Einaferð verður tað eitt land ...

3 August 2012
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Eisini gevur okkara støða sum lítið land okkum gyltar møguleikar at tillaga okkum skjótt, og støðugt menna okkum í samsvari við nýggjar umstøður og avbjóðingar.

Enn hava vit tó ikki dugað at gagnnýta møguleikarnar hjá okkum landi til fullnar. Langt frá.

Hetta er fyrst og fremst vegna manglandi og ófullfíggjaðar politiskar avgerðir.

Tann dagin tað eydnast at fáa eina leiðslu í landinum, ið megnar at seta greið mál fyri landið, skapa breiðar langtíðarsemjur um stórmál, og fremja ein málrættaðan politikk fyri at røkka hesum málum, eru tað nærum ikki mørk fyri, hvørji mál okkara tjóð kann røkka.

Málið fyri framman

Hóast vit í dag kunnu tykjast langt frá málinum, so eri eg vís í, at tað vil koma ein dagur – helst skjótari enn væntað – har Føroyar kunnu gerast hetta landið:

Hóast ávísur partur av fólkinum vildið gera alt fyri at forða fyri, at ræðið aftur skuldi koma til fólkið í landinum, so vóru spírar kring alt landið, ið ynsktu at vinna ræðið aftur til fólkið, ið har búðið.

Miðvíst varð arbeitt fyri hesum, og ein dagin var stjórn í landinum, ið megnaði at flyta landið longur fram eftir fáum árum, enn landið varð flutt seinastu 100 árini.

Altjóða útbúgvingarmiðdepil

Landið varð vorðin ein útbúgvingarmiðdepil í Norðuratlantshavi fyri tey, ið ynsktu at nema sær útbúgving innan maritima og havfrøðiliga økið.

Best umtókti útbúgvingarmiðdepilin í Norðurlondum var at finna her.

Eisini nógvir útlendingar leitaðu sær henda vegin at nema sær útbúgving og at undirvísa.

Hetta skapti grundarlag fyri at útbyggja eitt breitt úrval av útbúgvingum – og kundu stórtsæð allar útbúgvingar takast í landinum umvegis fjarlestur.

Ungdómurin stórtreivst í landinum, og skapti eitt livandi kjak, vøkstur og virksemi í landinum.

Ferðavinnan og maritimu vinnurnar

Landið hevði fingið eina blómandi ferðavinnu, ið nú taldist millum høvuðsvinnur landsins, saman við alivinnuni, ið gekk á odda innan alheims aling, og fiskivinnuni, ið støðugt menti nýggjar mátar at gerast enn meira virðisskapandi og burðardygg.

Frálandavinnan var í stórari menning, eins og oljuvinnan var í eygsjón. Nógvu útlendingarnir, ið komu til Føroya at nema sær útbúgving, vóru nú eisini ein stór inntøkukelda hjá landinum.

Onnur lond leitaðu sær til landið at nema sær vitan um, hvussu landið megnaði støðugt at tillaga seg og ganga á odda.

Trivnaður, list og mentan

Ferðavinnan og útbúgvingarmøguleikarnir fingu støðugt fleiri fólk til Føroya í styttri og longri tíðarskeið.

Hetta skapti grundarlag fyri okkara listafólkum, ið nú kundu liva av teirra list, okkara matstovum, tænastuvinnum somuleiðis og skapti sum heild størv og virksemi kring allar Føroyar. Ymiskleiki, nýhugsan og fjølbroytni stórtrivust.

Ferðafólkatalið við flogførunum var nú so stórt, at ferðseðlarnir kostaðu munandi minni enn áður.

Undangonguland innan nýskipanir

Landið var lutfalsliga lítið og kundi tí skjótt tillaga seg. Landið hevði tí eisini framt eina røð av nýskipanum innan kommunur, almannaverk, heilsuverk, skúlar, samferðslu, skatt, pensjón og fyrisiting – nýskipanir, ið tryggjaðu, at landið nú var mest nýskapandi vælferðarsamfelagið í Norðurlondum.

Hini Norðurlondini leitaðu sær hendavegin at fáa íblástur og vitan.

Menning kring allar Føroyar

Sterku kommunalu eindirnar saman við blómandi ferðavinnuni sóust aftur í ovurstórari menning kring alt landið, samstundis sum høvuðsstaðurin gjørdist alsamt meira kappingarførur við aðrar stórbýir.

Eydnusamasta fólkið og munandi fólkavøkstur

Kanningar vístu, at fólkið í landinum var heimsins eydnusamasta, og fólkatalið vaks munandi ár um ár. Við hesari gongd fór landið at røkka framtíðar málinum um 100.000 íbúgvar áðrenn hetta varð væntað.

Hetta er tað landið, ið Føroyar kunnu verða

Landið hevði sjálvandi givið fólkinum møguleika at velja, hvørt ræðið skuldi vera í teirra hondum, ella á útlendskum hondum – og svarið varð greitt.

Fólkið hevði valt sjálvræði.

Merkið veittraði nú millum hini - kring allan heim.

Politisk nýskipan neyðug - minnilutastjórn og breiðar langtíðarsemjur

Hetta er tað landið, ið Føroyar kunnu verða.

Eitt land, ið stórur meiriluti er á Løgtingi fyri at fremja í verki. Eftir er bara at koma í gongd.

Fyritreytin er tó, at tað verður meirilutin á Løgtingi – og ikki afturvendandi steðgandi minnilutar – ið avgera framtíðina hjá okkara tjóð og landi.

Fyri at tryggja, at steðgandi minnilutar í samgongum ikki aftur og aftur forða fyri framgongd og nýskipanum, átti ein skipan við minnilutastjórn í Føroyum verið roynd til fullnar. Ikki bert - so sum vit hava sæð higartil – minnilutastjórn av tilvild, men at skipað varð ein minnilutastjórn, tí ynskt varð at royna henda leistin fyri at flyta føroyskan politikk framá. Skal hetta eydnast er tó neyðugt, at politisku flokkarnir gerast samdir um, at floksarbeiðið skal gerast munandi meira og betri skipað, og at størri álit skal mennast millum flokkarnar. Tí ongin ivi má verða um, at tá ein langtiðarsemja er gjørd, so standa flokkarnir aftanfyri hesa.

Hetta er ikki eydnast higartil.

Men hetta er ein politisk skipan, ið kann fremjast um viljin er til staðar.

Tá hevði verið møguligt at latið skiftandi meirilutar á Løgtingi sett ferð á menning og nýskipan av okkara samfelag, og ikki minst sett ferð á dreymin hjá meirilutanum av Løgtinginum og fólkinum – at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi