Enn ein rokning til føroyingin

10 April 2022
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Lønmóttakarin skal stríðast við hækkandi matprísir, hækkandi orkuprísir og hækkandi býlisprísir.

Og nú skal lønmóttakarin eisini stríðast við peningaoyslið hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.

Her endar galið, tí peningurin hjá føroyska skattgjaldaranum verður ómetaliga illa umsitin av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.

Komandi ár verður aftur hall, sigur samgongan.

Hetta samstundis, sum skattainntøkur og mvg-inntøkur seta met.

Føroyski lønmóttakarin megnar ikki fleiri eyka rokningar frá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.

Beinta Løwe
løgtingskvinna, Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.