Seinastu mongu árini hava vit bíðað.
Bíðað eftir kommununýskipan.
Bíðað eftir pensjónsnýskipan.
Bíðað eftir nýggjum europapolitikki.
Bíðað eftir málrættaðum vinnupolitikki.
Bíðað eftir eini nýskipan av almennu fyrisitingini.
Bíðað eftir eini útbúgvingarnýskipan.
Bíðað eftir skattanýskipan.
Bíðað eftir fleiri bústaðarmøguleikum eitt nú til støk, fólk við serligum avbjóðingum o.o.
Bíðað eftir skipan av okkara týðandi høvuðsvinnu frá 2018 og framyvir.
Bíðað eftir átøkum, ið skuldu tryggja at okkara ungu velja at búgva, virka og skapa í Føroyum.
Bíðað ...
Menning ella minking
Onki samfelag og ongin vælferð stendur í stað. Tí umstøðurnar broytast støðugt.
Talan er tí altíð um minking ella menning. Er ongin menning, so er minking.
Ongin ivi um, at fyri hvønn dag, ið vit bíða eftir at taka alneyðug stig at nýskipa okkara samfelag, minkar okkara vælferð, økist okkara skuld og alsamt fleiri ung velja Føroyar frá.
Tí skal nakað henda nú.
Nýggjur politikkur krevur nýggj fólk
Eri ómetaliga góð við okkara land og fólk, og vil tí gera mítt til, at vit fáa skipað okkara samfelag so væl sum møguligt fyri at øll, ið velja at búgva, virka og skapa í Føroyum fáa eitt so gott og innihaldsríkt lív sum møguligt.
Tí havi eg valt at bjóða meg fram at vera við til at taka neyðug tøk á Løgtingi.
Føroyar framá – nú !
Bíðitíðin er nú umsíðir av, tí nú er skrivað út nýval og tí fært tú skjótt møguleika fyri, at velja nakað annað enn bíðistøðuna, ið vit hava verið í seinastu árini.
Um tú ynskir nakað nýtt í føroyskum politikki – so mást tú velja nýtt.
Velja fólk á Løgting, ið kunnu, vilja og duga at taka týðandi og neyðugar avgerðir, soleiðis at vit fáa Føroyar framá – nú !
Kristina Háfoss
Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi