1936 er bara eitt tal, eitt nummar. Eitt nummar av mongum í røðini, síðani ein merkisverdur miðeysturlendingur gekk og spadseraði á fløtum, strætum og í templum í Palestina. Jasaja spámaður segði í hvussu er um hendan timburmannin, at hann rann eins og runnur úr turrari jørð. Og líkamikið, tað kann bara vera ein heilt sjaldsom legenda, ið gerst orsøkin til eina heilt nýggja tíðarrokning. Í objektivu sjóneykuni er 1936 bara eitt tilvildarligt tal, - í subjektiva optikkinum stendur nummarið øðrvísi. Er eitt vegamót, drúgvari ella lakari, alt eftir hvar ið tú er og hvør ið tú er.
1936. Christian 10. og kona hansara Alexandrina vitja í Føroyum. Kjartan Mohr stovnar Skipasmiðjuna, AT sær dagsins ljós á Tvøroyri. Borgarakríggj herjar Spania og høgrafalangsan hjá Franco fer avstað við valdinum. Nobelvinnarin í fjør Mario Vargas Llosa og sangarin Roy Orbison vóru bornir í heim og 01. august hetta árið setti Adolf Hitler olympisku leikirnar í Berlin. 4 dagar seinri vinnur hin litti amerikumaðurin Jesse Owens sína triðju gullmedalju.
Nationalsocialistiska katharsis-ideologiin um treystimunin og íleguójavnar millum fólkasløgini fær eitt skot fyri bógvin og góðar 4 mánaðir fyri hetta, hin 28. mars, verður eitt ítróttarfelag – eitt fótbóltsfelag - stovnað í Vágsbotni, har sum Undirhúsið hevur hildið til. B36. Teir vóru farnir at reiðrast árið fyri, men Martin hjá Hósvíks-Jákupi helt, at tað var meira saft og kraft í navninum B36 heldur enn B35. Hesum kunnu vit vera samd við honum í, og júst tað er orsøkin til, at vit í kvøld kunnu hátíðarhalda 75 ára dagin hjá felagnum. At besta liðið hjá felagnum óvæntað hevur sveipað alla mótstøðu av føroyskum vallum í lokna kappingarári, og hevur vunnið felagnum níggjunda meistaraskapin, ger ikki huglagið verri, nú vit í veitslulagi sita á knattspyrnunnar Parnassos í høvuðsstaði landsins.
Nú er summarið, sum ikki var, skjótt av. Mínir bygdamenn kláraðu seg væl í Zagreb. Seks – null til hinar. Sjálvur havi eg sum smádrongur spælt ein dyst við b-piltunum hjá HB móti B36. Vit vunnu tíggju – null. Eg stóð í málinum, og nam ongantíð við bóltin. Tí helt eg onga orsøk vera at halda fram við tí spælinum. Mótstøða krevst. Avbjóðingar. Skriva endarímsleyst til eitt endarímselskandi fólk. Hesa yrkingina skrivaði Tóroddur Poulsen í savninum “Reglur” í 1994.
Eysturoyingar spældu heldur ikki nógvan fótbólt í mínum ungu døgum. Teir róðu kapp og leiktu hondbólt. Tað er ikki fyrrenn fuglfirðingar leypa út úr jarnfuglinum við ongum fallskíggja, at skjálvtar fara ígjøgnum íhaldið í oynni. Hetta var í 1971. Mangur man hava grinið at bóndafótbóltinum í Eysturoynni hesi árini, og teknikkur og taktikkur vóru ikki fyribrigdi man spekuleraði so nógv uppá, minnist, at menn um okkara leiðir í áravís tosaðu um ein framúr góðan dyst, har ein lemjandi takling hevði tað við sær, at bólturin brast. Fuglfirðingarnir eru tó eitt sjaldsamt dømi um, hvat ið kann henda henda, eigur tú dirvið at leypa á mørkini, múrarnar og forðingarnar. Tá kann tað grógva um gangandi fót, í minsta lagi kann tað blíðka fyri hugaðum monnum. Í 1979, bara 8 ár seinri, fær tann bygdin sína aðru og alternativu tíðarrokning. ÍF gerst føroyameistari í bestu deildini. Síðani hava teir tosað um fyri og eftir Krist - og fyri og eftir 79. Onkrir av teimum, sum bóru hendan meistaraskapin í hús, spældu seinri við B36. Meinhard, Jan og Ábraham. Til ber at siga, at ÍF er kúbeinið, sum skapar ein veruligan fótbóltskultur í Eysturoy. Seinri gerast GÍ, B68, EB/Streymur og NSÍ eisini ørvagarpar í fremstu røð.
