Eysturoy og Mykines, vakstrarøkir

27 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Økismenning og vinna ganga hond í hond, og besta trygd fyri javnvág ella avlopi á fíggjarlógini er, at øll økini í Føroyum verða brúkt til fulnar. Okkara tilfeingi er ikki miðsavnað, tí skulu vit stuðla upp undir, at útoyggjarnar og útjaðarin fáa umstøður at mennast og gerast vakstrarøkir.

Tað er ikki av tilvild, at vit hava sterk vinnulívsøki kring landið. Øki, har vinnan hevur góð gróðrarlíkindi. Vit kunnu taka dømi sum Runavíkar økið, Fuglafjørður, Leirvík, Gøta, Klaksvík, Vágur o.o.

Tey øki, har vinnan mennist skjótast, hava neyðugu fyritreytirnar. Hesar eru: eginleikar hjá fólki í økinum, landafrøðiligir fyrimunir, kapitalur, vitan og eitt gott undirstøðukervi, her íroknað kt-kervið.

Hesi sterku øki eru eisini vælsignað við einum góðum undirstøðukervi, ið kommuna og land hava ment í felag. Umstøður, ið stuðla upp undir eginleikarnar hjá fólkinum, nevniliga tryggar sosialar tænastur, bústaðir, barnaansing og eldrarøkt. Dentur er eisini lagdur á mentanartilboð, tí mentan og vinnumenning treyta hvørt annað.
So hava vit onnur øki í Føroyum, ið ikki megna tað sama, sum víst er á omanfyri.

Orsøkin er bæði eyðsýnd og kompleks. Partvíst er tað samfelagsmenningin, ið ikki stuðlar upp undir, at fólk búgva uttan fyri alfaravegin. Harnæst er tað landafrøðiligar umstøður, m.a. at farleiðin upp um fjøll ella tvørtur um firðir og sund, ið ger farleiðina trupla.

Men taka vit hesi viðurskifti frá, so hava hesi fjarskotnu plássini eitt ríkt tilfeingi. Tey hava eginleikar hjá fólkinum, lætta atgongd til bø, haga og havøki. Hesar oyggjar og smábygdir hava mentanarsøgulig landsløg og natúrperlur. Alt rávøra, ið kann gagnnýtast. Vit síggja dømi um hetta í m.a. Mykinesi, og øðrum ferðavinnu spírum kring landið.
Útoyggjar og bygdir í útjaðaranum, her íroknað Suðuroy og Sandoy, hava sum nevnt ein góðan part av tí, sum skal til fyri at skapa vinnu- og arbeiðspláss. Men nøkur lið í ketuni mangla. Hesi lið í ketuni vil Tjóðveldi finna og seta inn. Tey koma møguliga at síggja øðrvísi út enn á megingøkinum, men tað kann eisini vera ein styrki.

Og tað er ikki sørt, at útjaðarin verður undirmettur. Nógv spennandi vinnulig hugskot koma frá útjaðaranum, men tit síggja tey ongantíð, tí tey verða jarðað áðrenn føðing. Hetta orsakað av vantandi fígging og forstáilsi frá meginlandinum.

Hetta vil Tjóðveldi bøta uppá við at føra ein góðan økismenningarpolitikk. Økismenningarálitið skal dagførast, og síðan skal økismenningarpolitikkurin eftirmetast í 2-3 hvørt ár.
Hetta fari eg at standa fyri, verði eg vald á Ting leygardagin.

Veljið Tjóðveldi, tí vit vilja, at alt landið skal mennast.

Olga Biskopstø