Mitt í øllum meldrinum har valevnir gjara út til vinstru og høgru við mentunarhúsum, fótbóltsvøllum og øðrum, er neyðugt at vit minnast at tað eru fólk í býnum sum hava onnur áhugamál enn bara fínmentan og ítrótt. Ein av teimum er undirritaði.
Uppvaksin við djórum veit eg hvussu stóra gleði ein fær av djórum og vil eg tí fegin gera mín part so at onnur ið hava djór eisini kunna fáa enn størri gleði av sínum djórum. Hetta krevur tó at vit geva djórum og djóravinum betri umstøður.
Hundaeigarar í høvuðsstaðnum hava anno 2012 sera ring kor. Býráði og almennu myndugleikanir gera sær ómak at siga hvat ikki er loyvt og hvat ikki ber til. Hóast hundafeløg hava strongt á í nógv ár, hevur tað ikki eyðnast býráðnum at finna nakað so einfalt sum eitt hegnað økið, har hundar kunnu sleppa at renna leysir, og har hundaeigarar hava møguleika at venja sínar hundar uttan at vera til ampa fyri onnur. Tað kann ikki vera so trupult at seta eitt stik og nakrar ruskspannir upp á eitt økið. Hetta hevði verið til stóra gleði fyri hundaeigarar, samstundis sum tað vónandi eisini hevði minkað um trupuleikan við leysum hundum.
Nakað er bøtt um býlingsgøtur seinastu árini og kommunan hevur gjørt eina fina gøtu í haganum runt um Vesturvarða, tann sokallaða rossagøtan. Gøta er eisini í gerð framvið Sandá og hetta er sjálvandi at fegnast um. Men har liggur enn nógv á láni og nógvir møguleikar eru á hesum økinum. Úr rúgvini kunna vit nevna okkurt dømi ! Gøtan úr Havnardali niðan á Kirkjubøreyn er eitt, einaferð var hetta ein stásilig og vøkur gøta. Men aftaná at hava ligið í órøkt í nógv harrans ár er hon nærum við at hvørva og skal ein nú ansa sær, tá ein gongur eftir henni. Hendan gøta verður nógv brúkt av gongufólkið, bæði føroyingum, útlendskum ferðafólki, umframt eisini av rossafólki. Eisini mátti tað verið ein funnin fressir hjá havnarfólki um ein gøta var gjørd niðri í fjørðuni Yviri við strond, frá Skansanum, framvið Válgaravík, Boðanesgjógv og niðan á gamla bóndagarðin í Hoyvíkini har savn er nú. Við hesari gøtu kundi býráði víst sínum borgarum at kommunan ikki bara hugsar um asfalt men eisini hevur tey í huga sum vilja sleppa nærri náttúruni.
Hetta hevði verið nakrar ódýrar íløgur sum hevði skapt stóra gleði umframt at verið eitt satt prýði fyri høvuðstaðin. Hetta er bert nøkur dømir hvussu kommunan við fáum pengum kann skapa stóran trivnað fyri borgaran.
Tú hevur tann 13 Novembur møguleika at vísa teimum núverandi býráðslimunum tína ónøgd við verandi politik á hesum økið. Hetta kanst tú gera við at seta títt x við meg á býráðsvalinum. Tað er ikki vist at eg verið valdir, men hvør atkvøða sum kemur á mína konto, vísir helst okkara kosnu fólkum, at tað eru fleiri fólk sum hava somu hugsan sum eg á hesum økinum.
Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í havn.
Brandur í Dali