Vaksnir menn liggja barlangir í sjaselongum og verða putraðir, stjørnuglitur verður skotið inn í eyguni á teimum, fyri at eitt ávíst begávilsi kann manast fram úr ongum og mascaran drívur úr eygnavippum og lokum. Teir, sum selja habittar og gul slips, hava góðar dagar. Miðjumjáu kvendini royna sum frægast eisini, rastafrisurur og glóðreyðir kjálkar, stilettirnar so høgar, at lívsvandi er, bara tær flyta um.
Nú ein viku er eftir til val í fremmandum landi, fólkatingsvalið hjá dønum, tykist tað, sum valevnini til tveir føroyskar sessir í stóran mun eru farin skeiv av, hvat hetta valið snýr seg um. Higartil hevur ongin substansur verið, what so ever, bara persónligar profileringar. Tað luktar av einum politiskum sunnudagsskúla, einum forputraðum vali, har allur tregi og ójavni, sum eru sjálvsøgd fyribrigdi ímillum tvær so ójavnar støddir, sum eitt hjáland og eitt hjálandaveldi eru tað, eru skvisaðir út í rúmdina.
Tosað verður um lønir, okkurt vilst avprogrammerað fár tosar um at umboða allar føroyingar umvegis meginkolonialistarnar, Soasialdemokratarnar, og annars vellir upp við rangsnúgvandi fólkafloksmýtum um ein annars skilagóðan fiskivinnupolitikk, sum er átroðkandi, eftir at teir sjálvir hava forvaltað hann niður á eitt søguligt minstamark hesi seinastu 15 árini. Sum rosinan í pylsuendanum er onkur nú farin at tosa um at bjarga Ísrael, Heilaga landinum, undan týning, umvegis ein føroyskan fólkatingssess, men tað stríðið munnu Mossad, ísraelski herurin og gýðverski viljin fara at megna, fyri tað um ein vilstur føroyingur í Keypmannahavn ikki akslar síni skinn við teir - á miðeysturlendskum hermótum.
2 av 179 sessum í einum parlamenti eru tveir politiskir sessir. Ongin ivi er um tað. Spurningurin er bara, hvønn politikk ætlar veljarin at fylla í hesar sessirnar. Valdu persónarnir hava minni týdning, enn tað verk, teir ætla at fremja.
Demokratiska undirskotið í Føroyum er ræðandi. Fólkatingssessirnir eru m.a. súmtomið um tað. Eitt veruligt fólkaræði hevur fulltikið ræði á lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Ikki fyrrenn fólkið í einum landi til fulnar skipar hesi viðurskifti, og hesi klassisku vøldini skáka hvørt annað, í fullan mun, ber til at tosa um fólkaræði.
Dømandi valdið í landinum er burturav á fremmandum hondum. Løgreglan við.
Útinnandi valdið er í meginmálum á fremmandum hondum – uttanríkismál, peningamál og verjumál og lóggevandi parlamentið, pedellurin, sum hampar um danska heimastýrið, hevur nakað av valdi, men framvegis fer ein ørgrynna av danskari lóg ígjøgnum meskarnar, onkuntíð uttan at Løgtingið hevur gjørt samtyktina og í álopinum á Iraq m.a., var tað enntá so grelt, at danir gingu beint ímóti einari løgtingssamtykt.
Upp ímóti hesi politisku vanæru stendur ríkisveitingin. Hon er mutrið, sum skal gera demokratiska undirskotið átuligt. Kittið, ið skal fáa koloni´ina at makka rætt í øllum lutum, og fáa vaksnar menn og kvinnur at kasta seg treytaleyst fram eftir rommum, fyri teimum, sum gjalda fyri ófrælsi hjá øðrum.
Allir politiskir sigrar í Føroyum eru vunnir á tjóðskaparpolitiska leikvøllinum. Uttan undantak. Hevði tann djúphavsstreymurin ikki verið bulurin í samfelagnum hesi seinastu stórt hundrað árini, var kalt á grúgvuni í dag.
Ein tjóðveldismaður á Danatingi er eitt paradoks, eitt contradictio in adjecto. Hansara mál er fyrst og fremst staturin, føroyski staturin. Tað merkir sjálvsagt, at vit virka ímóti hesi skilaleysu umboðanini í einum fremmandum parlamenti. Hinvegin kunnu og skulu allir pallar brúkast í frælsisbardaganum, og tí eru vit ein partur av hesum absurda vali.
Politiski tjóðskaparvongurin má gera sær greitt, at eisini hesin pallurin skal brúkast til at vinna okkum aftur øll rættindi, sum ein kultiverað og siviliserað tjóð eigur sambært altjóða ásetingum og egnum vilja. Munurin ímillum eitt fulltikið føroyskt fólkaræði og tað demokratiska undirskotið, sum danir og føroyskir sambands- og javnaðarmenn gøllhalda okkum í, í dag, eru dagsins mál í parlamentinum í Keypmannahavn.
Tí skal ein tjóðveldismaður á Danatingi vera spjótsoddi hjá teimum, sum ætla, at dømandi valdið í landinum skal skipast av føroyingum, at øll útinnandi málsøki verða skipað undir føroyskum ræði og at Løgtingi aftur fær tað vald, sum føroyska fólkið, og bara hetta fólk, kann geva tí. Avtøkan av avlátinum, ríkisveitingini, er ein sjálvsagdur lutur í øllum hesum. Leiðin til mansins hjarta skal ikki longur ganga ígjøgum búkin. Tað sum fjøruti ættarlið frammanundan okkum hava megnað, at lívbjarga sær við egnari megi, tað megna vit eisini, eftir alla ta menning, sum samfelag og fólk hava farist ígjøgnum bara í okkara tíð, sum nú liva.
Fólkatingsvalið er ikki fyrireikanin til ein politiskan sunnudagsskúla fyri meinaleysar putraðar menn í gulum slipsi og forvirraðar stiletthøgar avantgardudámur í uppsnollaðum outfitti. Fólkatingssessirnir mega fyllast við frælsisstríðsmonnum. Danir eiga sjálvir 175 sessir frammanundan, tí er ongin orsøk til, at Sambandið og Javnaðurin verða skotraðir sum ífylla í hesar báðar stólarnar, sum uppgávukonur og bonkvarmarar hjá Vinstraflokkinum og Sosialdemokratunum.
Fólkatingsvalið er ein partur av stríðnum um tær frælsu Føroyar. Verður telvað rætt, fyllir veljarin annan ella báðar sessirnar við fólki, sum ætla eina føroyska Republikk.
Aberdeen - 07.09.11