Elituítrótt á breddan

24 October 2011
Skrivað hevur
Jóhan Lützen


Eftir valið má leggjast til brots beinanvegin har allir viðkomandi aktørar geva teirra íkast til ein føroyskan elituítróttarpolitikk. Mítt boð er at hesin tekur støði í umstøðunum hjá teimum íðkandi, soleiðis at okkara talentir fáa so góðar møguleikar sum gjørligt at nørast og mennast.


Tættir av týdningi eru hesir:
• At elituítróttsfólk hava nøktandi venjingarumstøður
• Fíggjarligur stuðul skal veitast teimum íðkandi
• Serlig útbúgvingartilboð til tey íðkandi
• Skipað rekruttering av teimum ungu
• Fysioterapeutar og mental ráðgeving til tey íðkandi

Bert eitt einasta heiðursmerki í altjóða kapping vil geva Føroyum sera góða umrøðu uti í heimi, sum okkara samfelag kann gera sær dælt av. Tí er ein virkin elituítróttarpolitikkur eisini hjálp til sjálvhjálp. Tey íðkandi fáa sínar dreymar og mál uppfylt, ímeðan føroyska samfelagið kann økja um inntøkumøguleikarnar.
Hvussu kann elituítróttin skipast?


Føroyar eru eitt lítið land og eigur bygnaðurin eisini at spegla tað. Tað eru nógvir týðandi aktørar, ið eiga at koma til orðanna. ÍSF og øll sersambondini undir ÍSF eru sjálvsøgd. Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag skulu við tí tey umsita ítróttarøkini kring landið. Mentamálaráðið eigur at standa á odda fyri arbeiðinum.


Jóhann Lützen
Valevni fyri Tjóðveldi