Ein tjóðarsemja krevst

30 September 2011
Skrivað hevur
Meiningar

At vit gera umfatandi ábøtur á hesi bæði viðurskifti: taka tær neyðugu avgerðirnar og síðani lata hesar báðar bólkar fáa frið at virka – og her helst vinnumál – hetta fyri at skapa stabilitet, og eftir hetta við møguligum framtíðaruppgongd fyri eyga. Hetta síggi eg, at vit koma best frá, um vit velja at gera eina tjóðarsemju millum allar føroysku flokkarnar eftir løgtingsvalið.

Hví?

Tá eg sigi, at ein tjóðarsemja millum flokkarnar krevst, tá hugsi eg fyrst og fremst, at vit hava brúk fyri eini semju, sum allir flokkarnir hava ábyrgd av, og at eingin kann koma aftaná og kolldøma hana. Næst grundi eg tjóðarsemjuna á, at vit hava brúk fyri øllum klókum høvdum úr øllum flokkum; plus ta servitan, ið politikarar gjøgnum alt ov langa tíð hava ignorerað. Av politisku flokkunum og politikarunum krevst, at:

1) eingin byrjar upp á keglarí, men samráðast í dialogi

2) eingin flokkur átekur sær offurleiklut, tí hann ikki er nøgdur við arbeiðsgongdina, men samstarvar treytaleyst.

3) persónlig áhugamál ikki koma upp á tal, men at arbeitt verður fyri alt Føroya fólk.

4) allir politikarar síggja álvaran í hesi kreppu, ið er íkomin av vantandi stýring og ábyrgdarkenslu síðstu mongu árini.

Eg vil við síðstnevndu útsagnini ikki evla til klandur um, hvør eigur æruna av vanstýringini ella ikki. Vánaligu búskapar- og vinnuútlitini í Føroyum og vantandi loysnirnar tala fyri seg sjálv.

Hví júst hettar?

Grundin til, at eg taki hesi bæði mál fram um øll onnur, er ikki tí, at eg ikki havi onnur týðandi mál í kvittanum. Nei, grundin er tann, at um vit ikki fáa skil á hesum báðum málbólkunum, so kann alt annað gera tað sama. Sosialmál, mentanarmál, arbeiðsloysi og annað - alt, sum hevur við fólkafráflytingina at gera – kann gera tað sama, um vit ikki hava ráð til tað. Tey málini koma sjálvandi at koyra við síðuna av, men tey verða ikki høvuðsmál. At lova gull og grønar skógir upp undir komandi løgtingsval, uttan at umrøða nakað um fíggjarligu viðurskiftini, kemur ikki at halda. Mestsum allir flokkar hava hvør sína loysn viðvíkjandi fólkafráflytingini. Men persónliga trúgvi eg ikki, at hetta er ein trupulleiki, sum kann loysast í hvør síni isoleraði loysn, hvør flokkur sær. Trupulleikin liggur í øllum systeminum. Og tí haldi eg, at allir flokkarnir høvdu kunnað loyst tað saman. Um teir altso eru førir fyri at samstarva.

Eg eri sjálvur ikki so glaður um, skula noyðat at fokusera so nógv upp á kapital. Men sum støðan er, eru vit noydd til tað.

Tað einasta, eg kann gleðast um hesum viðvíkjandi, er, at Føroya fólk innan rúma tíð fær valdið og møguleikan at gera av, um hetta er ein trupulleiki, ið skal loysast ella ikki.

Búskapur er eisini óloysiliga tengdur at, um ein stórur meiriluti av fólkinum í Føroyum verður fúsur at stuðla eini komandi fullveldisgongd og loysing. Tí er av alstórum týdningi fyri meg, at hetta verður loyst við dygdargóðum átøkum.

Jenus í Trøðini, nevndarlimur og valevni fyri Unga Tjóðveldið.

Jenus í Trøðini