Meðan hetta vakuum lá sum ein køvandi dýna yvir oynni var áhugin kortini ikki sørur. Menn hildu við onkrum. Teir flestu við KÍ – helst tí, at teir stóðu havnarmonnum kurl og væl tað. Steinbjørn, John Sigurð, Karl Gudmund og Jóannes á Uppsølum vóru umrøddir sum verðsligir skurguðar. Tað fyrikom mær onkuntíð, táið teir gomlu stóðu við skivuna í handlinum og tosaðu um seinastu dystirnar, at høvdu teir bara sloppið at norti við onkra av hesum legendunum, so kundu teir ekkaleysir ganga inn í deyðan. Toftamenn hildu fyri tað nógva við B36, og tað kom ikki av ongum, bygdamaður teirra og fótbóltsambassadørurin par excellence, Odmar Færø, leikti á besta liði teirra. Onkur heldur at orsøkin til hetta kann vera, at ein systur Óla Jógvan Guttesen, sum var á meistaraliðnum í 46, Maja, var gift við skiparanum Júst í Túni. Beiggi Óla Jógvan, kendi málarin Petur Guttesen, vitjaði ofta harinni, spældi bólt við dreingjunum, og helst hevur hann longu tá sæð potentialið í Odmari, sum hevur flutt seg niður ígjøgnum fleiri ættarlið longu. Odmar spældi per fas et nefas, við øllum snildum, og menninir innan av Toftum vóru ivaleysir um hansara leiklut á liðnum og um sín egna ognarlut í felagnum av hesum. Tað var heldur reglan enn undantakið, at bygdamenn, sum fluttu til høvuðsstaðin, valdu at lima seg inn í B36, fyri at royna síni kynstur. Hetta var felagsskapurin hjá proletariatinum, meðan HB heldur var hin metrosexuella bastiónin hjá borgaraskapinum og embætismannastættini í Havn.
Abbasystir mín á Geilabø í Norðragøtu, Magdalena, var gift Tummas Jákupi úr Blásastovu. Tann eina dóttir teirra, Margretha, giftist við einum av gigantunum í søguni hjá B36, Alla Hansen. Harvið eru Magnus og eg trímenningar. Teir siga fyri mær, at hevði hann ikki meitlað sær fótin og var farin niður at lesa seg klókari, so hevði hann kanska verið eitt aktiv, ein tilsetningur, í sjeyti- og áttatiáruum. Abbi mín á Glyvrum og Símun Simonsen, uttan fyri Garðar í Hoyvík, vóru systkinabørn. Harvið eru vit báðir republikanarin Jákup Símun Simonsen fermenningar. Harvið kundi eg havt verið B36-viðhaldsmaður. Hesin parturin av fjølskylduni í høvuðsstaðnum hevði kortini ikki nógmikið av megi á vágskálini, táið tað kom til skarpskeringar. Ein mostir niðri í B36-kvarterinum á Tinghúsvegnum og ein fastir uppi undir Varða vunnu hendan dystin, - eg gjørdist HB-viðhaldsmaður. Systkinabørnini Eyðfinn Lamhauge og Arge-brøðurnar, mest kendir sum bóltmenn oman fyri hálsvølin, eru helst teir sum drógu tað longsta stráið í hesum dysti. At guðssonurin Uni seinri gjørdist landsliðspælari gjørdi ikki tað slóðina smælri.
Minnist, sum var tað ígjár, fyrsta dystin, sum leiktur var á nýggja stadion í Sarpigerði í Norðragøtu. 2. Hvítusunnudag í 1964. Maður og enntá hvør kona fór av húsi. HB og B36 spældu. Haldi tað var ta ferðina, at mín gamli lærari í Gøtu Skúla, Pól Enok Hansen, skuldi spyrja Hallgrím Gregersen hin legendariska spurningin, um gøtumenn nakrantíð mundu fara at koma so langt ávegis í bóltleiki, sum høvuðsstaðarliðini. Tað vignaðist betri enn væntað, og mín fjeppan endaði aftur í Gøtu, har rótin var runnin.
