nýtast til list.

Kringvarp Føroya
• skal leggja høvuðsdent á at framleiða tilfar og sendingar, ið mennir føroyska málið, føroyska list og mentan.


• Munandi meira føroyskt tilfar til børn og ung skal verða framleitt, og skal vera til takst fyri allar føroyingar.

Føroyska vinnulívið og føroysk listafólk skulu samstarva tætt - til fyrimuns fyri báðar partar.

• Okkara útflutningvinnur, ferðavinnan og upplivingarvinnan kunnu fáa virðisøking og munandi øktar inntøkur við at knýta list, søgu og mentan til føroysk produkt og tænastur, ið verða seld í og uttanfyri Føroyar.


• Hetta kann geva eitt gott íkast til føroyska búskapin – og kann vera við til at ríka føroyska lista- og mentunarlívið.

Tónleikafestivalarnir skulu hava umstøður til støðugt at mennast og gerast miðdeplar fyri tónlistarligum upplivingum og menning. Skulu eitt nú gagnnýtast sum partur av “brandingini” av Føroyum.


Framtíðar Føroyar

Fjøltáttaða og nýskapandi føroyska listin og mentanin fáa ferðafólk og lesandi í stórum tali til Føroya, her tey vitja í styttri og longri tíðarskeið.

Føroyar eru eitt land, sum alsamt fleiri ung velja sum teirra heim og landið, har tey ynskja at liva og skapa saman við okkum, ið her búgva.

Ferð er komin á skapandi Føroyar – og fólkavøkstur er veruleiki.

Hetta eru tær Føroyar, ið vit saman kunnu skapa.

Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Les meira um hjartamál, meiningar, familju o.a. á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo