Í nýggju miðnámsskúlaskipanini er enskt krav á øllum breytum, men kravið um danskt er slept.
Tó vísir tað seg, at næmingar velja danskt sum einasta fremmandamál og týskt, spanskt,
franskt og latín verða vald frá. Úrslitið verður sjálvsagt, at vit fáa studentar við skerdum
málsligum førleikum og harvið fátækari mentanarligum førningi. Men ger tað nakað? Hava vit
gjørt okkum heilt greitt, hvussu vit halda, at ein studentur skal vera útgjørdur tá hann fer víðari út
í lívið?
Nýggja miðnámsskúlaskipanin við breytaskipan varð sett í verk á heysti 2013, men nógvir
spurningar verða longu settir um hvussu hon nú kemur at virka og hvørjir avleiðingarnir verða fyri
fakliga støðið. Serliga er tað støðan hjá málsligu fakunum sum hevur elvt til kjak og ótryggleika
millum lærarar í føroyskum, donskum og fremmandamálum. Tað valdar eisini stór óvissa um
hvørja ávirkan tað fer at fáa á støðið hjá næmingunum at mongdini av skrivligum innlatingum er
nógv broytt og minkað.
Tí setti eg landsstýrismanninum ymsar fyrispurningar um nýggju miðnámsskúlaskipanina fyri at
fáa kjak um møgulig vandamál við hesi stóru nýskipan. Mìtt tilmæli er, at vit beinavegin eiga at
seta ein fylgibólk, sum fylgir við hvussu nýggja skipanin virkar. Landsstýrismaðurin var ikki
samdur og heldur ikki tað er neyðugt at byrja at eftirmeta nýggju skipanina fyrrenn í 2016 tá fyrstu
pisurnar verða floygdar. Fyri mong, sum undirvísa til dagligt, virkar tað sum er sett í verk rættiliga
leyst og illa gjøgnumhugsað og mong bera ótta fyri samlaða fakliga førleikanum. Tí hevði arbeiðið
hjá einum fylgibólki givið okkum møguleikan at steðga á, áðrenn okkurt møguliga gongur galið.
Nýggja miðnámsskúlaskipanin skuldi eitast at vera ein føroyskur miðnámskúlareformur okkara
egna skipan. Tað er ikki eyðsæð hvar tann føroyska hugsjónin sæst aftur og hvussu vit hava
skraddaraseymað okkara egnu skipan í mun til okkara samfelag. Føroysktlærarar
síggja, at
føroyskt ikki fer at hava tað lætt, hvørki við tí hugburði, sum er til føroyskt í skipanini og tí økta
útlendska tilfarinum, sum næmingarnir brúka í sambandi við skúlan.
Næmingurin fær nú nógv minnið frálæru gjøgnum skrivliga rættaðar uppgávur, bæði tí at tær
skrivligu uppgávurnar eru fækkaðar, men eisini tí at tíðin til rætting er minni. Sum skilst, er ætlanin
at leggja upp fyri færri innlatingum við at næmingar nú skulu skriva í øllum lærugreinum. Tvs. at
næmingar skulu framleiða skrivligan tekst í t.d. støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði o.s.fr. og hetta skal
vera við í samlaða "pakkanum", sum eitur skrivligur førleiki. Trupulleikin er her, at føroyskførleikin
hjá nógvum faklærararum ikki er serliga góður og tí er ivasamt hvussu nógv klípi fakliga skrivingin
leggur afturat tí samlaða skriviførleikanum í føroyskum. M.a. tí ávaraðu føroysklærarar ímóti, at
føroyskt varð skert, um ikki í pultstímum so í næmingatíð.
So hugsi eg eisini um støðuna hjá donskum. Er læran ikki, at danskt eigur at bólkast fyri seg? Ikki
móðurmál, men heldur ikki fremmandamál. Eftir at danskt er skilgreinað sum
fremmandamál, velja næmingar danskt sum einasta fremmandamál, tí tað er sjálvsagt tað
lættasta. Ein avleiðing er, at tað er vorðið torført at skipa flokkar í hinum fremmandamálunum
(vegna vantandi næmingatal) og hetta kann ikki merkja annað, enn at vit fáa studentar, ið ikki
duga fremmandamál.
Fyri føroyingar er fremmandmál ein av okkara stóru styrkjum, tí eiga vit at vera sera varin við at
skerja her og spurningur kann kanska fara at setast við tað alment mentandi studentsprógvið. Tì
gjøgnum málundirvísing lærir tú ikki bert eitt nýtt mál, men fært eisini innlit í eina heila
heimsmentan og júst her liggur lykilin til almenna mentan. Vinnulívið í grannalondunum rópar eftir
fólki við málsligum førleika. Øll duga enskt, tí er tað onnur mál, ið eftirspurningur er eftir.
Frammandan er latín og fornaldarfrøði burtur og harvið stórur partur av tí klassiska
grundarlagnum, og missa vit nú eisini burturav fremmandamálunum eri eg stórliga bangin fyri, at
vit hava skotið okkum í fótin. Eg haldi, at landsins myndugleikar eiga at taka hesar spurningar í
størsta álvara og longu nú td
gjøgnum fylgibólkar halda
eitt vakið eyga við hvørjar førleikar
næmingarnir fáa og hvørjar teir missa við nýggju skipanini. Og so eiga vit at tora at rætta inn og
broyta kósina, um vit síggja at vit missa meir enn vit vinna.
Ein næmingur, sum 16 ára gamal, byrjar eina gymnasiala miðnámsútbúgving hevur sjáldan valt
eina fakliga spesialisering fyri lívið. Tí er tað almennandi innihaldið í útbúgvingini ein týdningarmikil
førningur at hava við sær og breytavalið má tí ikki verða ein avmarking av møguleikunum hjá
næminginum at velja sær hægri útbúgving.
Gunvør Balle,
tingkvinna fyri Tjóðveldi
1. apríl 2014