Fótbóltur er so mangt, tað er í grundini ein ófatilig vifta av streingjum, sum geislar frá hesum einfalda spælinum. Spenningurin, uppalingin, agin, sosiali felagsskapurin, vinnaramentaliteturin. Ein sub-religión, sum hugtekur fjøldir, - milliónir og milliardir kring allan knøttin. Onkursvegna stendur hetta spælið betri til kompleksa eyðkennislyndi í menniskjanum enn nakað annað mannaættin hevur uppfunnið. Føroya bispur ráddi í eini røðu fyri kortum føroyingum til at brúka meira tíð til tað óneyðuga heldur enn tað neyðuga. Tað neyðuga snýr seg um materiu, um búkin, um verðsliga at yvirliva dagin ímorgin. Tað óneyðuga gevur lívinum fjølbrigda og lívsjáttandi innihald, - eitt nú fótbóltur.
Uttan felagsskapin gerst lítið. Tað prógvar søgan í ovurmát. Í Føroyum bjargasøgan, útróðrarsøgan og ikki minst ítróttarsøgan. Synergiin – vøksturin av millumgongumegini – er helst ikki mátbar, men tá framrættaðir menn leggja Bóndafelagið og Bóltfelag Skotfelagsins saman í B36, hava teir valla hugsað, at hetta felag skuldi gerast ein oddviti í føroyskari fótbóltssøgu, at tað skuldi blíva stórleverandørur til landslið okkara og at glæman frá búnum teirra skuldi skyggja í eyguni á alspentum áskoðarum á diverse stadion í Europu. Størsta sólksinssøgan í føroyska fótbóltsheiminum eru tó hesi fólkini, sum eru seiggi, sleggjurnar og súlurnar undir feløgunum. Tímar, dagar, vikur og ár eru tey ókeypis kittið, idealisman og filantropiin, sum ger, at tað ber til at halda stásinum við líka. Leikararnir eru kremið, teir sum fingu evnini og viljan í vøggugávu, men tað gerst onki uttan nevndina, vaskikonuna, billetseljaran, flaggmannin, floksmannin, hvíta tikaran, heksadoktaran við saftini you name them. Hevði tú sett eitt taxametur upp hvørja ferð hondin varð rørd frá síðuni, var ongin ítróttur, ongin fótbóltur av týdningi, í Føroyum. Varð samfelagið rikið á sama hátt sum ítróttarfeløgini, hevði kanska verið betri statt í landinum.
Tað er ikki sørt, at upprunin til B36 er í so makabur. Felagið er ein leivd frá Thorshavns Skytteforening, har menn hugnaðu sær við at skjóta til máls við salónriflum. Nú skjóta teir við fótunum, og onkuntíð hava teir skotið við tí eyðkenda havnaretorikkinum. Kend er søgan um Mouritz Snús, sum var farin niðan í Gundadal Ólavsvøkudag. Kappróðurin hevði verið dagin fyri, hetta var í tí tíðini, táið onki bar til við 10-mannafarinum hjá klaksvíkingum, og nú ætlaði hann at síggja B36 vinna á KÍ. Hann hevði fingið sær upp í nevið, eitt trivaligt pirk kanska og vælhýrdur setur hann seg ímillum klaksvíkingarnar. Góða lagið batnar, táið B36 leggur seg á odda bæði við 1-0 og 2-0. KÍ reduserar, minkar um munin, 1-2. Nakað út í annan hálvleik stendur á jøvnum, 2-2. Táið 7 minuttir eru eftir av dystinum leggur ein fótfimur klaksvíkingur KÍ á odda, 3-2. Sohvørt sum dysturin skifti, fall geipanin á káta havnamanninum, og táið gestirnir høvdu lagt seg á odda, reistist Mouritz Snús brádliga og fór til gongu. Klaksvíkingarnar, tiltiknir fyri at arbeiða uppá fólk, rópa aftaná honum: “Tú gaulø, hvar fer tú so skundigur stunandi?”. Tað var kontant avrokning, tá Mouritz svaraði: “Eg fari oman í Vágsbotn fyri at hyggja eftir, um Klaksvíkingurin er komin á mál !”
