Løgtingsvalið 2011 fer í mangar mátar at verða merkt av søguni undir heitinum:
Tá ”nei” gjørdist til ”ja”.
Tí 6 ferðir ”nei” og 1 ferðir ”ja”. Hetta vóru svarini uppá spurningin frá fjølmiðlafólkunum dagin undan valinum, tá spurningurin var: ”Skal blokkurin tinast?”
Tríggir av fýra av formonnunum í samgonguflokkunum søgdu tá nei, men bert fáar dagar seinni, varð svarið ja.
Hetta var nakað av eini kollvelting.
Tí talan er ikki um okkurt smávegis mál, men hinvegin um eitt stórt og sera týðandi mál fyri okkara samfelag, búskap og framtíð.
Okkara ynski um at gerast sjálvbjargin fíggjarliga og harvið eitt týðandi grundarlag fyri málinum at gerast eitt sjálvstøðugt land.
Lógaruppskotið ...
Uppskotið sum er til viðgerðar í dag viðv. ríkisveitingini er ikki ein hækking av veitingini og heldur ikki ein prístalsregulering í sjálvum sær. Men sum nevnt verður í viðmerkingunum, so skal væntast at endaliga ríkisveitingin í 2012 vil verða ein onnur enn tær 616,5 mió. kr.
Ikki bert ein onnur upphædd, men sum samgonguskjalið sigur: ”dagføra ríkisveitingina til dagsvirðið”. Sum skilst liggur í hesum bæði ein hækking heilt aftur til lækkingina av ríkisveitingini í 2002.
Ætlanin er, at spola aftur størsta fetið á sjálvstýrisleið seinastu mongu árini, niðurskurðin av ríkisveitingini.
Ein ”umsókn” um hækking av ríkisstuðlinum – sum skilst á 150-200 mió. kr. – er eftir øllum at døma send donsku stjórnini. Hartil kemur ein prístalsregulering, ið skal setast inn aftur, og harvið leypandi hækka ríkisveitingina.
Við hesum verða allar avtalur, ið Løgting og Landsstýrið hava gjørt 2002-2011 gjørdar til onkis. Meintu vit ikki tað vit avtalaðu tá ?
Hetta er heilt ófatiligt og sera óvirðiligt.
Nýskipanir og vøkstur skulu til
Hví skulu vit venda okkum til Danmarkar og biðja um enn størri veitingar, tá vit megna at klára okkum her í Føroyum uttan størri veiting ?
Hetta tykist eisini rættiliga meiningsleyst nú danski ríkiskassin hevur munandi størri skuldarbyrðu, undirskot og avbjóðingar pr. íbúgva enn vit sjálvi hava.
Tað sum krevst her heima hjá okkum er, at vit fremja allar tær nýskipanir, ið skulu til - eitt nú innan kommunur, fyrisiting, skúlar og fiskivinnu.
Ein hækking av ríkisveitingini vil – eins og at taka inn framtíðar pensjónsskattin nú – uttan iva bert minka trýstið at gera neyðugu tillagingarnar í Føroyum – fyribils. Hetta vil verða til skaða fyri okkara samfelag og má ikki henda.
Vit eru ávegis ...
Tað kanska mest syrgiliga er, at vit eru jú væl ávegis móti einum sjálvberandi búskapi.
Hetta hevur minkingin og fastfrystingin av ríkisveitingini tryggjað. Men hetta vil samgongan steðga.
Í 2000 høvdu vit eina ríkisveiting, ið var 11,4% av samlaðu framleiðsluvirðinum í Føroyum (BTÚ) – ríkisveitingin var tá 983 mió. kr. og BTÚ 8,6 mia. kr.
Í 2002 varð henda minkað niður á 616,5 mió. kr. og var tá 6,2 % av BTÚ. BTÚ var tá komin uppá 10 mia. kr..
Í 2012 væntast okkara BTÚ at gerast 13,3 mia. kr. og við eini framhaldandi fastfrysting vil ríkisveitingin sostatt bert gerast 4,6% av BTÚ í 2012.
So sum sagt, so eru vit væl ávegis. Verður hildið áfram við fastfrystingini flyta vit okkum soleiðis skjótt mótvegis einum búskapi óheftum av donsku ríkisveitingini, sum í nærmastu framtíð kann gerast minni enn 1% av okkara búskapi.
Hetta er sjálvandi rætta leiðin.
Blokkveitingar og samfelagsbúskapur
Vit vita, at blokkveitingar so at siga ongantíð hava jaliga ávirkan á samfelagsbúskapir.
Prísvøkstur, seinkaðar tillagingar av samfelag, minni kappingarføri og skeikling.
Hóast hetta eru góðar orsøkir til, stigvíst og yvir eitt áramál at sleppa av við blokkin – heldur samgongan fast um at vilja hækka hesa.
Hetta kann undra, tí tað tykist ikki sum samgongan heldur at inntøkur mangla hjá landinum.
Samgongan metir at landið megnar at lata 265 mió. kr. í skattalættum til hægri inntøkurnar, og harvið lækkar skattainntøkur landsins við hesi upphædd. Hví so ikki rúm fyri eini framhaldandi fastfrysting av ríkisveitingini ?
Eisini metir samgongan – og alt Løgtingið – at vit megna at spara og skapa vøkstur fyri at fáa undirskot á yvir 500 mió. kr burtur og fáa javnvág
Longu her eru væl meira enn ríkisveitingin í dag. 265 og 500 mió. kr.
Halda vit áfram eftir at javnvág er fingin á fíggjarlóg, og vøkstur aftur verður í samfelagnum, at fáa yvirskot – eins og í 2001 á 700 mió. kr. – so verður ikki longu neyðugt við ríkisveitingini á fíggjarlógini í framtíðini.
Ríkisveitingin er følsk trygd
Tað kann heldur ikki vera fyri at tryggja føroyska búskapin, at ríkisveitingin skal hækkast. Tí vit hava fleiri ferðir havt kreppur við munandi størri ríkisveitingin – m.a. í 90’unum.
Blokkurin er ikki svarið
Ein tingmaður segði tað so ómetaliga væl í eini grein fram til løgtingsvalið. Hann segði soleiðis:
”Eg eri sannførdur um, at um vit hækkaðu blokkin nú, so hevði tann hækkingin enda í hægri kostnaðarstigi í Føroyum: hægri almennum lønum, hægri prísum o.s.fr., og tað hevði bara gjørt kappingarførið hjá vinnulívinum verri. Og vit vórðu uppaftur verri fyri!
…Vit trúgva upp á hetta landið og hetta fólkið og ivast ikki í, at um rætt verður atborið, so kunnu vit saktans klára okkum við tí veldiga ríkidømi, sum havið gevur okkum.
Nei. Loysnin er ikki at hækka blokkin.”
Hækkið ikki ríkisveitingina !
Vil heita á Løgtingið, samgonguna – og ikki minst Fólkaflokkin - ikki at taka undir við hækking av ríkisveitingini, og lurta eftir hesum skilagóðu orðunum frá hesum løgtingsmanninum, ið forrestin var fólkafloksmaðurin og løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni.
Tá vilja vit koma nærri málinum um ein búskap óheftan av donsku ríkisveitingini – og harvið nærri einum sjálvstøðugum Føroyum har føroyingar ráða.
Um valt hinvegin verður at hækka ríkisveitingina, so tykist einasta málið vera at gera føroyska búskapin meira ósjálvbjargnan.
Hetta kann ikki vera rætt.