Eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk

29 May 2019
Skrivað hevur
Katrin Kallsberg

Allir borgarar landsins eiga at kenna segtryggar í, at um teir fá tørv á heilsuhjálp, so fáa teir tað - skjótt, gott ogókeypis. Vit loysa ongar avbjóðingar á sjúkrahúsverkinum, við at leggja okkum ídanskar skipanir um viðgerðartrygd, tí við tí er vandi fyri, at vit útholaokkara egnu sjúkrahús.

Eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk er ein avgrundsúlunum undir einum og hvørjum modernaðum samfelagið. Fremsta uppgávan hjáheilsuverkinum er at tryggja eitt dygdargott heilsutilboð og hóastlæknavísindin mennist, vitanin økist, og tilboðini til ymsu sjúkurnar broytist,eiga vit, í tann mun tað er læknaliga forsvarligt, at bjóða hesar viðgerðir íFøroyum.

Sjálvandi eiga allir borgarar, ið hava tørv álæknahjálp, at fá hesa so skjótt og gott sum til ber.

Nakrir av hinum flokkunum hava ført fram ífólkatingsvalstríðnum, at vit ikki hava nóg góðar møguleikar fyri at menna eittnútímans heilsuverk, og tí skulu sjúklingar undir eina danska skipan umviðgerðartrygd. Hetta er tó eftir mínum tykki ikki forsvarligt. Tí ein donskskipan um viðgerðartrygd viðførir millum annað, at okkara egnu sjúkrahús helstbert blíva til skaðastovur, uttan tær læknafakligu grundsúlur, sum vit í dagøll njóta gott av, tá ið neyðin er størst.

Kommunulæknareru avgerandi

Um vit hyggja eftir víðarmenning av okkaraegna heilsuverki, mugu vit byrja við fyrsta liðnum – kommunulæknunum.

Okkara heilsuverk byggir á skipanina viðkommunulæknum og sjúkrahúsverki. Borgarin setur seg vanliga fyrst í samband viðsín kommunulækna fyri at fáa kanningar og viðgerð. Í teimum førum, harkommunulæknin metir at borgarin hevur tørv á at verða kannaður víðari ásjúkrahúsi, vísir kommunulæknin sjúklinginum viðari. Kommunulæknin er sostatttann, ið tekur støðu til, um borgarin skal sendast víðari.

Í teimum førum, har borgarin er fyri akuttumhendingum vendir hann sær sjálvandi til læknavaktina ella 112, og víðariviðgerð verður veitt tann vegin.

Fyri at tryggja øllum borgarum eitt gott ogskjótt heilsutilboð er atkomuligheitin hjá fólki til kommunulækna av stórumtýðningi. Tað er alneyðugt at tryggja nóg nógvar kommunulæknar í Føroyum, so atøll fólk hava sín egna fasta kommunulækna.

Tað er við at tryggja dygdina, at tað ikki eruómannaði kommunulæknastørv, ella kommunulæknastørv, ið eru mannað av skiftandiavloysarum. Bulurin í okkara heilsuverki er jú sambandið við okkara egna, fastakommunulækna.

Føroyska heilsuverkið hevur seinnu áriniútbúgvið fleiri kommunulæknar, men hóast hetta hava avbjóðingar verið at mannaøll kommunulæknastørvini. Hetta er ein avbjóðing, sum verður tikin í størstaálvara. Ein liður í at tryggja eitt dygdargott heilsutilboð til allar borgararer eisini at tryggja atkomiligheitina til kommunulækna.

Munandifleiri serlæknar

Ein annar liður í hesum er at tryggja eittnøktandi tal av serlæknum í heilsuverkinum. Hetta fyri at halda bíðitíðina sostutta sum gjørligt, og eisini tryggja so nógvum borgarum, sum læknaligaforsvarligt, viðgerð í Føroyum.

Tá tað ræður um at gerast frískur kann landiðviðgerðin fyrigongur í tykjast undirordnað, ja sjúklingar ferðast gjarna langtum tað er neyðugt. Men, tað er sera møtumikið bæði at vera sjúkur og at noyðastat vera langt heiman, eisini at noyðast at ferðast ímillum lond til viðgerðir.Tað er tí av stórum týðningi at vit veita so nógvar viðgerðir, sum tað erlæknafrøðilga forsvarligt í egnum landi. Serlæknapuljan hevur gjørt góðan munher, men enn er nakað á mál.

At føroysk læknalesandi eftir loknan lestur havafingið framíhjárætt til sokalkaðu KBU-plássini í Føroyum hevur eisini veriðeitt framstig. Tað er sjálvsagt at vit ikki kunnu veita allar viðgerðir íFøroyum, men málið er at veita tær viðgerðir, sum læknafrøðiligt er forsvarligther í landinum. Tað er ein stórur fyrimunur hjá sjúklingum at fáa viðgerðina íegnum umhvørvi og kunna samskifta við læknar og onnur heilsustarvsfólk um sínastøðu á móðurmálinum.

Tá tað ræður um viðgerðartrygd meti eg taðvera rættast at nýta mest møguliga orku at tryggja føroyingum dygdargóðaheilsubót í Føroyum, men sjálvandi senda teir sjúklingar, sum hava tørv á tí,av landinum til serviðgerð

Vit eru eitt av ríkastu londum í heiminum. Vitmegna eisini at taka okkum av okkara sjúku. Sjálvandi.

Katrin Kallsberg, valevni fyri Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.