Onkursvegna hevur B36 staðið í skugganum av hinum gomlu feløgunum, serliga HB, KÍ og TB. Helst er tað laka periodan frá 1962 til 1997, sum er orsøkin. Gloyma vit eina løtu hetta keðiliga vakuum´ið í felagsins søgu, taka tað bókstaviliga úr samanhanginum, úr XL-arkinum, so eru tað lítið meira enn 3 ár ímillum, at B36 vinnur meistaraheitið í bestu deildini heilt síðani kappingin byrjaði. Nú bendir tó alt á, at felagið skal takast í ramasta álvara, á hvørjum ári, sum ein av kombatantunum, ið náileyst berjast um oddasessin í føroyskum fótbólti.
Nú eri eg politiskt indiffirentur fyri tíðina, so tit loyva mær kanska at siga tað, at eg einaferð hevði ein dreym um, at Føroyar og Danmark skuldu spæla ein landsdyst í fótbólti, á Svangaskarði, tann dagin, táið Republikkin varð skipað. Politikkur og ítróttur, líka so lítið sum politikkur og átrúnaður, eiga ikki at vera samantvinnað, og tað mundi vera meira sum ávikavíst skyldmaður og hálvur glyvramaður, at teir báðir Magnus hjá Alla og Mørk-maðurin, Jákup hjá Lenu, heittu á meg um at tosa fyri tykkum í kvøld.
Henning Jensen, kendur áleypari, sum spældi í Borussia, Real Madrid, Ajax og sjálvandi á danska landsliðnum sigur seg hava spælt éin politiskan fótbóltsdyst í lívinum, hóast hann ikki var fegin um at vevja hesi fyribrigdini saman. Hetta var, táið gomlu EEC-londini spældu ímóti teimum nýggju limalondunum, Danmark, Írlandi og Bretlandi á Wembley eitt kalt januarkvøld í 1973. Tey eldru minnast helst málið, sum Henning sjálvur skallaði inn eftir ein frálíkan sendara úr høgru frá Bobby Charlton. Tey nýggju londini vunnu dytin 2-0. Langar útsiktir eru fyri mínum dysti, nú Fólkaflokkurin situr niðri á Gamla Apoteki og sýpur allan blokkstuðulin í seg aftur, sum hann spýði úr sær í 2002, saman við táverandi fíggjarmálaráðharranum og ”prinsippfasta” sheriffinum í Klaksvík. Sig so, at gamlir málverjar ikki kunnu brúkast til okkurt. Tað var annars Tony Schumacher, sum segði, at tað fanst ikki ein rættsiktaður málmaður í øllum heiminum. Gamli HB-málmaðurin á Apotekinum man tó duga meiri enn at mæta sær. Í politiska segmentinum undir øllum umstøðum. Tað gongur sjón fyri søgn.
Víkingarnir sita í løtuni norðuri í Leirvík og fegnast um eitt triðja pláss. Var eg ikki her, so var eg har. Lat ongan iva verða um tað. Tó er tað sum hjá toftamonnum við Odmari, eg haldi meg eiga ein evarska lítlan ognarlut í skyldmanninum Súna. Abbi hansara og eg vóru trímenningar. Pápi hansara var kokkur hjá mær í fleiri ár. Vit sigldu ímillum Aalborg og Grønland, og ein dagin vit báðir eru farnir í býin, fær hann ikki afturhald, og hvørjaferð vit passera ein ítróttarhandil, skal hann nerta við hesar elasmáu gaggurnar. So segði hann mær frá hesum 2 ella 3 ára gamla smádreinginum, sum mátti fáa eina dygga kálvføðing, hann mátti læra at ganga í gaggum frá lítlum av. ”Harraguð maður, so keypir tú hasar gaggurnar, eg skal syrgja fyri, at tær verða sendar við postinum til Føroya.” Sigi eg við hann, og so varð. Kanska er orsøkin til deyðbóltssnillingin, Súna Olsen, at vit fingu hasar gaggurnar transporteraðar heim til Syðrugøtu, soleiðis, at hann eftir tað ikki kundi liva eitt lív uttan gaggur.
Tað er mær stórur heiður at røða her í kvøld. Tað er neyvan sum ítróttarmaður, at heitt var á meg. Havi verið føroyameistari í hondbólti, við unglingunum hjá Neistanum, men vit, sum fóru ungir til skips, rukku ikki øllum lívsins fassettum, sum eru landkrabbum møguligar. Íbornu evnini eru neyvan til meira enn ein tíma um vikuna av innandurafótbólti, saman við monnum í sama vektklassa. Frá 120 kilo og uppeftir. Tá eg hugsi um B36, komi eg sjálvsagt í tankar um Kjartan Mohr, legendariska peningarøkilin. Landsapotekaran. Hann gekk í Hoydølum um sama mundið sum eg, og vit høvdu eina Hoydalsturnering koyrandi øll árini. Minnist meg rætt vóru vit Hoydalsmeistarar 3 ár á rað. Mótstøðan var øgilig. Tó kneykraðu vit henni hvørja ferð. Áki Davidsen, Jacob Heinesen, Jóannes Hansen, Richard Scwartsson, Ásmundur Gudjónsson, Volmar Højgaard, Jens Andreasen, Páll Beder og maðurin sum bastant og eirindaleyst feldi ein og ein korporal í herliðunum hjá mótstøðuni var fyrrverandi formaðurin í Føroya Lærarafelag, Esmar Berg. Prúði hvalbingurin, sum hevði verið við trolara, áðrenn hann kom undir veingjabreiði hjá Christiani Haraldsen, Eriki Petersen og Daniellu. Hann stóð sum fjallið á høgra bakverja, ikki nakar belevin teknikari, men vøddarnir kunnu eisini brúkast.
Fari at ynskja felagnum hjartaliga tillukku við sjeytifimm ára føðingardegnum, við føroyameistaraheitinum og mátti framtíðin verið Ímundarssyni og sveinum hansara happadrúgv. Tað var ongin ivi um í ár, at B36 hevði so nógv tað besta liðið í Vodafondeildini. Bæði individuelt og sum toymi. Vónandi fara Víkingarnir at geva tykkum ein skarpan gang í 2012. Um tað ber ella brestur, vita vit ikki, tað einasta sum ikki svitast er, at báðir partar gerast betri í beinhøru kappingini. Tær ferðir liðini hava brostið saman í ár havi eg hugsa um orðini hjá Terja: ”Hvar enn eg vendi mær, tú eyguni sendir mær !”
Hugsi um Jesaja spámann, tá øll hesi feløgini kring landið eru sprottin sum runnar úr turrari jørð. Nú stendur B36 ikki sum eitt tilvildarligt tal ella eitt nummar í onkrari skráseting, men heldur sum eitt sublimt og vakurt eikitræ, hvørs greinar og bløð veittra við stoltleika í lotinum, rótin stendur trygg í jørðildinum, ikki minst takkað verið tykkum, sum hava gjøtað og tæðað øll hesi 75 árini.
Til endans. Tom Søndergaard sigst vera eitt tað stórsta talenti, sum Danmørkin hevur fostrað. Spældi við B93 og danska landsliðnum. M.a. saman við Finn Laudrup. Á liðnum sum vann 14-2 á Íslandi í gomlu Ítróttarparkini í Keypmannahavn í 67 í hinari øldini. Seinri var hann liðfelagi hjá Jóhann Cruyff í Ajax Amsterdam, ein bráðpanna av kreativiteti og nýhugsan, felagið, sum hevur evnað til eina nærum endaleysa røð av sublimum leikarum. Í 60-árunum var Søndergaard saman við B93 í Føroyum og spældi. Ímóti Býliðnum á Ólavsvøku. Dómarin var føroyingur. Einaferð dømdi hesin brotsspark til Býliðið. Hetta kom óvart á, og Tom fer síðani eitt sindur rísin út ímóti síðulinjuni, og tá letur í honum: “Det var s´gu ikke straffe(!)”. Skamt har ífrá stóð Jákup hjá Emil hjá GøtuJákup, pápi Emil á Dimmu. HavnarJákup, róptu vit hann inni á Glyvrum. Orðknappur og spontanur sum hann var, svaraði hann Tom Søndergaard soleiðis: “Áh, hold du din kæft, du har s´gu ikke forstand på fodbold(!)”
Tað er sum Martin Næs sigur í einari yrking: “Teir bestu fótbóltsspælararnir standa altíð á áskoðaraplássunum.” Tað sama er eftir øllum at døma galdandi fyri dómarar.
Hugnið tykkum áfram !